Jan 4, 2017

Fredrik Backman: Min mormor hãlsar og sãger fðrlåt

Fredrik Backman bleiv kendur av bókini “Ein maður, sum eitur Ove”, Rolf Lassgård (kendur sum Kurt Wallander) spældi høvuðsrolluna í filminum.

 Mín jólabók í ár varð keypt í Kastrup á útvegnum, og á heimvegnum sá eg, at W. Smith hevði hana sum nummar eitt á bestseljarahillini, umsett til danskt hevur Louise Ardenfelt Ravnild. Henda bókin er eitt sindur í sama stíl sum bókin um Ove, speisk og absurd. Líkasum ikki skrivað í álvara yvirhøvur, men sjálvandi er ein seriøsur boðskapur í bókini.

DSC06670

 

Tað er væl kent í sálarfrøðini, at ævintýr kunna brúkast sum terapi, tí at ævintýrini eru um menniskjans djúpastu kenslur, angist og ræðslu, og um hvussu høvuðspersónurin – um enn lítil ella fátækur og visasligur – vinnur á øllum mótgangi.

broedrenelodense

Bókin er um ævintýr, um at brúka ævintýr sum stuðul og eggjan og avbrótaraknapp. Høvuðspersónarnir Elsa (7ár næstan 8) og omma hennara (78 ár) hava sína egnu ævintýraverð, sum omman lærir Elsu at liva í og brúka. Tær búgva í einum íbúðarhúsi, og so við og við fatar Elsa, at fólkini í íbúðini eru fólkini í ævintýrinum, bæði prinsessur, riddarar og ódjór. Omman stjelur viðhvørt úr øðrum ævintýrum, varnast Elsa, so vit fáa eksplisitt eisini tulkingar av Harry Potter, X-men og Astrid Lindgren bókum.

Elsa verður happað í skúlanum, tí at hon er “øðrvísi”, men omman lærir hana, at tað er fínt at vera øðrvísi, og omman er í hvussu er nóóóógv øðrvísi enn aðrar ommur, og hon er Elsusa fyrimynd.

 

Ævintýr landið eitur Næstanvakin, og har eru seks kongaríki. Nógvar ymiskar verur eru í tí landinum, nógvar eisini sum hata børn t.d. Núurin. Núurin er eitt frumtíðaródjór, sum vil at alt skal henda í stundini. Hvørja ferð eitt barn sigur “ja bíða eitt sindur”ella “eg skal bara líka”, skríggjar Núurin: Tað skal vera NÚÚÚÚ! Hann hatar børn, tí at børn trúgva ikki hansara lygn um, at tíð er linjurøtt, tey vita væl, at tíð er ein kensla. Núurin fór eina náttina upp á søgufjallið, sum er tað hægsta fjallið í Næstanvakin, har gjørdi hann eitt omanlop, sum oyðilegði fjallatoppin….

images (2)

Men tíbetur eru eisini nógvar hetjur og riddarar í Næstanvakin, og alt hongur væl saman, omman er ein framúr søgusigari, og søgan hjá henni byggir á hennara egna lív - dygdir og ódygdir.

Bókin er sera skemtilig og fantasifull, og eg síggi á netinum, at hon verður róst alla staðni.

(Historien uden humoren er nok lidt pladderromantisk, ligesom humoren uden historien vil være for meget. Men Backman forstår at kombinere disse ting, så der opstår en historie man kan blive ved med at synke ned i. “Min mormor hilser og siger undskyld” når, ligesom forgængerne “En mand der hedder Ove” og “Britt-Marie var her”, dybder i mennesker og verden, som vi normalt forbinder med filosoffer og store tænkere. Backman er en moderne tænker og filosof – bare med humor. (Lars Poulsen))

No comments:

Post a Comment