Eg minnist nógv gott um Arna. Hann var ein fínur keypmaður at hava, kundarøktin var í topp. Altíð hevði hann nógv at gera, men kortini gav hann sær stundir at heilsa upp á fólk. Nú er viðvent, fólkini í handlinum sita og keða seg við eini telefon ella tyggja tyggigummi og hyggja út gjøgnum vindeygað og svara tær neyvan , um tú biður góðan dag. Ja, ja eg veit grumpy old women. Men Arne.. einaferð hevði eg gloymt at keypt kjøt, og tað skuldi steikjast dagin eftir, og klokkan var farin av hálgvun seks, so ringdi eg til Arna og bað hann taka tað úr frystiboksini fyri meg, og voila, keypti tað tiðnað dagin eftir.
Eg minnist, tá ið Hjørdis og Jóhannes, foreldrini hjá Arna, høvdu handilin. Úti í Grønlandi vóru tveir handlar. tá ið eg vaks upp í fimmtiárunum, hjá Sigurð og hjá Andreassen, og so keyptu summi í ‘Bruksini’, hjá Elisabeth og teimum áttu tey bruksusaft, tað var pulvur til at loysa upp í vatni, tað smakkaði himmalskt. Vit keyptu fast hjá Sigurð, men eg minnist væl skivuna og kassaapparatið hjá Andreassen. Og Hjørdis gekk har innan fyri skivuna, so trygg í síni verð. Og handilin hjá Sigurð flutti, og Arne fór at byggja út og modernisera, tað vóru spennandi tíðir, alt blómaði og vaks.
Tá ið Arne fekk blóðpropp fyri nøkrum árum síðani, sást rættiliga hvat tæri var í honum, hann trenaði og trenaði, hann skemtað, hóast hann fekk illa tosað, og so fór hann at koyra bil aftur. Tað var fantastiskt at síggja, og eg sum vera man hugsaði um Hans Marius, sum ikki hevði sama vitalitet og somu orku.
Tað var ein hátíðarlig løta í Ebenezer, tónleikarar úr Musikkskúlanum spældu og Kapnas spældi violibsolo, dupultkvartettin sang eisini.
Friður við minninum um Arna.
No comments:
Post a Comment