May 31, 2015

Endiliga aftur á BLOGGER!

Nú havi eg ikki fingið sagt tykkum frá míni stóru Evropaferð. Vit høvdu ein fantastiskan túr: DK, FR, BE.
Veðrið var gott, ikki superheitt, so tað passaði mær væl. Børnini hugnaðu sær og spældu við børnini hjá FS, meðan tey høvdu frí. Annars vóru tey eisini í skúla ein part av tíðini.
Í Oyes hava tey svimjihyl, og tað dámdi børnunum væl. Madeleine lærdi Magnu at kava og svimja, her síggjast báðar flúgvandi.


Í Danmark vóru vit í konfirmatión hjá Onnu Miru. Tað var stak hugnaligt, tey eru so festlig í familjuni hjá Lars, abbin og abbabeiggin spældu, og fólkadansur og veitslusangur var á skránni. Deiligt at Sólrun eisini kom við sínum.






 Børnini hjá Fridu Sofíu vóru í skúla og í ítrótti, og eg var við henni í Reet eina viku, meðan Turið v/ fam var eftir í Oyes. Niðanfyri sæst Emil í verjistøðu, síðani Madeleine í álopi, Louis í kajakkpolo og Madeleine í dansi í veitsluhøllini cum fjósinum.






Kristina heldur Lars vera stuttliga, eg haldi hann sær nokso óhugnaligur út.