HJARTALIGA TILLUKKU ANNA, eg veit, at tú lesur bloggin við hvørt. Henda myndarøð er ein lýsing av tínum ymsu eginleikum, sum eru t.d. títt góða humør, tíni sjónleikarevni, tín náttúruáhugi, tín lesihugur, tín binding…eg kundi blivið við.
Anna er eitt lívstykki, her síggja vit frúuna til grillhugna seinasta skúladag, eitt stórt smíl og ein skemtisøga eru fast ískoyti.
Anna er farin undir eina karrieru sum søgusigari, hon ferðast til søgufestivalar og søgusigaraskeið, á myndini niðanfyri er hon á café Chill í Kollafirði, har hon skipaði fyri frásøgukvøldi. Anna dugir eisini at kvøða, og hon hevur meiri enn einaferð roynt at toga tey gumpatungu upp at dansa og kvøða t.d. Bukkutáttin.
So sigst í Arngríms synum: hon kann alt við hondum gera /sømir seg væl ein kvinna /hon kann
Tá ið starvsfólkið fer í fjøllini er Anna ikki aftast, Hon orkar at ganga, og hon kennir staðarnøvn og sagnir. Á hesi myndini er hon á heimabeiti so at siga, vit ganga av Oyggjarvegnum til Kaldbaks.
Á hesi myndini nýtur Anna eitt glas av góðum víni inni hjá ríkisumboðskonuni.Grýluklødd í 2011, vit kenna Annusa serstaka kappingarhug. Grýlukappingina vann hon ikki, men hon gav Kristjani ein skarpan gang. Tá ið vit høvdu jólakalendarakapping í 2012, tá vann Anna. Vit minnast eisini, hvussu nógv hon legði fyri og kýtti seg í tónleikakappingini síðst í desember.
Og her er dáman í galla og fjong…
Góða Anna, hjartaliga tillukku og takk fyri gott samstarv og vinarlag!
(BTW vektin í morgun var 77,2, mentað skula vit ikki snakka um nú)
No comments:
Post a Comment