Dec 10, 2013

11. desember–Tentakluss og Frænir

Men ein dagin fekk Tentakluss ein at spæla við, tað var ein ormur. Knappliga ein dagin hittust teir, tað var ein kavadag, Tentakluss var farin út at ganga og hugsaði um at fara at skreiða, tá sá hann hann, knappliga bara;

056

hey, hvør ert tú? Spurdi Tentakluss, tí at hann sá at hetta var ikki ein sóljusaurur, sjálvt um hann líktist nakað. Hann var langur og klænur við stórum munni og langari tungu. Eg eiti Frænir, segði hann, og eg eri ein ormur. Skula vit fara at skreiða? spurdi Tentakluss.

058

Nei, eg eri so svangur, eg má eta fyrst, segði Frænir. Ja, eg veit eitt stað, har sum frukt er, segði Tentakluss. Ja kom og vís mær, segði Frænir, og so fóru báðir sníkjandi til húsið við tí opnu hurðini.

059

066

Men hvat galt? Teir hoyrdu, at har var fólk inni. Skunda tær at krógva teg, segði Tentakluss, aftanfyri handa stivlan! Og Frænir og Tentakluss fjaldu seg báðir í gongini, og tað var gott, tí at nú kom eitt fólk, og tað var um reppið, at teir vórðu uppdagaðir, men tíbetur tók fólkið ikki teirra stivla, men ein annan stivla.

049 (3)

 

052

Fjúu, segði Tentakluss, tá ið fólkið var farið út, har var nær við! So fóru báðir inn, og Tentakluss bjóðaði Fræniri frukt. Men Frænir slapp ikki upp á borðið, so Tentakluss borðreiddi fyri honum á gólvinum. Tentakluss var bara so glaður at hava fingið ein at spæla við!

IMG_6366[1]

No comments:

Post a Comment