May 30, 2014

Eg var mær og vitjaði bróður

Turið systir beyð mær við til Íslands við Norrønu, hetta var tann víðagitna kvæðaferðin ella kvæða cruise. Tey hava gjørt eina slíka ferð áður, og hana hava vit hoyrt nógv gott um. So vit vóru glaðar og spentar, tá ið vit komu við pakka og sekk umborð í allarbesta veðri mánadagin.

Svein í Heiðunum var tann , sum beyð okkum vælkomnum í Saga lounge. Svein hevur lagt ferðina til rættis saman við Rasmus Joensen í Sláið ring. Ein fín skrá, ikki ov nógv á skránni, men passaligt. Vit vóru ein busstúr týsdag, koyrdu um heiðina og so framvið Eskifirði og Reyðarfirði til Neskaupstað. Bygdirnar eysturlandinum hava allar okkurt at bjóða ferðafólki, einastaðni er eitt krígssavn og á Eskifirði er ein framúr góður svimjihylur. Í Neskaupstað er eitt savnshús við trimum søvnum, málningasavn eftir kenda býarsonin Tryggva Ólafsson (f. 1940), eitt sjóvinnusavn og eitt náttúrusøgulig savn.

Tá ið vit komu til Neskaupstað var merkið drigið á stong saman við íslendska flagginum. Vit fingu at hoyra ein fyrilestur um sambandið millum íslendingar og føroyingar á Eystulandinum. Íslendingar vóru ikki altíð so fegnir, at føroyingar komu yvir og fyltu bátarnar og fingu betri prís fyri fiskin enn íslendingar. 


Mikudagin varð farið gongutúr á Seyðisfirði, har fingu vit at hoyra um norðmannin Vattne, sum búsettist á Seyðisfirði og var stórreiðari, hann átti m.a. Vaagen. Vit sóu telegrafmuseum og eina gamla jarnsmiðju. Og so vóru vit inni í kirkjuni bláu. Fyrrverandi borgarstjórin Jónas Hallgrímsson segði okkum frá kirkjuni, og aftaná koyrdu hann og núverandi borgarstjórin summi av okkum inn til kirkjugarðin. Í kirkjugarðinum á Seyðisfirði er grøvin hjá sjey føroyingum, harav seks úr Sumba. Teir vóru við Riddaranum. Steinurin er vakur, men nøvnini eru ólesandi, tað hevði sømt seg, hevði steinurin verið restaureraður, soleiðis at upplýsingarnir vóru lesandi. Enska stjórnin heldur gravir og minnismerki um sínar hetjur um allan heim, vit áttu eisini at víst virðing fyri okkara hetjum, sum hvíla í fremmandari jørð. Sumbingar høvdu blómur við á grøvina.

Dansurin gekk so lystiliga øll trý kvøldini, sum er ikki so løgið, dansifólk úr øllum landinum var við. Og so var tað fyrilestrarnir – ikki at gloyma. Ein um Kjartan Ólavsson (Turið Sigurðardóttir) og ein um Virgar Vølundsson (Rasmus Joensen), vit sótu sum undir lestri. Turið segði  m.a nakað um, hvussu Laksdøla søga greiðir nærri frá ymiskum, sum er í kvæðinum, og Rasmus segði m.a. nakað um tað umhvørvi í Sumba, sum Meinhard Djurhuus dvaldist  í, tá ið hann bara 17 ára gamal yrkti Virgars kvæðið. Aftaná varð so farið upp á gólv, og tey umrøddu kvæðini kvøðin. Helga skipaði Kjartan og ein ungur maður úr Suðuroy skipaði Virgars kvæði, og tað var eyðsæð, at tey vóru væl fyrireikað, dansurin gekk sum ein dreymur.
 Virgar Vølundsson
Mikukvøldið var ein skúlaflokkur úr frískúlanum í Havn (á Velbastað) í dansinum og Leon skipaði Ólav Riddararós.
Norrøna er eitt gott hotell, maturin er fínur, og kamarið var fínt. Tað einasta, sum ein kann finnast at, er buffet rokið. Tá ið øll skula eta í senn (tí at týskarnir koma kl. 8), verður ein ókristilig bíðirøð, fólk standa sum sild í tunnu í eini 3 korter til ein tíma. Og tey standa har, sum hini, sum hava fingið mat, sita og eta...nei hatta er ikki nóg gott.
Vit síggja, at Anna hyggur langtandi eftir matinum, har hon stendur beint hjá teimum etandi.
Her ringir bíðiormurin seg út í matstovuna frá buffetini.
Hósdag fyrrapart var ein spurnarkapping á skránni, við kvæðaspurningum. Trý hold meldaðu seg til, hópurin Vágar Gjáar vann, men kappingin var jøvn. Sera spennandi og stuttligt undirhald. Óli og Rasmus høvdu gjørt spurningarnar. Her niðanfyri síggja vit tað vinnandi liðið.
Spurnarkapping, liðið VágarGjáar

Robert hevði sang og segði sínar eyðkendu skemtisøgur tvey kvøld, og hann var eisini væl fagnaður.
Smyril Line (Svein í Heiðunum) og Sláið ring eiga rós uppiborið fyri væl skipaða ferð.
 

May 23, 2014

Lesarin eftir Bernhard Schlink


 
Vit verða ongantíð liðug við annað verðinskríggj, sokallaðar Holocaust bókmentir kunna vera við til at veita vitan og fatan, skapa samband ímillum tjóðir og byggja brýr millum ættarlið, sum hava upplivað kríggið og tey, sum hava ikki upplivað kríggið, men bert hoyrt um tað. Bernhard Schlink er føddur í 1944, so hansara bók byggir ikki á egnar upplivingar. Hann er juristur eins  og frásøgumaðurin í bókini, sum er hjástaddur í rættinum, tá ið nazibrotsfólk verða ákærd og dømd. Bara í ”mínari verð” hava ta seinastu tíðina verið fleiri krígsminni:  Sunneva Sandø á bókasavninum á Sandi, Drongurin í stríputum pyjamasi í Bókstevi, og nú Lesarin eftir Bernhard Schlink. Eg havi lisið bókina á íslendskum bara til stuttleika, lænti hana frá Turið.
 

Tað er sera áhugavert og skelkandi at lesa um rættarsakina ímóti Hannu Smith og øðrum konum, sum arbeiddu sum vaktir í einari fangalegu. Av tí at vit kenna hana frammanundan, sum eina dámliga, stilla og eggjandi kvinnu, sum høvuðspersónurin hevur eitt inniligt samband við, verða vit tess kløkkarti at hoyra, hvat hon hevur upplivað ella gjørt undir krígnum. Hon er á ákærubeinkinum, men lesarin fær tað ikki at passa, at hon skal vera brotsfólk. Frásøgufólkið, tann ungi maðurin, roynir at skilja ella sætta seg við hendingarnar, sum hann hoyrir um í rættarsalinum.

Hanna, sum hann elskaði blaðungur, og sum hvarv, og sum hann sá aftur í rættarsalinum, verður sett í fongsul. Tey hava samband sínamillum, men síggjast ikki og talast ikki, men hann sendir henni bøkur lisnar inn á band. Tað var júst upplestur, sum hevði verið teirra ítriv ta tíðina, tey vóru elskandi. Men ikki fyrr enn seinni finnur hann útav, at hon dugir ikki at lesa.....tað er so løgin vend í søguni, eitt heilt nýtt perspektiv til hennara lív bæði í nazitíðini og seinni.

Stak góð bók, hon hevur eisini fingið prísir og virðislønir.

May 14, 2014

Lars Løkke 50

Oh my oh my, um Lars er fimmti, so eri eg nakað gomul. Lars hevur fingið meiri av skafti enn tey flestu, nú ið hann fer um tey hálvthundrað.

Hann og Sòlrun hittust fyri 25 árum síðani, tá vóru bæði lesandi og hildu kátt sítt lív í Keypmannahavn, hóast Lars búði heima hjá foreldrunum í Græsted.

Tey spæla í dalstúni 1989
 
Nógv vatn er runnið á sjógv, síðani Lars fyrstu ferð pikkaði upp á í Eiriksgøtu og spurdi, um Sólrun  búði har – tað gjørdi hon. Hon var heima í summarfrí, og árið var 1989.
Fyrstu jól saman, Nørrestræde
Sum politikari hevur Lars fingið mangan lúsing, eisini mangar, sum vit, sum varða av, halda eru í so grovir, men hann hevur eisini fingið rós og er vorðin valdur aftur og aftur. Hann arbeiðir hart og nógv.

Kortini hevur hann fingið tíð at vera familjumaður, Sólrun og hann hava øll árini klárað at havt tíð til børnini, um tað var nóg mikið av tíð, dugi eg ikki at siga, men tey hava ferðast nógv saman við børnunum, bæði í Danmark og uttanlands, spælt borðspøl og grillað búffar og pylsur og nógv annað, og børnini hava samstundis lært at vera sera sjálvstøðug.



Bergur konfirmeraður í Græsted kirkju.

Í nøkur ár hildu tey páskir á Bornholm, um summarið vóru tey næstan altíð í Føroyum, og eina tíð fór Lars kanotúr til Svøríkis við børnunum, hann er skóti innast í hjartanum og hevur lært børnini skótalív.
 
Berugur, Lisa og Símun (jól 2013)

Nú ið børnini eru vaksin, hevur Lars fingið meiri tíð til sín sjálvs (og tíð til meiri arbeiði), og hann hevur gjørt ymsar sniðgøtur í síni karrieru, m.a. súkklar hann nógv - í fleiri ár til París fyri krabbasjúk børn, og nú hevur hann byrjað ein summarskúla fyri skúlatroyttar dreingir.




Lars elskar at gera mat, so heima hjá teimum stendur hann fyri matgerðini.




Karamellepli 2013

Um hann er ikki heima, eru frystar frikadellur ella pizza á skránni (no offense Sólrun ). Eg hopi altíð, hann er heima, tá ið eg vitji tey , og á jólum er Lars høvuðsstuðulin í køkinum, eisini, um jólahaldið er aðrastaðni enn hjá teimum.



Dunnan 2005

Tað er eingin loyna , at Lars og eg kundu ikki verið longri frá hvørjum øðrum politiskt, bæði á ási x og y, tað er sjálvandi ikki eitt evni, vit tosa nógv um, og mær tókti nokso løgið, tá ið mín familja knappliga vóru bestu vinir við Edmund Joensen og Kaj Leo - sum formenn í vinaflokkum. Og fólk hava ofta spurt, hvat pápi helt um Lars. Teir fingu ikki so nógva tíð saman, men eg veit, at Lars hevði gleði av at práta við ein gamlan fýr sum pápa, sum visti um danskan politikk langt aftur í tíðina. Lars kann práta við øll, hansara lív sum politikari hevur lært hann tol eisini við mótstøðufólki.






Lars er ikki beinleiðis ítróttarmaður, men hann hevur roynst heilt væl – saman við Sólrun og børnunum – sum rakstrarmaður í Sáttarenni. Næsta stigið er at læra seg at fletta, so at tað ræsta og turra kjøtið verður rættiliga sjálvgjørt.



Í royting

Góði Lars, tú og Sólrun hava klárað tykkum væl. HJARTALIGA TILLUKKU við teimum hálvthundrað, og farið nú væl við tykkum sjálvum, árini krevja sítt  Heilsan vermóðir.

 

May 13, 2014

Paul Auster: Invisible


 
Dóturmaðurin Michel hevur nógvar Paul Auster bøkur í hillini. Havi lisið Paul Auster onkuntíð fyrr, tá ið hann fyrst kom fram, men helt so, at hann var ov torskildur fyri meg. Men henda bókin er góð, sera góð.
Bókarheitið er gátuført, sera torført at siga, hvør ella hvat tað er, sum er ósjónlig/ur/t. Ein av persónunum er drápsmaður, men verður ikki tikin fyri sína gerð, hansara sanna persónligheit er ósjónlig fyri øll uttan høvuðspersónin Walker. Eitt ummæli, sum tulkar bókarheitið: http://www.escapeintolife.com/book-reviews/a-review-of-paul-austers-invisible/

Bókin er í fýra pørtum hvør við sínum frásøguhátti. Fyrsti partur hevur hin 20 ára gamla wannabe yrkjaran Adam Walker sum frásøgufólk, og sagt verður frá í 1. persóni. Søgan er um Adam og Rudolf Born og damuna hjá honum Margot. Teirra kennskapur ella vinarlag endar sera brádliga eftir ræðuliga hending í eini myrkari gøtu í NY. Annar partur hevur rithøvundin Jim sum frásøgufólk fyrst, Walker setir seg í samband við hann, teir hava brævaskifti, og vit finna útav, at fyrsti partur er byrjan av ævisøgu, sum Walker sendir til Jim, skrivað uml. 40 ár eftir hendingar. Nú sendir hann annan part av hesi søgu, og í tí partinum, sum mest er um Walker og systur hansara Gwyn, tá ið tey vóru ung, er Walker umrøddur sum 2. persónur, ’you’. Triðji partur hevur fyrst Jim sum frásøgufólk, tá  ið hann fer at vitja Walker. Henda vitjan gongur tó ikki sum ætlað, men Jim fær triðja og síðsta part av søguni heim við sær. Hesin partur gongur fyri seg í París, har Walker hittir Rudolf aftur, og hendingar gerast dramatiskar. Fjórði partur  er um, at Jim, sum hevur lisið hesa sjáldsomu søgu hjá Walker, fer at kanna, hvat er upp og hvat er niður til at royna at finna sannleikan. Hann fer til París og hittir Celine Juin, sum var forelskað í walker, tann tíð tað var. Hesin partur greiðir frá Rudolf, nakað um hansara loyndarmál, og hvussu hann endaði, vit síggja dagbókina hjá Celine, so tað er hon sum er frásøgufólk.

Sera áhugaverd bygging og frásøguviðurskifti, sum gera søguna meiri runda og trúliga.

Høvuðstema er kanska at skriva og geva út, at skriva tað, tú minnist. At minnast er ikki so einfalt, tí kanska tú minnist skeivt, og kanska onnur minnast hendingarnar heilt øðrvísi. Og gomul minni er ikki tað sama, sum nýggj minni, tey brýnast og litast, sum árini ganga. Walker skrivar ikki sína bók, fyrr enn hann er gamal og sjúkur, hann heldur, at hann má fáa hetta burtur av sær, moralur ella samvitska plága kanska mannin. Jim verður so hansara kritikari og møguliga útgevari Men skal alt gevast út? Systir Walker, sum arbeiðir á einum tíðarriti, heldur, at tey skula broyta øll nøvn og so geva bókina út undir Jimsa navni, tí hon er væl skrivað, hóst hon er ikki ”sonn”, sigur Gwynn, sum hevur ein stóra leiklut í søguni hjá beiggjanum. Celine er bókmentaprofessari og skrivar dagbók. Nógvar bókmentaligar tilsipingar eru í bókini.
 

Eitt annað tema er erotikkur, holdsligur kærleiki, vit síggja tann unga Walker verða heilt uppslúkaðan av Margot, sum er ein sofistikerað, gáturfør dama, nakað eldri enn Walker. Hon vísir seg at vera eitt goysandi gosfjall á lakinum.
Tvístøðan hjá Walker: at gera tað moralskt rætta ella lúta fyri hóttan og bangilsi og bjarga sær sjálvum, er vælkent tema. Hann ger tað, sum samvitskan býður, men drálar í so leingi. Drálar so leingi, at hann fær ringa samvitsku av drálinum.

Walkersa bók hendir í 1967, og Jim lesur hana 40 ár seinni, samtíðarhendingar verða havdar á lofti, eitt nú ungdómsuppreisturin í París. Serliga Rudolf tosar um politikk, og serliga tá ið han er fullur, nevnir m.a. Berlin múrin, sum er fallin. Rudolf hevur sjálvur verið í kríggi og er ávirkaður av tí.

Frálík bók

May 10, 2014

White Teeth eftir Zadie Smith


Bókin er sera nógv róst, og tá ið vit komu inn í FNAC í Antwerpen, sum er ein sera stórur bókhandil, lá hon frammi í stórum tali, á hollendskum og enskum, hóast hon er ikki heilt nýggj.  Frida Sofía lænti mær hana, og bókin hevur eina vissa sjarmu, tann speiski tónin, sum rakar uttan mannamun eystur og vestur er rættiliga undirhaldandi, men verður tó, sum frá líður, nokso troyttandi.

Bókin er um tvey pør í London Archie og Clara Jones og Samad  og Alsana Iqbal, tey bæði seinnu eru úr Bangla Desh og vórðu gift, tí at foreldrini skipaðu tað soleiðis. Archie er eingilskmaður, men kona hansara hevur røtur í Jamaica. Í báðum familjum er sostatt innflytaraproblematikkur. Alt byrjaði í grundini við, at Archie og Samad vóru í sama tanksi undir krígnum, teir upplivdu ymiskt saman, vóru als ikki hetjur, men liva kortini við og ígjøgnum síni krígsminni, sum so vísa seg at vera ”ósonn” ella skeiv minni. Teir eru bestu vinir, púra óheilag alliansa millum eystur og vestur, millum arabaran og bretan, men teir eru eisini einasti vinur og ráðgevi hjá hvørjum øðrum.
Samad og Alsana eiga  tvíburðadreingir, og sum teir vaksa til, verður pápin meiri og meiri í døpurhuga, um teir verða ikki spiltir at vaksa upp í Onglandi við allari tí vestanspillu, sum har ræður. Hann ger ikki vandari enn kidnappar sín egna son, tann eldra (2 min), bókliga klókara, og sendir hann til Bangla Desh, hann hevði ikki ráð at senda báðar. Tað speiliga í tí er, at tann heimsendi sonurin, sum skuldi gerast góður muslimur og hava siðbundin virði gerst ”more English than the English”, og sonurin sum veksur upp í London gerst ultraradikalur muslimur, m.a. ger hann tað liðugt við gentuna hjá sær, tí hon letur seg so eggjandi í, men tað var júst tað, honum dámdi við henni. Heimsendi beiggin kemur aftur at lesa løgfrøði í Englandi, so hann kann ”hjálpa” Bangla Desh úr síni fákunnu.

“The one I send home comes out a pukka Englishman, white suited silly wig lawyer. The one I keep here is fully paid-up green bow-tie-wearing fundamentalist terrorist. I sometimes wonder why I bother”…

Hetta er eitt høvuðstema, líkist nógv Hanif Kureishi í My Son the Fanatic.   Tvíburðabrøðurnir eru ein mynd av Bretlandi og teimum fyrrverandi hjálondunum, sum eru so formað og broytt av eingilskmonnum, at “you can’t live with them, and you can’t live without them”, sannir tvíburðar tí at so nógvir eingilskmenn gjørdu gentur við barn, meðan teir vóru staddir í hjálondunum, t.d. var abbi Claru breti. Oldurabbi tvíburðarnar segðist vera tann fyrsti at gera uppreistur ímóti Bretlandi, og Samad dyrkar hesa mytu, sum ikki er søguliga røtt. Lagnan vil tað so, at sonur hansara Millat ger eisini uppreistur á sín hátt, tá ið hann – púra skeivur – skjýtur eftir læknanum, sum hevur granskað ílegur alt sítt lív.   
Tá ið bókin endar,  eru nógvar submentanir umboðaðar í etiskum tjaki, vit hava umhvørvis- og djóraverndarfelagsskap, vit hava víðgongt muslimskt harkalið, og vit hava Jehovah vitni, sum vænta heimsins undirgang. Og so sjálvandi tann hvíta meðalklassan, eisini sera speiskt lýstur. Tjakið er um ílegugransking.

Mentanarsamanbrestur í 2. ættarliði av innflytarum er eitt høvuðstema, minnilig er hendingin, tá ið dóttir Archie fer til frisør og vil hava sítt svarta  Jamaica hár slættað og litað reytt, og tað gongur heilt av skriðuni við kemikaliunum. Samanberingin við meðalstættarhúskið Chalfen, sum innflytarabørnini verða send til at fáa eykaundirvísing, undirstrikar eisini munin. Chalfen húskið hevur eina ovurstóra ”hjálpiílegu”, tey hjálpa hesum brúnu ella svørtu børnunum, gloyma so sín egna son, sum so finnur sínar radikalu umhvørvisvinir í staðin, og tey brúnu børnini kunna ikki ella vilja ikki ”hjálpast”.
 
hár, tikin av netinum
 
Stílistiskt er bókin eyðkend av uppramsing og uppafturtøkum og sjálvandi sera speisamum tóna. Høvundurin skrivar ofta talumál (t.d. nuffing fyri nothing), tá ið summi tosa, t.d. Hortensa mamma Claru, stundum er so avskeplað stavseting, at tað er torført at fylgja við. Og nú havi eg als ikki nevnt bókarheitið, tað tulkar tú bara sjálv/ur.

May 8, 2014

Góðalív í Oyes, Champagne

Vit fóru suður týsdag, løgdu at í IKEA í Reims, ja eg veit okkurt meiri virðiligt søguligt minni  man vera at vitja har, men   Ikea var fínt.  koyringin tekur einar fýra tímar. Har friðarligt í Oyes, nakað sum í Dali. FS fór at lúka, Madeleine gjørdu blómukrans, og eg las mína bók. Um kvøldið spældu vit túsund. Vit fóru norðuraftur hósdag klokkan 12, leigarar skuldu koma seinnapartin.
Bæði FS og Madeleine royndu hylin, FS fór beint úr seingini útí báðar morgnarnar.


Og Madeleine fór eisini til ríðing.
 
 

May 5, 2014

Tað góða lívið í Antwerpen

Aftaná gingu vit ein lítlan túr at hyggja  Antwerpen er ein flottur býur, ovurstóra havn, ella nógvar havnir, til skip, bátar og yacchtir. Vit vóru í dag á einum øki, sum tey akkurát hava nýggjað uppaftur, við góðaum íbúðum og góðum matstoovum, nakað sum Vágsbotnur hjá okkum. Vit fóru á café við Dimitru, ein vinkona FS.


Aftaná gingu vit ein lítlan tein at hyggja at einum nýggjum museumsbygningi, MAS. Partur av vegginum er sjanserandi glas, nakað sum í Hørpu í Reykjavík, teir smáu figurnarnir á vegginum eru hendur. Á leiðini sóu vit eitt margháttligt hotell/matstovu, tað er ein umbygdur keikrani, urtagarður við kryddblómum og borð á "dekkinum". Á einum skelti stóð, at hetta var umhvørvisvinarlig bygging í býarrúmi.





Heima í Lelienlaan er gott at spæla úti í tí góða veðrinum, men Emil er farin á legu í morgun.


May 2, 2014

Heilsan úr Reet, Antwerpen 2. mai

Mikudagur er tann stóri ítróttardagurin hjá børnunum, bæði hokki og tennis á skránni. Eg fór við FS og Madeleine fyrst til hokki og so til tennis. Veðrið var frálíkt. Vit fingu okkum kaffi meðan vit bíðaðu.

 



Um kvøldið grillaðu og chillaðu vit uttanfyri. Børnini spældu og súkklaðu í garðinum, hugni í hægsta potensi, men kanska eg sat ov leingi úti til samans, tí eg havi fingið galloperandi krím...aja.

Ná hósdagin fór FS út at súkkla við eini vinkonu, VIcky. Tær súkklaðu inn til Hollands og fóru 90 km til samans, frúurnar vóru móðar tá ið tær komu aftur. Vit vóru har hjá Vicky og Peter og tóku ímóti, og so...ja grillveitsla, svimjihylur (kaldur) og tennisvøllur, aftur sitið úti leingi og ikki so heitt.


Nú ið børnini eru so stór, situr Michel undir baby Harry. Madeleine bleiv verandi og skuldi sova hjá vinkonuni Alex.
Og so í dag fóru vit til Antwerpen, har Emil keypti sær tv ær bøkur at hava við á legu í næstu viku. FS bjóðaði á restaurant, hon eitur Chocolat og hevur eitt heilt ótrúligt ineriør. Í gongini inn á vesið eru horrormálningar og inni í restaurantini er mosaikk, spegl og annað.