Sera tungur í huga fór hann oman at sjóvarmálanum, oman í mølina, hann leitaði sum altíð eftir mati. Í mølini var mangt at finna, men var tað etandi?
Har var ikki nógv at finna, hann royndi at smakka tara, hann vist, at tari var etandi, tí at í fyrritíðini, tá ótu fólk tara, um tey einki annað áttu. Hann beit í ein feitan taratongul. Men hann var so seigur, at tað var hopleyst. Men har sá hann eitt gult, tað sá lekkurt út, hrammm beit hann í hetta, tað var kanska frukt, tað líktist eini sitrón? Men fruktin var hørð og smakkaði av ongum...tí hon var av plastikki.
Nei, hetta haldi eg ikki út, eg tveiti meg í havið! Hugsaði Tentakluss. Og tað hevði ikki verið so gott., tí at sóljusaurar duga ikki at svimja, teir eru landdjór burturav.
Hann fór heilt oman ímóti aldunum, spruttini stóðu um hann. Men hann tveitti seg ikki í havið, hann fór longur fram á leið at leita eftir mati og kanska onkrum at spæla við.
No comments:
Post a Comment