Jan 18, 2017

Ø

Siri Ranva Hjelm Jacobsen var í Føroyum til bókadagar. Urd Johannesen hevði eina samrøðu við hana í Norðurlandahúsinum. Ein samrøða var eisini í Danmarks radio. Tað vóru tvey útvarpsfólk, sum arbeiða fast við at gera bókmentasendingar. Tey vóru sera væl fyrireikað. Millum annað høvdu tey Odyssé’ina við sær, bæði fysiskt og í høvdinum. Bókin Ø hevur  íblástur úr Odyssé’ini, teirri stóru ferðini hjá Odysseusi og hansara stóra longsli eftir konuni og eftir sínum landi, Ithaka.
http://www.dr.dk/p1/skoenlitteratur-pa-p1/skoenlitteratur-pa-p1-2016-12-21
Persónar. Frásøgufólkið er ein ung kvinna, sum hevur føroyska familju, tað eru omman og abbin, sum eru føroyingar, og sum fluttu til Danmarkar á ungum árum, hon er sostatt 3. ættarlið av tilflytarum í DK. Hon lesur geologi, og hennara fakligi áhugi skínur ígjøgnum myndamálið. Hon er nakað innvend, hugsi eg, fer einsamøll túr, vil siga farvæl við landið einsamøll og vil heilsa upp á bygdina einsamøll. Vit vita ikki, hvussu hon sær út, ella, hvussu hini síggja hana, men hon líkist pápa sínum, sigur hon. Hon hevur altíð búð í Danmark og ferðast heim í ferium. Hon dugir ikki føroyskt. Foreldrini eru mamman og Tarantellurin, hann er jaliga lýstur, hjálpir uggar. Gentan følir, at bæði hon og pápin eru tilflytarar og rótleys, hann er italienari. Men Tarantellurin hevur ikki stóra rollu. Mamman er eisini nokso fjar, men gentan sær, hvussu mamman broytist, tá ið hon kemur til Føroyar, verður lættari og glaðari: “Det var ikke til at komme udenom: hun blev lettere af at være her, saftig. Hun genvandt sin elasticitet.” (140)
DSC06736
Høvuðspersónar eru abbin og omman, sum bæði eru deyð, tá ið søgutíðin byrjar, og familjan fer til Føroya at ferðast. Vit fáa teirra lívssøgu, Marita og Fritz komu saman á ungum árum, giftust og búsettust í DK. Men Marita hevur eitt loyndarmál við sær til Danmarkar, og lesarin veit ikki, hvussu nógv vita um hetta loyndarmál. Vit vita heldur ikki, um frásøgufólkið kennir loynidómin, tí søgan um Maritu á ungum árum, áðrenn hon fór niður hevur annað frásøgufólk. Omman fær ikki so stórt pláss í søguni, vit síggja hana, áðrenn hon fer niður at arbeiða og giftast, men seinni í lívinum er hon sera tigandi og álvarsom (“i sit pertentlige univers”). Tí gerst ein ovfarin, tá ið omman avdúkar, at hon er loysingarfólk, tað er aftaná fólkaatkvøðuna í 1946.
 Frásøgufólkið og abbin hava tætt samband, tey lesa saman, lúka saman, og abbin avdúkar sín longsul, sum ikki kann útloysast (“hvis det ikke var for din omma”), men bleiv til eins “længselsspasme” (185).  Tað er so syrgiligt, men samstundis romantiskt, at hann býr alt sítt lív í Danmark, tí at omman vil ikki heim. Tað merkir ikki, at ommuni ikki longdist, tað mundi hon gera.
Stílur. Høvundurin dugir sera væl at skriva um og lýsa henda longsil. Nógvir áhugaverdir myndburðir og sera lyriskur dreymakendur stílur eyðkennir bókina. Eg havi lisið bókina tvær ferðir. Fyrst skjótt, tí eg vildi vita, hvat hendi, og hvussu leikur fór. Ikki nógv hendir, einki drama, eingi ógvislig orð. Men tá ið eg las hana seinnu ferð slapp eg at njóta henda serstaka intensa, kenslusama stílin.
Myndamál. Nógv føroysk mentanarfyribrigdi eru í søguni, sum peilimerki hjá frásøgufólkinum í sínum heimlongsli. At binda á donskum er sum at tosa eitt fremmant mál. Føroyskur matur og føroyskur dansur eru henni fremmand og løgin. Hon dugir ikki føroyskt, ei heldur mamma hennara, og tað kennist, sum ber hon alla familjuna sum eina byrðu á bakinum. Sagnir um flotoyggjar og menniskjað sum ein oyggj kemur ferð eftir ferð fyri. Myndin av einum skipi í einari fløsku, abbin er skipið, omman er fløska – rættiliga sigandi.
jeg ledte i hendes øjne efter et sted at bo (93)
- som om han bar rundt på et sted (122)
- Om natten, når krigen slukker lyset, er hvert hus…..en drivende ø (161)
- længslen er uden sted (217)
- man tænker det er en nordatlantisk filial af Frilandsmuseet (125)
Tað er altíð spennandi, tá ið bøkur koma út um okkurt, sum vit kenna ella kenna aftur. Sjáldsamt var at hoyra, at Anne Lise mín góða vinkona hevur kent hesi fólkini, ella hevur vitað um tey, kendi skúlan, sum Friz arbeiddi í, og sum eisini var bústaður teirra í Herfølge.
DSC06735
Í Bókastevi í hvøld vóru onkrar, sum hildu, at bókin var fantastisk, fleiri hildu, hon var fløkjaslig, og onkur ætlaði at fara at lesa hana umaftur




No comments:

Post a Comment