Jun 22, 2014

Stevna við Gjógv

Vit høvdu glett okkum til stevnuna við Gjógv, táq ið vit skuldu hava kaffihús í Hoygarðinum. Og tað var ein fínur dagur, veðrið var til vildar, góður hýrur á øllum. Turið og Heðin høvdu bókarframsýning í skúlanum, listaframsýning var hjá Bárði, fólkafundur og kvøldseta. Tey endaðu við báli og sangi niðri í fjøru.

001

Vit høvdu nógv vitjandi í Hoygarðinum, og bygdarhúsið fær 5.400 kr. frá okkum Smile

035 - Copy037 - Copy050052

Børnini elska at vera við Gjógv, Herbert spældi við Kristjan Sigvardsen, og Magna fekk karm.

021024030062

Vit ruddaðu húsini og fóru suður aftur sunnudag seinnapart, men tá gekk minni væl, vit punkteraðu á Hvítanesvegnum, tveir ungir menn vóru fúsir at hjálpa, men fingu ikki eykahjólið leyst, tíbetur hendi hetta ikki longur norði, ella í bergholinum.

076

Jun 18, 2014

Gev ljóð mín glaða sál!

Hesar dagarnar eg havi verið próvdómari á Námsvísindadeildini, havi eg hoyrt nógvar áhugaverdar framløgur. Ein framløga, sum rørdi meg, var framløgan um “Samanhangandi undirvísing í sangi frá 1-6 flokk”. At flætta sang og yrkingar inn í føroyskt og aðrar lærugreinir, so at børnini varðveita sanggleði alt lívið. Tá ið fólk gerast gomul, er tað, sum seinast hvørvur, tað, sum tú lærdi sum barn, so situr tú á ellisheiminum og syngur fyri øðrum ella saman við øðrum – sangbók dugir ikki, tí tú sært so illa. Hetta er ikki meint sum bíligt skemt um tey gomlu, men í ramasta álvara.

Tað hevur altíð verið sagt, at føroyingar syngja so nógv, men er tað so enn, duga vit enn sangir uttanat og syngja teir, tá ið hjartað flýtur yvir av gleði ella sorg?

P1020380

Ein av persónligu grundgevingum næmingsins var, at hon sær, hvussu stóra gleði og styrki tað veitir ommu og abba at duga sangir uttanat.

Tað er satt, tað veitir styrki og sjálvsálit at duga sangir, kvæði og sálmar uttanat. Eg mátti hugsa um Turið systur, tá ið hon nú umborð á Norrønu skipaði “Kom upp á fjallatind” eftir Mikkjal á Ryggi. Hann hevur kvæðalag, so tað var so upplagt. Fleiri tilkomin kvóðu við, og onkur segði, at tey høvdu ikki hoyrt hann á gólvi fyrr. Hann gekk væl. Turið hevur lært sangin sum barn og dugir hann raðið. Hvussu feitt er tað ikki!!

Vit eiga ein stóran sangskatt, og lærarar hava lætta atgongd til tekstir og løg. Vit hava nýggja útgávu av Føroya fólks, og Zacharias Sørensen hevur júst givið út stórt verk til sangundirvísing. Og sangirnir hjá Alexanduri K. og Sólrun M. eru dýrgripir ti smábørn.

images3HCHHOK7untitled

Tá ið børn syngja nógv, bæði rímur, skjaldur og barnasangir, verður tað so nógv lættari at fara at syngja/lesa yrkingar.

Tað er fátæksligt bara at tendra youtube, hóast tað kann vera ein hjálp.

Eg dugi eitt vet av týskum (Die Gedanken sind frei) og eitt vet av fronskum (Aupres de ma blonde), situr rimmarfast, tí at tað er sungið inn. Læra fremmandamál gjøgnum sang, hvat tá?

Jun 15, 2014

Herligt í Havnardali–frálíkt fríøki

Tað er langt síðani eg havi verið ordiliga úti í Havnardali, har er bæði viðarlund og beinkir og borð. Lætt at koma til og fínt hjá smáum børnum.

036

Men, men næstu ferð eg fari, fari eg inn á økið onkra aðrastaðni! Sum øll vita, havi eg handilsknæ, sum ikki er heilt 100% liðiligt enn, m.a. fái eg ikki boygt knæið. Vit fóru uppum stikið, har teir hava gjørt stiga, tætt við har eg setti bilin. Herbert og Magna fóru fyrst, Herbert segði, o omma her er ordiliga ringt at standa, eg detti bara, og so royndi hann at fáa Magnu at detta eisini.

003

Nú nú Herbert sigi eg, ikki tvætla, hatta er bara mosi. Men nú ið eg komi yvirum, søkki eg niður í ½ metur av mosa, og tað VAR ordiliga torført at halda sær á beinunum. Ná vit ganga so, og sjálvandi er henda gamla áhaldsin, beinið bukkaðist púra inn undir meg, mammasta eg fekk ilt! Magna hjálpti mær uppaftur.

009

So sigi eg einaferð, at tey skula ikki fara so langt undan ommu, vissi eg nú detti, so segði Magna, at hon kundi gott leiða meg, fyrsta hon tók í hondina á mær, gleið hon, og so duttu vit báðar, og handilsknæið fór totalt saman, og beinið innundir meg – aftur.

Also, eg hopi Barbara fysioterapeutur sigur satt, tá ið hon sigur, at tú fært ikki oyðilagt knæið sjálv, havi eitt sindur ilt nú.

020

Annars gekk alt sum eftir ánni, í ánni. Vassa, matpakka, ganga.

Jun 13, 2014

Eyðun Johannesen og William Heinesen

Tá ið eg var smágenta, eini 10-12 ár, sendi mamma meg at læra at lesa upp hjá Eyðun Johannesen. Hetta var eftir at eg var hildin uppat at dansa á ovastu hædd á Hotel Føroyum á Kongabrúnni hjá Marnu, klaverspæl havi eg ikki gingið til, og broderí var ikki so nógv av í okkara húsi. So tann, borgaraliga dygdin, sum lá næst fyri, var upplestur.

004

Tímarnir vóru heima hjá Eyðuni í Sjúrðargøtu, stovan var so full av møblum, kanska gott fyri resonansin. Vit lósu “Tað liggur ein grind á Seyrvágsfirði…eg minnist enn tær fyrstu reglurnar uttanat av Feðgum á ferð, tað liggur ein grind á Seyrvágsfirði, hvar skal áherðslan vera? ..ein flokkur av tigandi hvalum, sum stunda til havs..tað er fyri mær, sum vit lósu somu reglur uppaftur og uppaftur, kanska vit komu ikki longur enn fyrstu síðu, kanska eg møtti bara upp eina ferð…Eg havi skilt, síðani eg bleiv vaksin, at tað var eitt privilegium.

008

Heimurin er fullur av summargentum. Ein teirra kemur til tín um náttina, og henni noyðist tú at fylgja heilt til heimurinendar, har sum tornið er.

Tí var tað mær ein so stór gleði at hoyra hansara meistaraliga upplestur í gjár í Norðurlandahúsinum. Upplestur og tónleikur eftir Kristjan Blak, Tornið á heimsins enda í 12 pørtum, myndir hjá Z.Heinesen vóru pallurin. Ein fantastisk framførsla. Eyðun kennir so væl tekstin, livir tekstin og ivaleyst elskar tekstin. Teksturin er so sansaligur, ljóðar og smakkar so væl –  í áhoyrarans oyrum. Hví tók eg ikki fleiri tímar hjá honum…Smile

Birgitte Schackenburg spældi klaver.’

009

TULIHY.HYAPAN.PANHYTUL

010

Uttanfyri hjá tí gamla manninum stendur ein nýskúrað song til at torna í sólini, men tað er eingin sól, og tann gamli maðurin situr á seingini og roykir pípu….011 ile er et deiligt ord..

016

Foldargentan Øssumødl

Jun 12, 2014

NÁD – fyrrverandi læraraskúlin

Gott at síggja, at tey komandi lærarafólkini eru væl fyrireikað, hava áhuga fyri nógvum ymsum evnum, duga væl at leggja fram og eru eldhugað.

018

Evnini, sum tey løgdu fram vóru:

Sult hjá Knut Hamsum, Nóatún hjá Williami Heinesen, Gunnleygur Ormstunga, Halgisøgur um Mariu Magdalenu, Indespærret eftir Oliviu Levinson.

017

Lærarin er Hanne Jacobsen, sum við mildari men fastari hond og síni ótrúliga breiðu vitan um bókmentir og mentan, hevur leitt tey gjøgnum evropeiska mentasøgu og bókmentir.

016

Teirra skilagóðu og væl skipaðu undirvísingarætlanir boða frá góðum.

Jun 8, 2014

RELIKVIUM

Framsýningin Relikvium hhjá Edward Fuglø er á Sands bókasavni, hon læt upp í dag og verður til hósdagin, tá ið hon skal vestur í Vágar. Framsýningin hevur verið at sæð í Glyvra kirkju eisini.

103

Noah – ein brotin stavnur við trygdarbeltinum hjá Nóa.

Framsýningin læt upp í samband við 100 ára haldið fyri Sofus Olsen í Listasavninum á Sandi. Eftir framførslurnar í Listasavninum fóru vit yvir á bókasavnið , har Karin Kjølbro við vælvaldum orðum læt sýningina upp.

093

Karin segði, at Edward er ikki sum hini, hann er nú víðagitin listamaður, hvørs listaverk hanga ymsastaðni ´- eisini í øðrum londum. Hon nevndi eisini listaverkið, sum er í kirkjukjallaranum í Christianskirkjuni í Klaksvík, hagar flokkast nú fólk at síggja verkið, sum hann hevur gjørt saman við Andrass Sólstein úr 5000 træsprekum. Edward er sera fjølbroyttur listamaður rithøvundur, handverkari, málari, pallsmiður og búnaskapari.

100

Edward tók eisini orðið sjálvur, hann segði, at henda framsýning í veruleikanum var framhald av listaverkinum í Christianskirkjuni, tí at hann hevði arbeitt seg so nógv inn í bíbliuna og hennara univers, at tað var nátúrligt at halda fram. Eisini vóru lutirnir, sum her eru at síggja, slíkt, sum hann hevði savnað saman, og sum ikki bleiv brúk fyri tá. Verkini á sýningini sipa øll til søgur og hugtøk úr Halgubók. Hann spurdi sjálvur polemiskt, jamen er hetta list? Helt so fyri, at hjá tí sum hevur hugflogið, er so mangt list.

Tá ið eg kom inn í hølið, helt eg, at hetta kundi ikki vera rætt høli, tí eg sá ongar litfagrar stórar málningar. Edward hevur her eitt heilt annað úttrykk, annað tilfar, men enn hómast ein speisamur tóni, ein “tongue in the cheek” hugburður. T.d. í hesi myndini, sum eitur Skjól.

088

 

Vernd089

Hátíärhaldid á listasavninum er umrøtt á www.dalsbygd.blogspot.com

Jun 7, 2014

Mentanarnátt - ikki candyfloss ólavsøka

P1020116P1020119P1020114

Eitt herligt kvøld í gjár, eg og Inga Rósa fóru á býarbókasavnið við børnunum, tað var fínt, skattaveiða, aftaná fingu tey ein plastlut, hví tað? Nú liggja plastrevolvarin og dunnubustin í bilinum sum órudd. Sama slag sum mann kann fiska á ólavsøku ella fáa í tombola á ólavsøku. Skattaveiða er fínt, les heldur eina søgu fyri teimum aftaná.

So fóru vit í útvarpið at lurta eftir Jensinu, sera fínt, nógv børn og ein so væluppløgd Jensina. Tað næsta var framsýningin hjá Marjun Heimá, riggaði væl, nógv fólk, ólavsøkudámur – uppá tann góða mátan.

P1020127

Síðani fóru vit gjøgnum miðbýin, og her er tað “ketan hoppar av” , sum tey plaga at siga, búðir við gummibommum í pakkum so stórum sum rundatorn, eg meini, handlarnir eru opnir, og fólk fáa øll tey gummibomm , tey vilja – ólavsøkudámur uppá tann ófeita mátan.

Frelsunnarherurin var har við sínum tiltaki um rúsfrían dag, tey seta góðan positivan dám á allar dagar í árinum, – bæði teir mentaðu og teir ómentaðu.

P1020136

Stuttligt at síggja nógv fólk í Havn, vit hoyrdu gamlar íslendskar menn syngja undir bókhandlinum, gingu gjøgnum Boysens garð. Okkara næsta hending var hjá Østrøm, har var sera hugnaligt, vafluroykur og kertuljós. Vit hoyrdu Silju leggja fram sýni úr føroysktundirvísing á Føroyamálsdeildini.

P1020138

Tey, sum skipa fyri, siga við stjørnum í eygunum, at hetta verður størri ár um ár, kanska ein skal umhugsa, nær tað er nóg stórt. Small is beautiful.

Jun 5, 2014

Eldrakeldan


Var á fundi saman við Landsfelag pensionista í dag. Hendrik Dahl og eg vóru biðin sum umboð fyri YF, har vit (og Hanne Jacobsen) akkurát eru í ferð við at skipa eina 60+ deild í felagnum.
Hini sum vóru á fundi vóru nevndin í Landsfelagnum og eitt umboð fyri Lærarafelagið, sum hevur havt eldradeild í mong ár.
Tilelvingin var, at Landsfelagið vil royna at útvega sær stuðul í sínum stríði fyri pensinistanna korum, tey hugsa, at tað er upplagt at hava samstarv við fakfeløg, tí fakfelagslimir gerast jú pensionistar.



Serstakliga fólkapensiónin varð umrødd. Fólkapensiónina eiga vit rætt til, øll hava goldið skatt, og summi hava eisini goldið sokallað pensiónsgjald, so hatta eru oyramerktir pengar. At tað hoyrast røddir, sum vilja minka og strika fólkapensiónina er ógvuliga ørkymlandi og illgrunasamt. Sitandi samgonga hevur fyrr gjørt korta prosess við ymsum, sum hevur vakt stóra mótstøðu millum fólk, bara vit ikki vakna ein dag og hoyra í útvarpinum, at nú er fólkapensiónin strikað.

Tvørturímóti eigur grundupphæddin, sum ikki hevur verið regulerað síðani 1999, at verða hækkað. Grundupphæddin er 3.313,- og er minkað nógv í mun til lønarlagið í landinum annars og er dragnað nógv í mun til danska fólkapensión.

Tað er umráðandi, at øll yvir 60 melda seg í pensionistafelag, har tey búgva, so at vit hava eina sterka felagsrødd. Summi siga, nei ikki enn, tað er ov tíðliga, bíða til eg verði gomul. Men at melda seg í felag merkir ikki at melda seg úr samfelagnum, tvørtur ímóti, so tað er einki at bíða við.