Oct 27, 2009

Eina brúgv í part




Hvussu nógvar brýr eru um Rættará? Niðri á Landavegnum byggir kommunan eina brúgv, eina alvorliga eina.Mitt ímillum tvær brýr. Bilar skula kunna koyra á henni, ivaleyst møtast á henni við. Fínasta slag....men tað sum eg skilji ikki er, at tað skula vera so nógvar brýr um ánna..nú skula tvey nýggj hús byggjast, javel, men hví kunna tey ikki brúka brýrnar sum eru??? ella gera tær betur- breiðari og so framvegis. Skula kanska tær gomlu lítillátnu burtur? Tvey nýggj hús og ein stór nýggj brúgv. Áin er næstan ósjónlig nú, so nógvar brýr eru,næstan sum at leggja hana undir heilt-akkurát sum Havnará.Hvussu nógvar áir eru í Havn? Hava vit ov nógvar? Hvør er tað sum hevur avgjørt hetta, býráðsmeirilutin ella grundstykkjanevndin, um nakað eitur so?
Skítibýtt dispositión, áin er penari enn brúgvin. Sjálvt um brúgvin er fín og væl gjørd also-einki við tað at gera.

Oct 26, 2009

Góð heilsan í frystiboks


Ein dagin eg fór at leita í frystiboksini fann eg hesa yrkingina saman við fleiri portiónum av eggjakaku v/brokkoli. Klárt at hava við í skúla. Sig so tað, at eg havi ikki fitta systur. I.R. er bara IR

Oct 24, 2009

Leygardagsbloggur





Vit vóru so seint uppi í morgun, so fóru vit á Trapputrøðna ørindi. Har var hororkestur úr Frelsunarherinum í Valby. VIt heilsaðu upp á gamlar vinir. So fóru vit ein túr til Gjáar. Góður túrur, myrkt í veðrinum, einki fólk, men hugnaligt kortini. VItfingu okkum at eta í Hoygarðinum. Vóru aftur í Havn beint fyri kl. 6.

Oct 21, 2009

Listakonan í Reykjavík




Guðný hevur gjørt hetta stellið, í miðjuni er til at seta heitt á, og stellið er málað sum eitt putlispæl. Kári veksur í hvørjum, á hesari myndini er hann so álvarsligur, líkist nógv Eli Sigurði.

Oct 20, 2009

Um vetrarkvøld....



Eydna var so knøpp at siga bingo!


Heilafimleikur í Heilafelagnum...

Silvurbond í haganum






Nógvar áir, sum als ikki eru at síggja vanligar dagar, er sjónskar, tá ið áarføri er.
Jóannes Groth hevði kanin við í heystferiu, abbi hjálpti at era búr í Malthúsgarðinum

Oct 18, 2009

Aftur úr feriu






Eina herliga viku í friðinum í Dali. Vit høvdu eisini gestir, Turið systir vitjaði við tveimum íslendingum, og Sólveig gisti eina nátt. Tríggjar morgnar var eg úti og gekk túr. Elin hjá Sólveig og hini vóru í Rununi, og hon hugdi inn á gólvið saman við Tórhild. FLEIRI myndir í myndasavninum, trýst á tað lítla diasshowið á forsíðuni.

Oct 11, 2009

Sigurð konfirmeraður

Deilig veitsla





Ann helt 50 ára føðingardag í gjárkvøldið, og vita tit hvat? Tað var brúdleypsveitsla eisini. Tey giftu seg í gjár! Inni á Glyvrum, so tað var festligt.

Oct 7, 2009

Stafettin latin


Í dag varBrian inn á gólvið, nú fara teir á fjall ímorgin í staðin fyri fríggjadagin, tí at tá verður stormur. Vit hopa, at alt gongur væl, og Brian klárar seg væl. Á myndini lænir Hans Marius honum seyðabyrsuna.

Oct 6, 2009

Ránið eftir Mette Newt





Stuttligt athava so gávuríkar næmingar. Tey hava lýst inuitbústað og trúgv á eini tekning, næstan sum ein teknirøð. Ladies and gentlemen meet 07b í Hoydølum!

Oct 3, 2009

Føðingardagsleygardagur






Fyrst Lív Rósa, hon verður 5 mánadagin, har vóru bollar og kakur, og hon fekk nógvar fínar gávur.
So fór eg inn á gólvið hjá Tórarini, hann er systursonur Turið á Bakkanum, og hann er 40. Har var nátturði og kakur og øl. Hann hevði fingið eitt óvæntað gildi frá familjuni. Tey høvdu riggað til og gjørt mat og sett borð upp og alt, og hann visti av ongum. Hann varð sera bilsin og glaður, men hann hevði hildið tað verið nakað løgið, at tey absalutt skuldu koyra runt í Klaksvík í allan dag,m.a. keypa egg tí at tey vóru upp á tilboð. Og so heilt út til Runavíkar í onkran handil

Grannkona vitjar


Altíð hugnaligt at práta við Jónu. Hans Marius var farin at ivast í, um Jóna var farin onkustaðni, tí hann sá hana ikki so ofta í køksvindeyganum. Men nei, hon er heima.