Jan 29, 2026

Tilhaldið í Tórsgøtu

Í Tilhaldinum er virksemi og ítriv fyri eldri fólk í Tórshavnar kommunu. Sera nógv ymiskt er at fara til t.d. venjingar og handaligt arbeiði, dansur og kortspæl.

Nú í nøkur ár havi eg verið regluliga í Tilhaldinum, upp til tríggjar ferðir um vikuna. Tað er gott hjá einum og hvørjum at hava okkurt at fara upp til, at síggja og hoyra fólk. Týsmorgnar er felagssangur á skránni, nógv fólk koma saman, og vit syngja úr Føroya fólks ella Tilhaldsbókini. Hesa vikuna var stórur dagur í Tilhaldinum. Nú er tilhaldsbókin komin út av nýggjum, og aftur hesa ferð er tað Eilif, sum hevur lagt til rættis. Eilif fekk nøkur góð orð frá stjóranum, eina gávu og tað fyrsta eintakið av nýggju sangbókini.

Nógvir tónleikarar og fyrrverandi lærarar eru á spælilistanum hjá Tilhaldinum.

Hanus, Eilig, Hilmar

 Stjórin Eirikur Suni dugir so væl at finna uppá ymiskt stuttligt at gera, gongutúrar føroyskan dans....og tá ið høgtíðir eru, er høgtíðardámur í Tilhaldinum.


Á fastalávint sláa vit tunnu og drekka kakao.


Síðani eldraráðsvalið havi eg fingið eina grund afturat til at koma í Tilhaldið, tí at Eldraráðið hevur sítt fundarhølið á loftinum í Tilhaldinum.
Harmonikuliðið hittist javnan í Tilhaldinum, bæði til venjing og til undirhald.


1 comment:

  1. Gott at tú sigur okkum frá um Tilhaldið. Eitt samlingsstað hjá okkum gomlu.

    ReplyDelete