Dec 31, 2013

Árið ið fór

 

Í ár fluttu Turið og Hallur í nýggj hús í Havn og so flutti eg úr mínum húsum í Eiriksgøtu har eg havi búð síðani 1979, tá ið vit keyptu húsini úr búnum eftir ommu í Havn. Eg havi eisini verið fleiri herligar uttanlandsferðir í ár. Og síðani summarferouna havi eg verið í farloyvi og livað sum pensionistur… eitt perlulív. Myndirnar eru valdar ur túsundtals myndum, sera torført at velja. Fari at gera eitt tilsvarandi úrval á dalssíðuni í morgin. GOTT NÝGGJÁR ALLIR BLOGGLESARAR!

Januar. Helena Fríðheim hevði dukkusjónleikin Babylon. Sera góð sýning, hugtakandi dukkur og leiktjøld.

030

Ferbruar. Landsdansistevna fyri børn í Norðurlandahúsinum.

023020

Mars. Magna ger útferð á pallinum í Eiriksgøtu, og vit spæla í kavanum.014

024

Apríl. Frida Sofía í veitlsu í Dali, Madeleine var í skúla í 2 vikur í Før. Halda páskafrí í Oyes.051074

páskir 2013 200

Mai. Nevndararbeiði endar í Áarstovu, og hoyra ævintýr í NLH.

007005

Juni. Síðsta skúladag saman við fráfarandi rektara, og upplivdi ítoyggjastevnu á Kirkju.

056163121

Juli. Ólavsøka, ólavsøka, ólavsøka, og brúðarparið er avmyndað í Barcelona.

 

Av telefonini hjá Holm J 1071

ólavsøkuaftan 13 117

ólavsøkuaftan 13 092

ólavsøkuaftan 13 086

August. Minnisvarði avdúkaður á Skarði, hitti nógv skyldfólk.

Skarðsbygd 090

Skarðsbygd 112

September. Berlinmúrur og Utopia í Havn.

berlin 116030

Oktober. Vikuskifti i Reykjavík og fletting við Gjógv.

reykjavík sep 13 164

fletta 019fletta 012

November. Lítli Tyrni Sølvason og systkinabarnið diddan hjá Marju og Brian. Og jólasták.

002

019

012

Desember. Jólatræið verður pyntað á Suðuroyaveg.044042040038

Dec 30, 2013

Trýstroynd

Nú eru húsini á Suðuroyavegi trykkprøvað ordiliga. Fyrst var stormur og ódn í fleiri vikur. Tað gav 1. karakter fyri fysiskt mótstøðuføri. So var tað tann menniskjaliga ódnin, ballið 2. jólakvøld, í tí føri skoraðu húsini ikki topp karakter. Tað hoyrdist sera væl í íbúðini, hvat tey høvdust at í stovuni hjá Halli og Turið. Well,tað verður nokk ikki á hvørjum sinni, at so nógv systkinabørn og teirra makar halda sær á gleim. Eg var bara fegin at  hoyra, at tey stuttleikaðu sær.
044039
Nú eru jólini av, og børn og barnabørn fara av landinum. So er gerandisdagur aftur, og eg gleði meg at síggja tey aftur í vár ella í summar. Sum mamma og omma hugsi eg bara: gott at tey hava góða familju og trívast har, tey eru. Og ikki at gloyma: eri so takksom fyri tey, sum eru her hvønn dag.

100
184
182
064

Dec 26, 2013

Herlig jól

Herligur jólaaftan, 16 til borðs, øll míni børn og teirra familja. Stuttligt at vera í nýggjum húsum og kunna fara um hornið inn til sín sjálvs. Og vita tit hvat, eg fekk eitt sjónvarp í jólagávu. Hvussu feitt er tað? Superfeitt!

Óbetaliligt at síggja Magnu pakka jólapakkar upp, óspilt kensluútlát, andlitsbrá, sum sigur alt. Og maturin, ja hann mátti fingið ein heilan blogg fyri seg.

Well, jólini eru ikki av, síggi stóran part av familjuni í dag í víðkaðum systkinabanrnaballi. Gleði meg.

056

Siðbundin jólamynd av mínum átta.

072

og teimum trimum066

110073042008

Dec 24, 2013

24 desember - jól

Nú vildu Tentakluss og Reyðfinna so gjarna síggja eitt pyntað jólatræ, og nú ið tað var jólaaftan. Og tey vóru heppin, tí at alla staðni vóru jólatrø at síggja. Nógvar perur, sum lýsa um alla leið. Frænir skuldi vísa seg, so hann fór at skríða upp í træið, hygga eg! segði hann, eg røkki heilt upp í toppin.

IMG_6433

IMG_6431

IMG_6416

Og kavin lá so hvítur og skygdi, og alt var so hugnaligt, og hjørt prýddu trøini, og sóljusaurahjørtu bankaðu í takt. Tí at Tentakluss og Reyðfinna eru blivin góð.

095094 

Tá ið sóljusaurar mussat flætta teir tungurnar saman, og tað ber væl til, tí at tungan er long og harafturat  klovin.So tað verður ein dupultflætta Smiley

087

IMG_6418

GLEÐILIG JÓL !