May 24, 2019

Málamót í Føroyum ella: Meðan vit bíða 3

Hjalmar P. Petersen hevði eina áhugaverda framløgu í Málráðnum á fundinum 23 mai. Hjalmar er málfrøðingur og hevur skrivað "A Language Course for Beginners", hann undirvísir og granskar á Fróðskaparsetrinum.
Framløgan var um málamót í Føroyum. Møti millum mál og tær broytingar, slíkt møti hevur við sær. Talan er sjálvsagt um føroyskt øðrumegin og dansk og enskt hinumegin.

Í talvuni sæst, at donsk ávirkan ger seg galdandi í 19. øld og ensk í 20. øld. Av fyrstantíð var tað hábærsligt at tosa danskt, men seinni bleiv føroyskt hámál. Føroyingar vandu seg við at tosa føroyskt við danir, sum skilja føroyskt. Øðrvísi er við enskum, tað sær út til, at enskt hevur hámálstatus millum serliga ungar føroyingar. Tey ungu tosa ofta enskt sínamillum, og børn heilt niður í barnagarðsaldur duga ensk orð og vendingar. At skifta millum mál verður kallað koduskifti. Tað er fínt at duga at koduskifta, vanliga duga fólk bæði málini væl, tá ið tey koduskifta. Men koduskifti er eitt, eitt annað er málskifti.
Hjalmar: Men spurningurin , ið vaknar er, um vit standa yvir fyri einum málskifti í framtíðini. Knoohuizen (2019) sigur, at hetta hendi í Hetlandi, tá ið 25% av fólkinum tosaði skotskt-enskt (hetta vóru skotskir tilflytarar, ið komnir vóru). Hetta svarar til, at vit hava 12.500 tilflytarar í Føroyum. Talið er kanska ikki heilt órealistiskt, tá ið vit hugsa um tilflytarar + ungdóm, sum fer yvir til enskt.
Møguliga kann tað fara at síggja soleiðis út (Lindquist 2018):


Tað ið Hjalmar vísir á í hesi talvu er, at føroyskt fer at gerast gestur í egnum húsi. Enskt verður tað hábærsliga, og føroyskt verður til húsbrúk. Tað er nokk ikki bara ein "úlvurin kemur" støða nú. Vit vita tað, vit hoyra tað rundan um okkum. Hjalmar hevur eisini uppskot til loysn í evstu løtu. Skipa undirvísingina í føroyskum til útlendingar, børn og vaksin!! Setið krøv til teirra, sum koma higar!! Setið pengar av til at skapa eitt digitalt málkorpus at arbeiða við!  Men hvussu ber tað til, at okkara politikarar, sum altíð siga seg elska okkara mál, sum er okkara fremsta tjóðareyðkemnni, ikki vilja raðfesta tað? Vit hava eitt stórt málráð við nógvum kompetentum persónum, men alt ov lítlari játtan. Vit hava fólk, sum vilja í gongd við at gera tilfar, vit hava granskarar, sum fegin vilja arbeiða við hesum. Men vit vita, at tað er ikki smápengar talan er um. Nú ið val stendur fyri durum og tunnilslyftini koma á breddan, eiga veljarar at spyrja sínar politikarar, hvat tey ætla at gera, so at føroyingar eisini tosa føroyskt um 100 ár.

1 comment: