Jul 31, 2016

Summardagar í Keypmannahavn

Vit ganga túr á Langelinje, skoða amalienborg og finna eitt spælipláss. Støkka inn á gólvið hjá Macdonald’s

DSC04002DSC04027DSC04029DSC04030DSC04032DSC04034

DSC04028

Snimma ein morgun skal Bergur avstað og vit fylgja honum út í Kastrup.

DSC04005

DSC04012DSC04013DSC04016

Og á Carl Jacobsens vej 19u ber til at súkkla

DSC04019

Jul 27, 2016

Summar familjur eru summarfamiljur.

Tað er ein koming og faring alla tíðina, góðan dag, farvæl, klemm klemm, muss muss. Soleiðis er summarið í Føroyum, eg var í Íslandi , og FS kom til Føroyar, IR og Guðný komu, Leyvoy kom, Turið og Hallur fóru, FS og børnini fóru,  IR og Guðny fóru. Og so renna runt at heilsa uppá, ganga fjøll og uppdatera familjuviðurskifti.

DSC03119

Mathias er í Danmark og Sigri er í Spania og gongur Jákupsvegin.

DSC03965

Sanna hjá Elsumostur er heima og ferðast. Og í Eiriksgøtu eru diddurnar hjá Marju og Briani.

DSC03966

Ein túr til Dals, má mann fara.

DSC03921

Í Leivgøtu er altíð deiligt at koma.

DSC03973 - KopiDSC03975 - Kopi

DSC03972DSC03978

Og so á flog aftur, Lív Rósa fer við til Belgia ein túr.

DSC03985 - KopiDSC03986 - Kopi

DSC03991DSC03993DSC03999

Stórur dagur hjá Shahin og Elly í dag, øll fýra børnini vóru við.

Yngsta í familjuni kemur her at enda, Andrea og Niklas Pætur eiga hesa praktfullu didduna.

DSC03969

Jul 26, 2016

SUMMARSKÙLIN 2016

Hava aftur havt fullteknaðan summarskúla í ár, tveir flokkar eldra og yngra. Børnini eru úr 8 ymiskum londum: Belgia, Danmark, Íslandi, Noreg, Sveis, Indonesia, Skotlandi og Onglandi. Skúlin er í ár í Skúlanum í Kongagøtu, og tað eru frálíkar umstøður har, og so er Grasagarður beint í túninum.

DSC03783

Børnini spældu úti í fríkorterinum og í døgurðatímanum. Ein dag vóru vit útferð, og leiðin gekk til Nólsoyar, har var sjálvandi søgnin um kongsdóttrina á skránni og so ein langur túrur, sum børnini gingu og riðu til skiftis. Áðrenn báturin fór vóru eisini stundir at fanfa krabbar og hvalspýggjur.

DSC03797DSC03799

DSC03802DSC03811

DSC03817

DSC03819DSC03820

DSC03823

Binda blómukransar.

DSC03831DSC03829

Eldri flokkur endaði summarskúlan við at kvøða tvey ørindi av Sigmundskvæði yngra, so stak hugagóð.

DSC03838

Og so var liðugt fyri í ár! Foreldrini fingu kaffi og sluppu at síggja myndirnar.

DSC03859DSC03860DSC03862DSC03863

DSC03852DSC03853DSC03855DSC03856

Jul 21, 2016

VINKONUR eftir Ragnu Sigurðardóttur

Eg var inni í Mál og menning, spurdi, um tey høvdu onkra góða nýggja bók, og henda fekk gott viðmæli frá teirri ungu krambakvinnuni.

Bókin er útkomin í 2016, hendingar fara fram frá 1984 til dagin í dag.

Barndómsvinkonurnar Hafdís og Lára fáa eina nýggja vinkonu í 8. flokki, og hvat hendir, Lára verður tað 3. hjólið. Tær eru óreinar og ljótar við hana. Eftir at Julia kom í flokkin, verður tilveran hjá Láru ótrygg og ræðandi.

Vinkonur-175x275

Samstundis sum skúladagarnir ganga fyri seg, síggja vit teirra lív sum vaksnar. Hafdís er ráðharri í flóttamálum og sostatt ovasti myndugleiki, Lára er listakona og Julia er fitnesstrenari. Hafdís kemur í eina stóra knípu, tá ið sýriulendingurin Ghulem skal útvísast úr Íslandi, har verða politiskar grundir og persónligar grundir samantvinnaðar á spennandi hátt. Ghulem og Lára eru vinir. Ghulem hevur eisini bjargað lívinum í  Hafdís, tá ið hon einaferð fekk hjartatilburð inni hjá sær sjálvari. Nógvir loynidómar eru eisini, sum pína, og fortíðin spøkir.

Ghulem er longu farin á flogvøllin, hann er eisini farin inn í flogfarið, men verður hann sendir aftur til fongsul og píning…?

Góð bók, perfekt til buss og flogfar.

Jul 18, 2016

SUNNUDAGUR Í REYKJAVÍK

Í dag høvdu vit “frí”. Fyrrapartin fóru fleiri í kirkju, onkur fór at svimja og eg fór ein túr fram við sjónum og í Hørpu, har er klassisk konsert hvønn dag klokkan 12.30. Konsertin var flutt úr Eldborg í Kaldalón. Eg fór so at lurta. Tvær dámur spældu floytu og piano. Deiligt at sita og lurta.
Luftlinjan niðri við sjógvin er rættiliga flott, og Sólfari er eitt flott listaverk eftir Jón Gunnar Árnason, sum vann eina kapping 1986 um at gera eitt listarverk til 200 ára føðingardag Reykjavíkar. Sólfarin bleiv avdúkaður 1990.
DSC03704

DSC03707
Konsertin var við floytu og piano, tað vóru Áshildur Haraldsdóttir, floytu (høgrumegin) og Nína Margrét Grímsdóttir , piano.
DSC03715
DSC03721
Síðani fekk eg mær tvær flísar og te í Smurstøðinni, tað er matstovan har í Hørpuni. Har sótu Amanda, Sjúrður, Margreta og Óli.
DSC03716
Nú gekk leiðin í Kolaportið, har mólu vit skamma stund, møttu eisini fleiri av okkara liði.
Høvuðshendingin í dag má vera døgurðin á Geysir. Bistro. Vit høvdu biðið um borð til 11 og vóru har kl. 19. Summi ótu saltfisk, onnur kjøt, onkur át Tortilla og annars fish’n’chips. Og so ótu vit omaná, skyrkaku, pannukakur og sjokolátaísbumbu.
DSC03731DSC03732DSC03733DSC03734
Geysir Bistro liggur mitt í býnum, sum 1000 aðrar, hon er á Aðalstræti 2.
DSC03734
Okkara seinasta kvøld í Reykjavík hittust vit hjá Trygva og Mariu. Leiðslan á Klaksvíkar sjúkrahúsi beyð vælkomin við hostasaft og medisini fyri trekan maga. Anna og Dorthea eru sjónleikarar og Jórunn ikki minni.
DSC03735
Men Dorthea hevur skift navn, hon eitur nú Tortilla. Á restaurantini kom tænarin og spurdi Tortilla? og Dorthea segði ja, tað var hon! Men hon skuldi hava fisk, hon helt eisini tað var nokso løgið, at tænarin visti, hvussu hon æt.
DSC03762 - KopiDSC03751 - KopiDSC03752 - KopiDSC03753 - KopiDSC03755 - Kopi

DSC03719DSC03723DSC03726