Var í sjónleikarhúsinum í dag, Herbert og Magna og Turið eisini. Tað má eg siga, Helena Fríðheim hevur fingið ein fínan leik burtur úr Hans Andriasa sangi ella sangum, tí har var farvegur eftir øðrum sangum enn “Kongaríkið í Babylon”. Helena greidi frá, at í Estlandi brúka tey stóran pall og stórar dukkur til dukkuleik, hesin pallurin var eisini stórur, og leiktjøldini vístu akkurát Fjallafonn og Babylon, og drongurin róði allan vegin til Babylon.
Tað var so fínt. Magnu (næstan 2) dámdi ikki so væl, tá ið hvalirnir gjørdu seg inn á bátin, og hon prátaði enn um ‘stóran fisk’, tá ið vit komu heim, vónandi fær hon ikki marruna í kvøld av bóghvítuhvalunum.
Søgnin um risan og kellingina var eisini sloppin upp í part. Helena hevur gjørt leikin til eina bæði undirhaldandi og læruríka søgu. Á atgongumerkinum er arbeiðsspurningar til børnini, man vera ein góð hjálp og inspiratión hjá barnagørðum og forskúla. Røddir og dukkuførarar vóru Helena, Birita, Kristianna og Eyðrit,
Gott Helena!
No comments:
Post a Comment