Nú fer summarið at halla. Tann ljósa tíðin er upplyftandi og lekjandi. Vit vóru heppin at fáa summargestir aftur í ár. Frida Sofía kom og Madeleina, og Emil kom nakrar dagar saman við einum vinmanni.
![]() |
Elisabeth |
![]() |
![]() |
Vit vóru ein túr á Breiðasandi , ein perla - eg sigi ikki hvar. Madeleine, Magna og Herbert hugna sær.
Norrøna felagið gjørdi eina fína útferð við Westward Ho,
Norrøna felagið gjørdi eina fína útferð við Westward Ho,
vit sigldu norður við Streymoynni, ein so frálíkur túrur í góðum veðri. Jens Marius stóð við stýrisvøl. Útsýnið var so vakurt, bæði Vestmannabjørgini og Vágalandið.
![]() |
Í Leivsgøtu komu Alain og Leyvoy og Thorvaldur. Alain hevði gjørt eina kaku til junibørnini. Eg og Thorvaldur eru akkurát javngomul.
No comments:
Post a Comment