Dec 12, 2013

13. desember Tentakluss fær bræv

038034

Tentakluss hevði aldrin í lívinum fingið bræv fyrr, hann var so spentur at lata upp. í brævinum stóð:  kæri Tentakluss, eg hoyrdi um títt bræv í felagnum FINN VINIR, og eg vil nú bara siga tær, at eg tími væl at spæla við teg. Skula vit møtast í tí blaðleysa trænum? Heilsan Reyðfinna.

Tentakluss bleiv heitur um skallan, hvussu í verðini skuldi hann kenna hana, ella finna hana, og meinti hon HANSARA blaðleysa træ ella kanska sítt egna blaðleysa træ, ella hvar búði hon ? Og hvør var Reyðfinna, var hon ein ormur ella ein firvaldur, men hann hopaði, at hon var ein sóljusaurur. Tentakluss var heilt í ørviti, sum hann hugsaði. Eg má fara at leita undir øllum blaðleysum trøum í Føroyum. Hann royndi at leita og leita, og hann vildi ikki lumpast aftur og royna at fara at spæla við ein vest ella einar hosur. So hann heilsaði ikki upp á hesa gulbrúnu troyggjunaIMG_6527[1]

Og ikki heldur hesa mynstrutu sokkarnar.IMG_6526[1]

Men nú sá Tentakluss okkurt langt har yviri, hann vildi ikki rópa, tá at tað líktist nokso nógv eini troyggju, men tað livdi, tað kom krúpandi henda vegin.009

Og nærri hetta kom, betur sá Tentakluss, hvussu flott og pent hetta var, reytt og gult og ljósareytt prýddi bakið á tí.029028

015

Og nú mátti Tentakluss siga okkurt, so hann segði góðandag, eitur tú Reyðfinna? Ja, segði hon, eitur tú Tentakluss?  Tentakluss var so smæðin, at hann stakk høvdið inn undir búkin, so teskaði hann , takk fyri brævið. Reyðfinna var ikki smæðin, hon tosaði hart og skjótt, oys ja fekst tú tað, tað var gott, tey søgdu í felagnum FINN VINIR, at tú hevði brúk fyri einum vini, og so hugsaði eg….bla bla…og hon segði nógv afturat, men Tentakluss, hoyrdi ikki. Vinir, segði hon vinir…tað var so gott!! Nú hevði hann ein vin, ja í veruleikanum tveir, tí Frænir var jú eisini vinur hansara.

No comments:

Post a Comment