Eg gekk mær gjøgnum býin ein góðan vetrardag,
eg sá tað besta orkestur, eg nakrantíð havi sæð.
Trei, rumm, trei, rumm, trallalalalei….
Á káta horninum ljóðaður ræstir, eg meini reystir tónar, og inni í Tutli var Marjun, og hon beyð kaffi, og har í handlinum var ORKA. Teir vóru í ferð við at rigga til. Harrans malargrót, eg havi hoyrt um orkestrið, treyðugt so, og eg veit, at teir hava eisini spælt uttanlands, men gud veit, at visti eg ikki, at teir gera ljóðførini sjálvir burtur úr burturkasti. Men eg fylgi vist ikki so væl við á tónleikapallinum.
Tað var ein stuttlig uppliving, og Jóanes Nielsensa yrkingar hava sanniliga fingið tónleik til sínar myndir. ORKA hevur akkurát givið eina fløgu út, so hetta var upphiting til útgávukonsert, sum skuldi vera um kvøldið.
No comments:
Post a Comment