Vit verða ongantíð liðug við annað verðinskríggj, sokallaðar
Holocaust bókmentir kunna vera við til at veita vitan og fatan, skapa samband
ímillum tjóðir og byggja brýr millum ættarlið, sum hava upplivað kríggið og
tey, sum hava ikki upplivað kríggið, men bert hoyrt um tað. Bernhard Schlink er
føddur í 1944, so hansara bók byggir ikki á egnar upplivingar. Hann er juristur
eins og frásøgumaðurin í bókini, sum er
hjástaddur í rættinum, tá ið nazibrotsfólk verða ákærd og dømd. Bara í ”mínari
verð” hava ta seinastu tíðina verið fleiri krígsminni: Sunneva Sandø á bókasavninum á Sandi, Drongurin
í stríputum pyjamasi í Bókstevi, og nú Lesarin eftir Bernhard Schlink. Eg havi
lisið bókina á íslendskum bara til stuttleika, lænti hana frá Turið.
Tað er sera áhugavert og skelkandi at lesa um rættarsakina
ímóti Hannu Smith og øðrum konum, sum arbeiddu sum vaktir í einari fangalegu. Av
tí at vit kenna hana frammanundan, sum eina dámliga, stilla og eggjandi kvinnu,
sum høvuðspersónurin hevur eitt inniligt samband við, verða vit tess kløkkarti
at hoyra, hvat hon hevur upplivað ella gjørt undir krígnum. Hon er á ákærubeinkinum, men
lesarin fær tað ikki at passa, at hon skal vera brotsfólk. Frásøgufólkið, tann
ungi maðurin, roynir at skilja ella sætta seg við hendingarnar, sum hann hoyrir
um í rættarsalinum.
Hanna, sum hann elskaði blaðungur, og sum hvarv, og sum hann
sá aftur í rættarsalinum, verður sett í fongsul. Tey hava samband sínamillum,
men síggjast ikki og talast ikki, men hann sendir henni bøkur lisnar inn á band.
Tað var júst upplestur, sum hevði verið teirra ítriv ta tíðina, tey vóru
elskandi. Men ikki fyrr enn seinni finnur hann útav, at hon dugir ikki at
lesa.....tað er so løgin vend í søguni, eitt heilt nýtt perspektiv til hennara
lív bæði í nazitíðini og seinni.
Stak góð bók, hon hevur eisini fingið prísir og virðislønir.
No comments:
Post a Comment