Oct 31, 2016

Sunnudagur í Valby

Vit fóru á loppumarknað. børnini fingu nakrar krónur í part, og so fóru tey at hyggja og velja. Magna keypti smáar hundar og einar inniskógvar og ein kálorm til Kristinu. Ró keypti sær húgvu fyri 10 kr. og Herbert keypti eina standmynd og eina lampu, sum hann ætlar at brúka sum ljósastaka.

DSC05078 - KopiDSC05076 - KopiDSC05077 - Kopi

Síðani fóru vit á eitt spælipláss har í nándini.

DSC05092 - Kopi

DSC05088

Magnusa tørn at klára forðabreytina, meðan hini danda.DSC05089

DSC05085

Deiligt at fáa gestir úr Føroyum. Ró og Herbert.

Oct 28, 2016

Meistarin arbeiðir

Tann amerikanska grýluveitslan er mánadagin, og frítíðarskúlin hjá Herbert bjóðaði foreldrum og systkjum til Halloween. Turið hevði bjóðað seg til at baka eina kaku. Kakan skuldi vera óhugnalig, so Turið gjørdi ein kirkjugarð, illa røktar gravir, skøltar og annað.

Beinagrindarpartarnir eru úr fondant, formurin var eitt ark av plast.

DSC04994

Gravsteinarnir vóru finskbreyð, pyntað við glasing.

DSC04992

Sjálvur kirkjugarðurin var ein vanlig sjokoskuffukaka. Hon varð flakt og bein stroydd ímillum, hugskotið var at tá ið tú skar í hana komst tú niður á bein. Men tey vóru øll upployst.áðrenn kakan var skorin.

DSC04995

DSC04996

DSC05008DSC05013DSC05014DSC05015

DSC05056

The living dead.

DSC05060

Kristina skuldi vera eiturkoppur, men ræddist seg sjálva  í eiturkoppabúna, so.

Oct 12, 2016

Heystferian 2016

 

 

Í ár fekk eg allar genturnar heim, tær komu eina viku og tvær vikur í part, so at tær sóust tvær og tvær, og eg fekk allar fyri meg sjálva nakrar dagar.

DSC04787

Vit hildu bindiklubb á Suðuroyavegnum, tað hendir altíð nógv , tá ið FS er heima Smile

DSC04775

Frida Sofía var við til sjónleikin “Havfrúgvin”, vit vóru ein túr í Dali og hon var í konfirmatión hjá guðsoninum og  vóru til eplafestival í Trøðum á Sandi.

IMG_20161002_135545

Sólrun drønaði norð til Gjáar, tíverri var hon ov sein til sjálvan raksturin, men hon var hjálparfólk í flettingini. Hon tók eina ær við til Havcnar og mól til fars, og hon betrekti stólarnar hjá mær. Tað hendir altíð nógv, tá ið Sólrun er heima.

DSC04805DSC04807

Hon var við í føðingardag hjá Tyrna, og hon kom til Dals at hjálpa Turið og Halli við at fletta.

IMG_20161002_112554

 

DSC04835

So kom dagurin tá ið tey smáu komu heim at vitja, tey steðga í 14 dagar, og omman er glað!

DSC04811

DSC04838

DSC04861

Tey komu til Føroya fríggjakvøld og brendu suður til Dals leygarmorgun. Eitt er at gera, og annað ikki at forsøma!

DSC04837