Føðingardagshaldið var leygaradagin 22. sept. Á bókasavni skúlans var framsýning av avrikum hjá lærarum á skúlanum - fyrrverandi og núverandi. Kirsten og Hanne høvdu funnið bøkurnar fram og gjørt ein lista við titlum, og hann er imponerandi.
Framsýningar vóru, sum lærugreinir skipaðu fyri: enskt, spamskt, franskt, søga, samfelagsvísindi og geografi høvdu tilfar og lurit liggjandi frammi. Í evnafrøði kókaðu næmingar bomm, og í alisfrøði gjørdu tey eina roynd um ferð.
Eins og tá vit fyltu 70 var stovan hjá sponskum og fronskum tann flottasta, café og tapas og litir og tónleikur.
Í enskum høvdu tey býtt stovuna í eitt indiskt horn eitt australsk borð og so bretskt sjálvandi, har var eisini onkur munnbiti at fáa og Sharon bjóðaði indiskt snakk, so fín í indiskum klæðum.
Klokkan tvey høvdu vit samkomu í samkomuhøllini, har Bjørn Kalsø og onnur ynsktu skúlanum tillukku og eitt sangkór sang ein sang úr AUDITION:
No comments:
Post a Comment