Jan 30, 2017

Latið hagagrót og malargrót hava frið!

Sverri Patursson gjørdi í síni tíð rakstrarrópið “latið smáfuglar og heiðafuglar hava frið!” kent um landið alt. Og tað virkaði, børn vórðu lærd, at lata fuglarnar fáa frið, at fuglarnir hava sítt heim í haganum, og teirra reiður, egg og ungar skula hava frið. Vit minnast eisini sangin “Hann rann sær kátur”, sum er um tað sama.
Men nú er tími komin til at evna til eitt nýtt rakstrarróp, nevniliga latið hagagrót og malargrót hava frið. Vit eru 50.000 fólk í Føroyum, og um hvørt fólk tekur ein ella tveir steinar, so verður tað nógv grót. Nú tá ið vit ikki hava brúk fyri gróti til at byggja hús og rættir og garðar, eiga vit at virða grótið og lata tað hava frið. Tað hoyrir til í nattúruni, tað býr har. Steinarnir veita smákyktum og gróðri lívd, og steinarnir halda upp á moldina.
DSC06880
DSC06882
Tá ið vit taka grót í haganum, kemur eitt sár, vatn sleppur framat og ger skaða. Tað er arrogansa og frekleiki at bara taka og draga grót til hús, tí at tað er so pent. Víst er tað pent, men tað býr í nattúruni. Og nú skula vit royna at fáa 100.000 ferðafólk? Gerið fyrst gøtur til teirra at ganga á í haganum, hagin verður kleyraður upp, serstakliga, um tað er vátt. Bæði ross og fólkk eiga at halda seg á gøtuni.
DSC06888
Kommunur áttu at gjørt gøtur til at ganga túr eftir í haganum, so skuldi tað verið bannað at gingið aðrarstaðni enn á gøtunum. Tað hevði verið hóskandi arbeiði til “ung í artbeiði”. Sama hvussu langt tú fert frá húsum, sært tú farvegin av ósketni menniskjans, fløska og fløskubrot í urðini.
DSC06885
Eg las eina grein um, hvussu menniskju síggja trø. Vit halda , at trø skula bara plantast og fellast, tá ið vit finna tað fyri gott. Men trø eru sosialar verur, tey hjálpa hvørjum øðrum. Við øllum okkara klókskapi og lærdómi eru vit komin rættiliga stutt, tá ið umræður at liva saman við og í náttúruni.

Jan 19, 2017

Árið íð fór 2016

Árið , ið vit hava lagt afturum, var eitt ordans ferðaár hjá mær, serliga heysthálvan, eg var m.a. tríggjar ferðir í Íslandi. Um várið var skeið á kvøldskúlanum, so tá helt eg meg heima.  So fekk eg nýggja teldu í føðingardagsgávu, tað er av tí sama óluksáliga torført at finna myndir at seta her fyri teir fyrstu 5 mánaðirnar. Mín teldukøni dótturmaður sigur, legg bara myndirnar á nassin, legg bara myndirnar í skýnum, og myndir av telefon fara tráðleysa leið inn í teldu..….men tað hjálpir ikki nógv, tá ið 6o+ konan hvørki finnnur nass ella skýggj, og dótturmaðurin er langt av landi skotin.
8. mars vóru eg og L. Turið í NLH til kvinnudag. Tað gleddi meg, at hon helt tað var eitt gott hugskot at fara, ja haldi næstan tað var hon sum bað meg koma. Tá ið sýningin var av, og  vit vóru í forhøllini fekk eg eitt sjokk, stóð bara og gapaði, ja eg kendi hana ikki, tí hvussu kann ein vænta at síggja FS í NLH, táið hon er í Belgia, men tað var hon, sum var komin at surprisa meg. Tað var stórt.

Annars er altíð deiligt at vera saman við vinfólkum í mínum “klubbum”, lesi-, kaffi-, og bindi-.
101[4] - Kopi13988130_10208617238161276_8479434221072444232_oDSC06068_thumb1
DSC04775 - Kopi
Mai
Framhaldsflokkurin var til roynd og fekk luttøkuváttan.
13458597_720518794757384_1898333909846647040_o

12593774_10154137347657012_2339583755637244575_o
13164402_10207847901008328_7496210557444127653_n
Juni
Bókin til byrjanarundirvísing liðug! Yeaahh!
DSC03164
Eg sprakk ein túr til Íslands at vitja Ingu Rósu. Hon er so virkin, bæði úti og inni. Nú var hon í ferð við at renovera íbúðina. Vit gingu túr, ótu matpakka í Ljómskálagarðinum, fóru út at eta eksotiskt og á framsýning í sendistovuni. Og Inga Rósa gjørdi so herliga kjøtsúpan.
unnamed
Hugnaligur túrur í Dali við Bókastevi. Vilhelmina vísti okkum kirkjuna og segði frá.
DSC03029
Juli
Serstakliga torført at velja myndir úr juli mánað. Eg var eina minniliga ferð í Íslandi, sum gav mær høvi at fara út á Drangoy.
DSC03419
 DSC03368
Summarskúlin 2016 var útferð í Nólsoy.

DSC03805
Seinast í juli var útisetadagur í Dali, vit vóru fjølment í Putlhúsi.
DSC03921
DSC03937
August
Turið fylti 70, og hon beyð okkum í føðingardag í Roykstovuni í Kirkjubø.
P_20160811_233105
Og so fluttu Turið og Hallur og børnini av landinum. Tað var ein stór broyting at skula vera tey smáu fyri uttan. Sjálvandi fór eg við, og sjálvandi havi eg verið har hjá teimum í Valby sum sviðin kattur, men eg gleði meg mega nógv , til tey koma aftur!
DSC04035
Tað ber til at gera OKKURT annað enn at hanga uppi í børnunum, ein túr út við Maritu bleiv tað til.
DSC04107
September
Frálíkur túrur til Orkney oyggjarnar við Norrøna felagnum í Fuglafirði
DSC04516DSC04471
Billedresultat for orkney cathedral
Oktober
Heystið var stuttligt. Sólrun var heima, og vit vóru við Gjógv. Turið kom heim, og vit vóru í Dali. Myndin er av Ólavi og mær, sum bæði ganga fyri einki, meðan øll arbeiða við fletting, Frida Sofía hevur tikið myndina.
IMG_20161001_101405













November
Ein stóran part av november var eg og ferðaðist. Ein frálíkan túr í Rom, og leingi í Keypmannahavn, har eg hitti allar døturnar, tí at FS var har eina weekend. Hendan myndin er tikin ein dag, vit hildu bindiklubb á Carl Jacobsensvej. Anina tók myndina.
DSC05805
DSC05606
Desember
Eg helt jól í Reet hjá Fridu Sofíu og Michel, saman við familjuni hjá Michel.
DSC06371DSC06372
Og á nýggjárinum var eg í Keypmannahavn. Búði hjá Turið og Halli, helt nýggjársaftan í NYhavn hjá Sólrun og Lars. Eg kann saktans!
DSC06622DSC06629DSC06642DSC06643DSC06644




























Jan 18, 2017

Ø

Siri Ranva Hjelm Jacobsen var í Føroyum til bókadagar. Urd Johannesen hevði eina samrøðu við hana í Norðurlandahúsinum. Ein samrøða var eisini í Danmarks radio. Tað vóru tvey útvarpsfólk, sum arbeiða fast við at gera bókmentasendingar. Tey vóru sera væl fyrireikað. Millum annað høvdu tey Odyssé’ina við sær, bæði fysiskt og í høvdinum. Bókin Ø hevur  íblástur úr Odyssé’ini, teirri stóru ferðini hjá Odysseusi og hansara stóra longsli eftir konuni og eftir sínum landi, Ithaka.
http://www.dr.dk/p1/skoenlitteratur-pa-p1/skoenlitteratur-pa-p1-2016-12-21
Persónar. Frásøgufólkið er ein ung kvinna, sum hevur føroyska familju, tað eru omman og abbin, sum eru føroyingar, og sum fluttu til Danmarkar á ungum árum, hon er sostatt 3. ættarlið av tilflytarum í DK. Hon lesur geologi, og hennara fakligi áhugi skínur ígjøgnum myndamálið. Hon er nakað innvend, hugsi eg, fer einsamøll túr, vil siga farvæl við landið einsamøll og vil heilsa upp á bygdina einsamøll. Vit vita ikki, hvussu hon sær út, ella, hvussu hini síggja hana, men hon líkist pápa sínum, sigur hon. Hon hevur altíð búð í Danmark og ferðast heim í ferium. Hon dugir ikki føroyskt. Foreldrini eru mamman og Tarantellurin, hann er jaliga lýstur, hjálpir uggar. Gentan følir, at bæði hon og pápin eru tilflytarar og rótleys, hann er italienari. Men Tarantellurin hevur ikki stóra rollu. Mamman er eisini nokso fjar, men gentan sær, hvussu mamman broytist, tá ið hon kemur til Føroyar, verður lættari og glaðari: “Det var ikke til at komme udenom: hun blev lettere af at være her, saftig. Hun genvandt sin elasticitet.” (140)
DSC06736
Høvuðspersónar eru abbin og omman, sum bæði eru deyð, tá ið søgutíðin byrjar, og familjan fer til Føroya at ferðast. Vit fáa teirra lívssøgu, Marita og Fritz komu saman á ungum árum, giftust og búsettust í DK. Men Marita hevur eitt loyndarmál við sær til Danmarkar, og lesarin veit ikki, hvussu nógv vita um hetta loyndarmál. Vit vita heldur ikki, um frásøgufólkið kennir loynidómin, tí søgan um Maritu á ungum árum, áðrenn hon fór niður hevur annað frásøgufólk. Omman fær ikki so stórt pláss í søguni, vit síggja hana, áðrenn hon fer niður at arbeiða og giftast, men seinni í lívinum er hon sera tigandi og álvarsom (“i sit pertentlige univers”). Tí gerst ein ovfarin, tá ið omman avdúkar, at hon er loysingarfólk, tað er aftaná fólkaatkvøðuna í 1946.
 Frásøgufólkið og abbin hava tætt samband, tey lesa saman, lúka saman, og abbin avdúkar sín longsul, sum ikki kann útloysast (“hvis det ikke var for din omma”), men bleiv til eins “længselsspasme” (185).  Tað er so syrgiligt, men samstundis romantiskt, at hann býr alt sítt lív í Danmark, tí at omman vil ikki heim. Tað merkir ikki, at ommuni ikki longdist, tað mundi hon gera.
Stílur. Høvundurin dugir sera væl at skriva um og lýsa henda longsil. Nógvir áhugaverdir myndburðir og sera lyriskur dreymakendur stílur eyðkennir bókina. Eg havi lisið bókina tvær ferðir. Fyrst skjótt, tí eg vildi vita, hvat hendi, og hvussu leikur fór. Ikki nógv hendir, einki drama, eingi ógvislig orð. Men tá ið eg las hana seinnu ferð slapp eg at njóta henda serstaka intensa, kenslusama stílin.
Myndamál. Nógv føroysk mentanarfyribrigdi eru í søguni, sum peilimerki hjá frásøgufólkinum í sínum heimlongsli. At binda á donskum er sum at tosa eitt fremmant mál. Føroyskur matur og føroyskur dansur eru henni fremmand og løgin. Hon dugir ikki føroyskt, ei heldur mamma hennara, og tað kennist, sum ber hon alla familjuna sum eina byrðu á bakinum. Sagnir um flotoyggjar og menniskjað sum ein oyggj kemur ferð eftir ferð fyri. Myndin av einum skipi í einari fløsku, abbin er skipið, omman er fløska – rættiliga sigandi.
jeg ledte i hendes øjne efter et sted at bo (93)
- som om han bar rundt på et sted (122)
- Om natten, når krigen slukker lyset, er hvert hus…..en drivende ø (161)
- længslen er uden sted (217)
- man tænker det er en nordatlantisk filial af Frilandsmuseet (125)
Tað er altíð spennandi, tá ið bøkur koma út um okkurt, sum vit kenna ella kenna aftur. Sjáldsamt var at hoyra, at Anne Lise mín góða vinkona hevur kent hesi fólkini, ella hevur vitað um tey, kendi skúlan, sum Friz arbeiddi í, og sum eisini var bústaður teirra í Herfølge.
DSC06735
Í Bókastevi í hvøld vóru onkrar, sum hildu, at bókin var fantastisk, fleiri hildu, hon var fløkjaslig, og onkur ætlaði at fara at lesa hana umaftur




Jan 14, 2017

Undirvísing, burðardygd og list


Mynd hjá Ásthildur Jónsdóttir
Í dag var eg fyrstu ferð í sendistovu Íslands í Reyngøtu úti á Reyni. Har er so flott og nýístandgjørt, fyrilesturin var á loftinum, og útsýnið haðani yvir Kongabrúnna og út á Skansan var eina messu vert.

Fyrirlesarar vóru tríggjar íslendskar listakvinnur og lærarar: Ásthildur Jónsdóttir, Guðný Rúnarsdóttir og Gunndís Ýr Finnbogadóttir. Tær starvast allar við Listkennsludeild (listundirvísingardeild) Listaháskóla Íslands. Guðný hevði sína framløgu á føroyskum, sum er sera flott gjørt! Hinar báðar tosaðu enskt. Hetta eru alvorliga arbeiðandi lærarar og granskarar, væl verseraðar í rákum og streymum.
Sera áhugavert at hoyra um, undirvísingaráskoðanir og –hættir. Um náttúruna, sum tað stóra flokshølið. Sjálvandi mintist eg beinanveg til lýsingina frá frískúlanum í Havn, sum júst sigur, at tey hava Føroya størsta flokshøli, nevniliga bygd, bø og haga á Velbastað, og lærarar í frískúlanum vóru eisini og lurtaðu.
DSC06727
 Guðný greiddi frá skeiðum hon hevur havt fyri børn, børnini hava verið úti og brúkt natúrligt tilfar til síni verk. Skeið í garðinum í Listasavni Einars Jónssonar, verk við greinum, og verk gjørd úr kava. Grundleggjandi hugmyndin er, at børn skula hava samband við náttúruna og vera partur av henni, og tilfarið skal ikki dálka í hundraðvís av árum. Guðný hevur tvær ferðir verið lærari í summarskúlanum fyri føroysk børn, sum búgva uttanlands. Niðanfyri eru nakrar myndir hjá børnunum summari 2016.
DSC03852DSC03853DSC03854DSC03855DSC03862
Ofta er tað líka áhugavert at hyggja at, hvør er komin til fyrilestur sum at hoyra fyrilesturin Smile Tað gleddi meg, at rektarin á Fróðskaparsetrinum var har og lurtaði. Tær ungu kvinnurnar søgdu, at skúlin hjá teimum hevur samarbeiði við øll norðurlond uttan Føroyar. Hmmm. Gud viti hví.







Jan 11, 2017

Góður mikudagur

Ford gevur tær tíð kl. 8 á morgni, so situr tú í bíðirúminum, akkurát sum hjá læknanum. Vit sita og bíða, meðan sjúklingurin verður kannaður, kanska hann verður innlagdur, kanska hann sleppur heim við, tá ið diagnosan er stillað.

Í bíðirúminumIMG_20170111_090808 var Pól Jákup og so ein fitt didda saman við pápa sínum. Pól Jákup fortaldi eitt sindur um tað stóra tiltakið, sum nýggjárskonsertin er, og so skemtisøgur sjálvandi. Eg haldi, at Pól Jákup fortelur skemtisøgur allar tíðir á samdøgrinum. Ná, hansara bilur bleiv innlagdur, og mín slapp heim. Ja, mínum feilti einki, tað var alt 60+ feilir.

Pól Jákup fekk so lift við mær, og vit fóru at fáa okkum kaffi í 2x3 klokkan 9. Kaffi og rundstykki saman við 5-6 hugnaligum monnum ein mikumorgun er góð dagsbyrjan.

IMG_20170111_091602Og so var tað hin, sum fór full speed oman gjøgnum eina sera bratta brekku, ferðin bara veksur, vindurin strýkur gjøgnum hárið…men nú loypur ketan av, og so….við fullari ferð inn millum hús, gjøgnum seiðagreipur, inn gjøgnum ein hjall, millum krovini har og út í hinum endanum. Maðurin vaknar á Landssjúkrahúsinum, eymur um allan kroppin. Við seingina stendur Essa. Essa greiðir frá rønkenmyndunum, sum vísa, at har eru fleir riv brotin. Maðurin hyggur og nikkar: Ja ja eg síggi , at hjallurin er brotin, men hvar er súkklan?

 

Og so kl. 14 fóru eg og Turið út at ganga, men tað var strangligt í Havnardali, má eg siga, hann segði eisini skrið í dag. Vit máttu stríða okkum inn eftir, og vórðu blástar heimaftur. Men eitt fínt túrpláss.

Jan 7, 2017

Nýggjárskonsert

Tað er fyrstu ferð eg eri til ta legendarisku nýgjárskonsertina, tó at eg havi verið til onkra konsert hjá symfoniorkestrinum fyrr. Tað var festligt, fólk vóru pyntað og spent. Húsið var pyntað, pallurin var helvtina størri , enn hann plagar, og Kringlan var tikin uppí. Sólveig og eg fóru í góðari tíð, fingu pláss til bilin og eina tvíflís í Smakka. Vit sóu ymisk, sum vit kenna, og øll virkaðu so glað og spent.

DSC06676

Marjun og Guðrið og Ásla vóru við uppá at vera eygnariv her á blogginum Smile

DSC06674

Tær vóru bæði í revi og kinesiskum pelsi.

Mann skuldi arbeitt á Se og hør ella Billedbladet, tí har vóru nógvir flottir kjólar at kommentera, bæði hjá áskoðarum og ikki minst hjá teimum á pallinum.

Russarin Sergei Semishkur sang fýra verk, og hann gav eisini dacapo. Hann sang ótrúliga væl, og var so dámligur á at líta, ikki krukkutur, sum viðhvørt er.

DSC06688 

Tað flottasta er tá ið tað er fult drøn á fullum orkestri, mær dámdi næstan allarbest Back to the Future, har var plymm í.

Tað stóra kórið slapp framat  fýra ferðir, og tað brúsaði. Nú hevur mann hoyrt søgur um, at summi eru diska, og nógvir kórsangarar vóru millum áhoyrararnar. Vit hildu eisini, at kórsangararnir vóru deiliga ungir, serliga konufólkini. Ættarlið skifta , eisini í kórum. Og framførslur gerast alsamt meiri proff. Tóra Verstergaard, sangpedagogur og kórleiðari, hevur vant kórið, og hon sang sína egnu týðing av norðurlendska tjóðsanginum.

DSC06698 

Triðji solisturin var Kristina Thede Johansen, sum spældi saxofon.

DSC06695

Men vit mega ikki gloyma Elina á Rógvu, sum var frásøgufólk, við skemti og smáum søgum. Og hon hevði barasta so flott hár!

DSC06684

Men hví bara nevna solistar, eg hevði so gott útsýni til slagverk, og teir dreingirnir og genturnar vóru imponerandi, serliga fýrurin við skálabumbum; og teir hava so nógv ymisk ljóðføri at taka sær av líka frá kirkjuklokkum, Xylofon til trianglu og trummur í ymsum støddum.Henda myndin er also ikki so pen sum teir. DSC06696

DSC06686