Reyðfinna segði, at hon vildi ikki fleiri ævintýrferðir niður í hatta myrka rúmið við teimum brøttu trappunum. Hvat skuldu tey so finna uppá?
Frænir segði, at hann kundi hugsað sær at farið ein langan túr. Jamenn er tað ikki so nógvur vindur? spurdu Tentakluss og Reyðfinna. Jú, men tað er spennandi at síggja vindin rykkja og skrykkja í trøini. Á píka, bara hann ikki skrykkir okkara træ upp, hugsaði Tentakluss. Hvar skuldu tey so búgva? Og hann føldi longu, at greinarnar livdu undir teimum.
Og so fóru tey út at vála, tey funnu eitt stað, har ið onkrar verur vóru í einum vatni.
Munnu hatta eisini vera systkinabørn hjá Fræniri, hugsaði Tentakluss. Men so sá hann, at tey høvdu fitjur og dugdu at kava og alt. Fitjur eru føtur á dýrum, sum duga at svimja, tey hava ikki fingrar, men spakar ella skuplur á beinunum til at flyta vatnið við. Fólk, sum vilja svimja skjótt, brúka ofta fitjur ella svimjiføtur, tá ið tey svimja. Hygga handan hvussu fín hon er um høvdið, heilt grøn. Hatta er steggin, tað er pápin, páparnir eru altíð so fínir.
Men her vóru nógv trø eisini, og tey vóru ikki øll blaðleys, summi høvdu nálir eisini. Á hatta eru jólatrø, segði Reyðfinna. Hvat er eitt jólatræ, spurdi Tentakluss. Tað er eitt sovorðið træ, sum tey pynta til jólar, fult av ljósum og …og pynti..og hjørtum og litum. Eg síggi eingi hjørtu. Nei, men fólkini taka træið inn í stovuna, og so pynta tey tað. Á tað hevði eg viljað sæð, segði Tentakluss. Hygga hetta træið, hvussu tjúkt tað er, hetta koppar ikki í vindinum.
Hatta hvíta har yviri, er tað eisini trø? Ja, tað haldi eg svaraði Reyðfinna, tey røkka næstan til himmals, kanska skula tey pyntast til jólar, men tað er nokk bara stór hús og stór fólk, sum hava sovorðin jólatrø.
No comments:
Post a Comment