May 28, 2010

Buen Camino 17






LEÓN
Í gjáramorgunin fóru vit vid bussi úr Puenta Villarente, badi tí at eg hevdi havt so ilt í knanum í fyrradagin,og tí at tad er dráp at ganga inn til ein stóran bý millum bilar í ídnadarökjum.
León (ljón) rekur sögu sína aftur til fyrstu öld eftir Krist. Tá hövdu rómverjar eina stód har. Sjeynda legión hjá rómverjum var byrjanin til býin. Seinni var hann hövudstadur í kongaríkinum León, sum var tad valdmiklasta ríkid á Iberisku hälvoynni. Í León skodadu vit Dómkirkjuna, eitt fantastiskt bygningsverk í gotiskum stíli. MUseum, sum hoyrir til basiliku San Isidors sóu vit og so eitt verk hjá Gaudi. Hann sat sjálvur uttanfyri og teksnadi.Fleiri stadni á okkara leid sóu vit, at summi dyrka León sum stat enn, León libre - León solo - stendur málad nógva stadni sum grafitti.
Sera hugnaligt har rundan um Mariukirkju og í pílagrímsgötuni. Gistu hjá benediktinarum, tey vóru so blíd og góvu morgunmat í morgun. Ókeypis,bert frívillig gáva. Vit vóru á kaffihúsi og restaurant. Deiligt at koma ómódar til ein bý

1 comment:

  1. Handan busstúrin munnu tit nokk fáa fyrigivnan. Vóni at knædi er batna og at tit eru væl hvíldar nú tit fara til gongu aftur.
    Ovasta myndin sær so hugnalig út. Góda ferd vídari frammá vegin - tit eru ein stór inspiratión.
    K.H.
    ElsaSúsanna

    ReplyDelete