Marjunarbinding, ella sum vit hava hoyrt tað við Gjógv Marjunibinding, verður eisini kallað gjáarbinding. Tað er ein máti at binda við kasta um og taka saman og taka leyst av. Tað er ikki torført, mynstrið er bara sami stokkur aftur og aftur. Men skjótt at villast, og kemur sperðil í, er sera torført at taka uppaftur, tí at summi eygur eru bundin og onnur eru ikki bundin, og so allar buktirnar. Rættan og rangan eru eins. Um tú bindur á grovum stokkum, verður tað sum eitt luftigt netamynstur.
Vit báðar Turið vóru á skeiði í marjunarbinding á Oyrarbakka í gjár. Tað var kvøldskúlin har norði, sum skipaði fyri, og vit eru so hepnar at kenna samskiparan, sum hevði sagt okkum frá. Undirvísari var Elspa Petersen, sum eisini hevur havt verkstovur á bindifestivalinum í Fuglafirði okkurt ár.
Síðuvinningur var, at vit vóru á tí nýggja skúlanum á Oyrarbakka, ljóst og deiligt rúm á bókasavnium og vakurt prýtt innan. Tíverri kann mann ikki siga tað sama um útiøkið, ein millión betongtrappur, betongskráar og grátt í grátt, og har sum ikki betong var, slapp seyðurin at bíta grasið í rótina.
Hugagóðar í flottum høli Á bókasavninum var eisini ein framsýning av næmingarabeiði, tey hava arbeitt við bókini hjá Silju Aldudóttur Ódjór og evnað pallmyndir til søguna. |
myndprýtt: Astrid Luihn |
Fantastiska stuttligt hjá tykkum
ReplyDeleteJa, mann lærir so leingi mann livir.
DeleteHatta hevði eg fegin vilja lært 🤩
ReplyDelete