62N gjørdi ein gongutúr í Norðurspania við beinleiðis flog úr Føroyum, 10-17 sept. 2025. Vit systrarnar meldaðu okkum til. Flogið varð til Barcelona, har ið Xavier tók ímóti okkum. Vit fóru við bussi til Camprodon, sum er ein lítil býur í Katalonia, sum liggur í 1000 metra hædd. Vit búðu á Hotel Camprodon, sum er eitt 100 ára gamalt hotell, bygt til ríkar býarbúgvar, sum komu úr Barcelona at fáa sær frið og fríska luft.
, Hotellið er sera væl varðveitt, og prýði og møblar vísa á eina gamla tíð.| hotell Camprodon |
Vit gjørdu nakrar túrar har í økinum, m.a. til bygdina Roc, har misti eg telefonina , og hon fór í knús Camprodon liggur har íð tvær stórar áir møtast . Eitt kvøld var dansur á torginum, og tað veit denn at líktist teirra keturdansur nógv okkara dansi. Men tey høvdu tónleik til dansin.
Vit fóru úr Camprodon til Tossa de Mar, men á vegnum vóru vit í Figueres og vitjaðu Dali savnið.
| Salvador Dali |
No comments:
Post a Comment