Tá ið skúlaárið byrjar í Hoydølum, plaga vit at hava innleiðsludagar fyri fyrstaflokk. Ofta havi eg hugsað: sum okkara ungdómur dugir væl og er kreativur! Í ár skal bloggurin heiðra lærararnar: sum lærararnir eru kreativir og eldhugaðir, og teir arbeiða ‘above and beyond duty’ (hatta var til Anniku). Hugsa sær til at hava yvir 300 næmingar – vit hava 13 fyrstuflokkar – í Norðurlandahúsinum og fáa øll at arbeiða, lurta og spæla sjónleik! Og eisini at seta aðrar lærarar til relevantar og stuttligar uppgávur. Og arbeiðið verður gjørt við einum smíli, eisini eftir 7 tímar í NLH við øllum hesum ungu.
Annika, Birgit, Christian, Joan og Vár vóru í fyrireikingarbólkinum, sum hevði hugvísindaliga partin av innleiðsluni fyri 1.s um hendur. Eg var ikki í Norðurlandahúsinum í allan dag, men eg upplivdi Hoydalar symfoniorkestur, tá tað spældi “Dukka mín er blá”. Eitt sera stuttligt hugskot. Hvør flokkur umboðaði eitt ljóðføri: messingablásarar, tvørfloytur, violinir, kontrabassir, slagskálir, xylofon, rytmuegg, harpa, trumma. Tey høvdu arbeitt við sanginum og funnið ein máta at VERA ljóðføri, summi høvdu evnað lutir til úr pappíri, nógv høvdu rørslu sum part av framførsluni, og ein flokkur brúkti persónar til ljóðføri, annarhvør var kontrabassur, sum ein annar spældi uppá. Sangurin bleiv spældur ígjøgnum bæði við einum flokki/ljóðføri og við øllum. Forbiðið stuttligt.
Og síðani upplivdi eg ta stóru spurnarkappingina. Spurningarnir vóru um søgu, stavseting, andnevni, fremmandorð á føroyskum, og so hin har tú fært tríggjar frágreiðingar um eitt løgið orð, tvær órættar og eina rætta. Eg havi sjálv gjørt frágreiðingarnar, men Hans var so sannførandi, at eg hevði valt hansara órøttu, um tað var eg í boksini!
Trettan bólkar, trettan boksir:
No comments:
Post a Comment