Dec 16, 2013

16. desember - Mala í karussellini

Tey fóru øll inn, og Frænir spurdi, um tvey systkinabørn hjá honum Serpens og Serpentina kundu sleppa við – og tað var fínasta slag. Eg vil spæla sjónleik, segði Frænir. Nei, kom heldur eina ævintýrferð? segði Tentakluss, tí hann vildi ikki aftur fara at lata seg í klæði, sum vóru alt ov smá. Ævintýrferð, hvat er tað? spurdu hini. Kom við, so skal eg vísa tykkum, segði Tentakluss.

IMG_6405IMG_6404 - Kopi

Og so fóru øll inn. Tá ið tey komu inn sóu tey ein fittan orm har, kann eg sleppa at spæla við, segði hann, eg eri systkinabarn Frænir. Okey segði Tentakluss, hvussu eitur tú , eg eiti Serpens. Ja fínasta slag kom bara við.

012013016

Hygg vit fara niður henda veg, segði Tentakluss, oys har er so myrkt, segði Reyðfinna, ja men tað er ikki vandamikið, kom bara.017

Oyjedanar, sum her er bratt, vit fara eftir høvdinum, nei nei, kom bara.

 

021023Hygga her, ein karussell, kom inn…tað er stuttligt. Og so mólu tey runt og runt inni í eini trumlu, til tey vóru heilt trillrund og fóru á rull, tá ið tey komu út aftur. Síðani fóru tey at finna nýggj ævintýr.025

Wau, hvat er hatta stóra ílatið, og hvør hevur gloymt at latið tað aftur??042

No comments:

Post a Comment