May 23, 2017

Útvarp Føroya - kumusta ka?

Kanska tíðin er komin nú til, at útvarpið viðurkennir okkara nýggja samleika? Tað er so inn at fáa sær ein nýggjan samleika, sum um mann bara kann lata seg úr einum samleika!
Mercy, Antonette, Bergljót, Alina, Michelle

Men okkara føroyski samleiki er broyttur og broytist alla tíðina. Nú er ein stórur partur av fólkinum, sum hevur annað móðurmál enn føroyskt. Útvarp Føroya eigur at spegla tann veruleikan. Tíðindi uttan úr heimi skuldu eisini skeitt at listanum hjá útlendingastovuni, sum vísir, hvaðani tilflytarar koma. Hugsa tær, ein stór hending er í tínum landi, og eingin av tínum grannum, vinum ella starvfeløgum ána tað? Vanligt er at Útvarpið sigur, um ólukkur og annað eru úti í heimi: ongin føroyingur er har á leiðini, ella: eingin danskari osfr. Men nógvir tilflytarar kunna hava fólk "har á leiðini", familju, vinir, børn osfr.
Útvarpið kundi gott givið sítt íkast eisini til integratión við at havt eina sending á enskum um vikuna! Tað kundi verið ein samandráttur av tíðindunum ta vikuna. Tað hava tey gjørt fyrr fyri turistar, so mikið meira neyðugt fyri íbúgvar í landinum.
Michelle, Winda, Hilda, Toni, Khirvie, Annette, Jelena, Betsy, Gie, Natasha

Hugsi, vit skuldu havt eina sending um mánaðin í útvarpinum - ella um vikuna til útlendingar, sum eru fluttir til Føroya. Sendingin skuldi verið á føroyskum, enskum, tagalog, teilendskum, russiskum, sumt kundi blivið tulkað so hvørt. Sendingin skuldi blivið gjørd av tilflytarum (gestavertur úr Teilandi, Filipsoyggjum, Ukreina), um tilflytarar og til tilflytarar. Nógv ymiskt kundi verið tikið upp í slíkari sending - og ikki bara trupulleikar!

Evni:
1. Vitja um landið (Túr við Tórði fyri tilflytarar)
2. Hvar arbeiða tilflytarar?
3. Hvar ballast tey?
4. Hátíðarhalda teirra "dagar" og høgtíðir.
5. Vitja Mariukirkjuna.
6. Vitja kvøldskúlar um landið, tosa við tey um málundirvísing.
7. Børnini, hvussu klára tey seg í skúlanum, eru tey tulkar fyri mammuna?
8. Føðingardagar og ferðing.
9. Postkassi, tilflytarar kunna skriva inn (á enskum ella sínum egna máli, um tey vilja tað) og fáa svar frá: lækna, sosialráðgeva, lærara.
10. 5 minuttir av mállæru fyri útlendingar.
11. Tulkatænasta  osfr. osfr.

Týdningarmikið at hava nóg mikið av stuttligum, positivum innsløgum. Týdningarmikið, at tilflytarar sjálvi stýra sendingini.
Sum er, er eingin tilelving hjá tilflytarum at lurta eftir útvarpinum, sum annars hevði verið ein fínur máti at lært seg meira føroyskt. Útvarp Føroya eigur at vera partur av integratiónini - tí nógv umrøddu!


Frá vinstru: Jenny Filipsoyggjar, Bunmi Nigeria, Nadia Teiland, Antony Frankaríki, Yolanda Filipsoyggjar, Feng Kina, Mel Filipsoyggjar, Patricia Peru. Antony heldur talu, næmingarnir bjóða lærara og starvsfólki buffet.
Her niðast seti eg bingovinnarar í dag 23. mai Feng og Jenny:



No comments:

Post a Comment