Eftir at hava hoyrt um svansið á ALS skilji eg betur Regin Dahlsa útmelding í yrkingini. Hetta landið er fult av kraddarum, egoistum og stjórum og undirstjórum og varðastjórum og fyribilssettum stjórum. Eg hati ikki einstakar persónar, men eitt slag av fólki, eitt slag av eirindarleysum atburði og vantandi empati, eitt slag av óumhugsnum óskilagóðum ópolitikarum. Bíða, bíða…bíða eftir avgerð um karaktersnýt á Strondum, bíða eftir reglugerð um mønustingara, bíða eftir Marknagili, bíða eftir , at tíðirnar skula batna, bíða eftir Godot, bíða eftir hækkaðum blokki. Nei, weekendin skal so ikki spillast av hesum dapurtonkum. Plagi at lata tað bara perla av og stinga høvdið í sandin ella undir veingin…men tað byrjar at leka inn um fjaðrarnar…dansur er í Skálavík í annaðkvøld, hevði tað verið sum fyrr, so fingu teir tátt…og ein táttur ER á fb. Hann hevur hóskandi lagið ‘Alment starv’.
Nei, gott vikuskifti allir blogglesarar! Royni bara at abstrahera…eitur tað ikki so, tá ið tú skalt ikki hugsa meiri um tað.
No comments:
Post a Comment