Vit gingu rossagøtuna ein morgun, og ein annan morgun fóru vit til Hoyvíkar. Tá ið vit vóru á veg aftur í Hoydalar, fóru vit inn til Símun og Sigrid, altíð eitt gott prát at fáa har.
Ein morgun fóru vit inn á gólvið hjá Ruby og Tórði, stuttligt at síggja tey.
Lisa var eisini nógv saman við børnunum hjá Turið, fór eftir teimum, fór at svimja við teimum, gjørdi málningar saman við teimum og svav saman við teimum.
Takksom at ommubørnini gerast ábyrgdarfull, hjáplsom og blíð vaksin.
No comments:
Post a Comment