Fekk í lag at fara í Focus í dag, síðsta dag framsýningin er. Philip hevur havt ymsan stíl í sínum myndum, fyrst var tað sjálvandi klippini, síðani bleiv tað geometriskar bygdir, beinar strikur í myndini gjørdu bygdir og annað, nú er strikan vorðin meiri til eitt putlispæl, kvadratar í ymsum litum. Allar myndirnar á framsýningini eru úr Havn, Havnar kirkja er á aðruhvørji mynd. Mær dámdi sera væl eina av býarbókasavninum á kvøldi. Sá út sum ein stórbýarmynd, ljós í hvørjum vindeyga. Litirnir vóru nokso doyvdir, ikki fagrir og lýsandi. Myndin niðanfyri eitur “Perlugrundin”, stuttlig orð beint við portrið og kirkjuna.
No comments:
Post a Comment