Dec 30, 2011

Ólíkar upplivingar












Í gjár vóru eg og Herbert á listaframsýning á Louisiana. Eg hevði heilt gloymt, hvussu fantastiska flott Louisiana er. Kinesarin, listamaðurin og systemkritikarin Mai Weiwei var har at síggja, vit sóu súkklupyramidu, sum Herbert fegin vildi "súkkla á", men tær flestu høvdu ongan saðil. So sóu vit risatrøini hjá honum og Ljósspringvatnið. Tað stóð uttanfyri. Men nógv onnur listafólk vóru at sjá, Asger Jorn, m.a. Vald arnarinnar, sum júst er í stílasettinum, sum eg hevði við mær í feriu, og Klee og Giacometti (er tað so hann eitur?).


Uttanfyri var serliga hugnaligt, Herbert var glaður at sleppa út í luftina, og serstakliga spentur, tá ið hann sá "sjónin". Omman helt sjálvandi , at hann sá listarligar sjónir og skuldi beint fara eftir pappíri og leiri og saksi, men hann meinti jú sjógvin, brúkti bara tann deiliga hvørjumfalsformin. Og sanniliga, tað var ein sjón, hav og ljósini í Svøríki, og so Ljósspringvatnið hjá Weiwei. Herbert var serliga fangaður av liggjandi fólkum, "omma les, hvat stendur" segði hann, "og hvat stendur her"...og so royndu vit at finna armar og bein og rumpu á "reclining figure in three sections".


Men Louisiana hevði eisini eitt barnahús, nú ið skúlarnir høvdu frí, og har vóru mong verkstøð, Herbert bakaði m.a. eina siropskaku, teknaði og royndi at gera eina leirkrokodillu. òtrúliga stuttligt og deiligt at vera á listasavnið við einum 3 1/2 ára gomlum.




Í gjárkvøldið sóu eg og Bergur ein film, hansara val, hann hevði ikki sæð hann enn, segði hann. Filmurin var Wall Street. Kenna tit hann? Also eg mæli ikki við honum, uttan so at tú ert serstakliga áhugað í partabrævahandli og børsarbeiði, ella kanska um tú ert Michael Douglas fan. Men tað síðstnevnda var eg - eitt sindur, ella eg elskaði Kirk Douglas pápa hansara fyri 45-50 árum síðani, og tað hevur hann arvað - eitt sindur - men tað eri ikki longur. Teir tveittu runt við milliónum og milliardum, eitt lítið sindur av romantikki og eitt barn á veg....teir avhøvdaðu feløg og gjørdu innanhandlar og hevndu seg við at seta leysasøgur í gongd...og endin ? Ja, tað gitir tú sjálv....men kanska er tað bara eg, sum ikki havi skil fyri slíkum. Hevði eg verið heima, so hevði eg kanska sløkt, nei ivaleyst sløkt. men tað var hugnaligt at sita saman við mínum elsta ommubarni og royna at fáa hann at greiða mær frá ymsum, men hann er nokk heldur ikki so nógv inni í Wall Street dealings"...enn.


Fái ikki lagt myndir inn av myndatólinum, leidningurin er í kuffertinum (vónandi).










Dec 26, 2011

Jól í Herlev 2
















Nú er annar jóladagur, í gjár var spælidagurin mikli, spæla við jólagávurnar. Eg og Herbert vóru á spæliplássinum, og Magna royndi sína nýggju troyggju, sum Bakkaomman hevur bundið, hon riggaði stak væ. Takk Bakkaomman!












Sá í bløðunum , at eitt stórt vøruhús boðaði frá, at 2. jóladag fóru tey at hava stóra útsølu. So nú er klárt at fara aftur at keypa! Annars vóru vit og keyptu 1. jóladag. Men tað var ein sjálvsøla, vistfrøðiligt grønmeti. Sera niiice, sum Bergur sigur. Í gjár var ræst kjøt í ovni saman við rótfruktum til døgurða og sós, sum vit nutu saman við Brandi. Smakkaði ógemeina væl.

Dec 24, 2011

Jólaaftan í Herlev

















































Til jólaaftanshald hjá Turið og Halli vóru, umframt tey og børnini, eg, Brandur og Bergur. Siðbundin jóladøgurði, nógvir pakkar. Herbert hevði nóg mikið um at vera at pakka upp, bæði sínar egnu og pakkarnar hjá Magnu. Eg fekk mynd frá Bergi og eina tjúkka danska skaldsøgu. Og so fekk eg hálsprýði og oyraringar x 2 frá Sólrun. Og myndir av børnunum og ein 'ommusa kalendara' frá Turið og Halli. Herbert er komin við mær yvir í nr. 14 at sova, hann svevur við einum stórum spiónflúgvara.



















Dec 23, 2011

Jólaferian byrjað



Tað tók sína tíð at koma til Danmarkar, men tað var deiligt at sígggja Herbert í Kastrup. Og vit hava lisið søgu og teknað, og í morgin hava vit avtalað at at fara at byggja putlispæl. Eri farin í holt við ein ævisøgu um Huldu Garborg, sum eg havi fingið í jólagávu, hon tykist ótrúliga spennandi. Men tað verður ein løta, til blogglesarar fáa gleði av henni, tí hon er 600 síður.

Dec 22, 2011

“Tey bæði. Trúfesti og fullkomin friður” eftir Hanus Samró

Høvundurin er ungur , bara 23 ár, og persónarnir , hann skrivar um, eru ungir. Vit hitta parið Vár og Bjarta, tey eru av Sandoynni. Vit fáa innlit í skúlagongd, heimalív, frítíðarlív, kærleikslív og síðst men ikki minst tær lívskreppur, sum hesi ungu koma í.
Hanus skrivar um sítt egna ættarlið og umhvørvi, sum hann kennir til, og tað er sjáldsamt hjá okkum tilkomnu at sleppa at kaga inn hagar. Eg beit serliga merki í ballarí og drukk, tað var heilt ótrúligt, sum øll ballaðust og drukku í hasi bókini. Bæði á Sandi, í Havn, á G festivali og í Keypmannahavn. Síðani er eisini nógvur harðskapur í bókini, og hann hevur samband við drekkarí. Eitt annað evni, eg sum lærari havi áhuga fyri, er lýsingin av studentaskúlanum í Hoydølum. Lærararnir fáa ikki nógv rós, men tíðin, tey eru har, verður kortini søgd at vera ein góð tíð – mest vegna allar teir nýggju vinirnar.
Vit fylgjast við Bjarta og Vár í nøkur á, eini 8-10 ár, men tað tykist ikki, sum tey mennast nakað serligt alla hesa tíð. Persónslýsingin er ikki so væleydnað, at lesarin følir, at hann kennir tey. Tey tosa nógv um kenslur, eru ill og gerast blíð og elskast....men tað er nakað tvingað yvir lýsingini, nakað statiskt. Vár er sera illsint og vill, hon bannar sum ein turkur, og tað er rættiliga sjáldsamt, at ein ung føroysk genta, sum er í Danmark til læknakanning, svarar læknanum aftur við eiðum og illbønum. Men sum mynd av hennara vónleysu støðu eru kanska illbønir málandi.
Stóra kreppan í bókini er sjúkan hjá Vár. Vár hevur vøddasvinn, og tað ávirkar hennara og hansara lív sera nógv. Bardagi hennara fyri at fáa ein so vanligan gerandisdag sum møguligt, at passa skúla, sjeik og vinir er hjartanemandi, og lesarin ímyndar sær – saman við foreldrum hennara – at hon fer skjótt at sita hjálparleys í einum koyristóli. Men høvundurin hevur aðra loysn í huga. Endin á bókini er sera dramatiskur.
Eg haldi ikki, at eg havi lisið um eutanasi í nakrari aðrari føroyskari skaldsøgu, so her er Hanus nýskapandi. Evnið hevur ikki verið nógv umrøtt í Føroyum, og bókin ger heldur ikki nakra beinleiðis umrøðu við øllum møguligum grudgevingum fyri og ímóti. Men Bjarti - tí tað er ikki Vár, sum krevur eutanasi men Bjarti - og læknin tala saman um evnið, og læknin sigur, at tað ber ikki til at ganga ynskinum á møti. Men kjakið verður ógreitt, kanska tí at Bjarti er í slíkari støðu, at hann hugsar ikki klárt, kanska tí at høvundurin er sera ungur at skriva um slík lagnutung evni.
Summar myndir eru margháttligar, t.d. “ eyguni vóru stór sum steinar”, onkur forvitnislig orð eru eisini, á ríkissjúkrahúsinum eru ikki nýføðingar men “deyðsføðingar og illkynjað krabbameinsvættir”, og eitt orð sum ‘tankatægr’, og Guð skuldi geva teimum ‘pínugrið’. Heitið á søguni er ikki serliga poetiskt, ljóðar eitt sindur sum ein prædikutekstur, ella ein uppskrift upp á eitt parlag - eitt orð sum verður nógv brúkt í bókini.
Góð fyrsta roynd.
untitled

Gleðilig jól í skýtungum døgum!

Nú fari eg at ynskja øllum mínum lesarum eini góð jól. Viðførið er pakkað, køliskápið tømt, telfonin lødd, ruskið borið út…ja man eg hava gloymt okkurt? Ivaleyst, men halló, hvat er tað ringasta sum kann henda..eitt loðið rugbreyð ella ein ostur, sum dugir at ganga Smiley.

006

010

 

011

Eg royni at vera glað í dag, gleði meg at síggja Turið og hennara familju, og síggi eisini Evu og hennara í kvøld. Men skýggið, skýggið , skýggið …hvat gera tey í landsstýrinum? Hvat ætla tey, ófrættadámur. Hvat var hatta við at avreiða tilfeingi ? Standa vit og buldra so hart, at vit als ikki varnast okkurt annað, sum teir gera? Er tað kanska meiningin, at buldursmálið skal taka alla orkuna? Djævel Nei, konspirasjónsteori er ikki jólaligt! Ver glað, hvat er tað ringasta sum kann henda? Tja, fólkaflyting, fátækadømi, stættamunur…Høvdu Turið og Hallur ikki ætlað sær heim, so veit eg ikki , um eg hevði ikki flutt burtur, kanska til Íslands, har er so deiligt.

004

Dec 21, 2011

Vitjan eftir Annfinn í Skála

Ein telda, sum eitur Rúna, og ein maður í Mykinesi, sum kallar seg Arnoska Faindrung eru høvuðspersónar í bókini. Bókin er spennandi, tú ert spent at vita, um Arnoska finnur út av nøkrum og eisini , um hann klárar ta síðstu uppgávuna umborð á rúmdastøðini Vassori. Annfinnur fer víða í teldutøkni, uttanríkispolitikki, menniskjans æviga sjálvsøkni, Annfinnsa breiða vitan í søgu og politikki og máli og øllum møguligum kemur til sín rætt. Bókin er eisini modernað í sínum evnisvali við kynspolitikki, dálking og tøkni.  Festlig lýsing av viðurskiftunum millum Føroya og Danmarkar, nú íð maðurin úr Mykinesi fekk so stóran uttanríkispolitiskan leiklut. Sumt helt eg vera nokso langrøkjut, teir mongu fundirnir í hernaðar-, trygdar- ella øðrum nevndum og ráðum t.d. Men stuttlig lýsing av kvinnuligum forseta í USA og forsetamanninum. Og nógv stuttligt er í bókini, mær dámdi væl partin um, hvussu Rúna hevði funnið útav, hvør Arnoska var. Arnoska er hetjan, og tá ið hann hevur bjargað mannaættini, vil hann syrgja fyri, at øll heimsins lond liva saman í friði og semjast um at nýta vitan og upplýsingar frá Rúnu til felags gagn. Smáutopiskt, men happy end…og ja ein lítil romantisk og erotisk søga er eisini við.

Well done Arnoska, eg meini Annfinnur!004

Dec 19, 2011

Vikuskifti–jólagrein í sósakannu

Havi hugt at hondbólti um vikuskiftið, tað er stuttligt at síggja gott hondbóltsspæl, tað er meiri undirhaldandi enn fótbóltur, tað er skjótari hvønn vegin, og so er dysturin eisini styttri. Í Dali havi eg bara føroyska sjónvarpið, so eg lurti eisini eftir útvarpinum. Hoyrdi millum annað Hanus Kamban, nógv, sum hann fortaldi um, kennir mann aftur. Turið á Bakkanum kendi Hanus og brøðurnar sum smádreingir í Skúgvi, so hon hevði eisini eina søgu at siga og sín egna vinkul. Soleiðis flættast søgur inn í hvørja aðra alla tíðina. Ja, søgur…Annfinnur í Skála hevur skrivað eina framtíðarskaldsøgu, hon er nú ikki longur fram í tíðina enn 2o00. Eg eri komin í helvt við henni, spennandi….

063

084

Dec 15, 2011

Super-kali-fragilistikk-ipsi-ali-dósiuss

Fjúrtan framførslur – wau. Teir mær dámdi best eru: Last Song eftir Katrin Ottarsdóttur – eg hugsaði tað var Búi Dam, sum hevði instruerað filmin, tí at BUDAM kom á skíggjan, men tað er also Katrin. Herligur filmur við órealistiskum løgnum myndum. Tann síðsti sangurin verður skrivaður upp á eina maskinu/teldu/ein blokk úti í haganum. Hann roynir eisini at ringja til onkran ella onkra – hon stendur í tjørnini, upp til miðju í vatni. Hann tveitir stól, teldu og alt útí og fer so sjálvur aftaná.

Hatta við vatni og at leypa útí, drukna ella reinsast ella endurføðast er í fleiri filmum. Bæði Heiðrikur á Heygum og Anton Petersen brúka vatnmyndir í sínum filmum, Alda reyð og Skýming. ‘Skýming’ er ein stuttsøgufilmur við hendingagongd. Tað episka elementið var ikki tað, sum var sjónskast í Norðurlandahúsinum í kvøld. Men ‘Skýming’ hjá Anton Petersen hevur eina søgu um tvey, sum liva saman, men sum hava trupulleikar í parlagnum. Sálarfrøðiliga er Hjalmar ikki væl fyri, hann hevur óloystar spurningar í síni fortíð, vit síggja hann sum barn, og vit síggja eisini Almu sum barn. Og vatnið er alla tíðina við, sum eitt niðurlag ella ein loysn. Hann roynir eisini at hoppa í havið, og at skola tregan burtur við ølið og øðrum. Fínur filmur. Episkur er eisini ‘Mens verden venter’ um mammudreingin Torbjørn, útpenslaður metaforikkur við gás, hønum og pinnabrenni, sum hópar seg upp, tí tað er hansara terapi, tá ið hann er illur.

Alda reyð’ er eisini ein sera spennandi originalur filmur, serstakliga dámdi mær væl klettin, sum var livandi meniskajakroppar.

 

Eg hevði glett meg at síggja Dennis Agerblad gera Tórodd, tíverri var ljóðgøðskan ikki í topp, so øll orðini komu ikki klárt fram. Men hasin Dennis er fínur, litfagurt og myndaríkt, yvirdrivið; nokso dapurt við fjøtraðum høvuðspersóni í endanum.  Eisini ‘Vón’ var originalur, teknað landslag, teknaðir tunlar at koyra ígjøgnum.

Og ákoðarafjøldin var so ung, tað var eisini stuttligt. Ofta tá ið tú ert til sjónleik – uttan so tú hevur noytt næmingar við - er meðalaldurin 55 ár, men í kvøld var meðalaldurin kanska 30.

Dec 14, 2011

Summi renna í stuttum brókum

Sera góður tími í 10ð í dag um hesa søguna hjá Sólrun Michelsen frá 2006, og um eina yrking hjá Róa P frá 1967.  Onkur spurdi, um Rói Patursson var til enn. Tey vistu, at hann hevði skrivað regluna ‘tað lekur millum teori og praksis’. Hvussu vita tey tað? Kanska úr skúlanum. Tann reglan er frá 1985, tað er skjótt ein mansaldur síðani. Eg minnist, tá i ð Rói fekk norðurlandavirðislønina, tað var so fantastiskt, at tað var heilt óveruligt.

At renna og renna í somu foyru og grava hana djýpri og djypri og ikki fáa steðgað er ein mynd, sum veruliga sigur teimum ungu nakað. Tey høvdu fult av góðum hugskotum til tulking, líka frá anoreksi og tvangstankum til eksistensialistiskt einsemi. KOnan, sum skundar sær til sítt átta tíma arbeiði hvønn dag og heim aftur aftaná, og maðurin, sum rennur runt og runt dag og nátt, hava ein hóp í felag. Hvør er hasin maðurin? Er hann ein mynd av einum tanka, tíðini, samfelagstvingsli…? Heitið er ikki so gangandi greitt, hvat so, verða tey køld, eru tey fótbóltspælarar, og hevur tað nakað við cowboybuksurnar hjá konuni at gera? Vit hugsaðu eisini um, um Hundurin hjá Agnari Artúvertin og henda søgan hava nakað í felag?

 

 

 

imagesCAN63B8J

Dec 13, 2011

Super vikuskifti

Frida Sofía kom fríggjakvøld (eitt samdøgur seinkað) og steðgaði til í morgun týsmorgun. Herligt at hava hana, vit gingu í býnum og sótu inni og bundu og drukku te. Hæddarpunktið var máltíðin á Koks í gjárkvøldið. Ikki bara maturin, men útsýnið man! Veðrið var av tí allarfagrasta, mánalýsa og stilt og kalt. Havnin breiddi seg út undir okkum, og Nólsoyggin steig úr havinum framman fyri okkum. Ein breiður mánavegur lýsti okkum leið upp í himmalhválvið. Eg hevði ikki myndatól hjá mær, og kanska gott tað sama. Mítt Canon IXUS 105 hevði aldrin veitt Nólsoynni og ljósautostraduni rættvísi. Maturin var so góður, kjøtið so moyrt, at tú fekst tugt tað við eygunum, tænastan so góð, tíðarhóskandi og høvisk, at – ja orsaka – mann skuldi ikki trúð, mann var í Føroyum. Poul Andrias hjá Elin hjá Sólveig gjørdi eitt top notch jobb. 10 stjørnur av fimm møguligum. Myndirnar eru av onkrum heilt øðrum: einum ostafati, sum eg havi fingið frá Madeleine, brunch í kaffihúsinum og teirra máta at skriva rísalamang, ris a l’amande - og einum blómutyssi, sum eg havi fingið frá mínum fittu starvsfeløgum í kvøld. Eg kann saktans!

001

003

 

004

027

Dec 12, 2011

KOKS

 

turrur fiskur og rís sum hevði konsistens sum taffelkips

turkaður hemari

jákupsskel, jákupsskeljaísur

dunnubitar

ræst og feskt kjøt við

rís við karamelloki v/berjum

Á restaurangini KOKS á Hotel Føroyum er matarlepin ein telduhvølpur. Hvør gestur fær ein I-pad við matarskrá og vínskrá. So ber eisini til at fara á netið at lesa um Føroyar og annað. Sera løgið og modernað.

MANGATAKK!

Dec 11, 2011

Ein góður leygardagur

Frida S. er heima ein svipp, og sum tað er stuttligt at hava hana! Vit gingu og dreivaðu í býnum dastið av leygardegnum,jólagøtan, Bringnasgøta, kórsagnur í miðbýnum. Møttu fólki, m.a. Rúnu, sum tit síggja á myndini, hon sá glampandi gott út sum altíð. Ríalamang í miðbýnum, kaffi í SMS, hvat kann mann ynska sær meiri. Sóu framsýningina hjá Janusi á Húsagarði í SMiðjuni, stuttligar myndir, má mann siga, Lisa og Mollis í Sólarrisi og ímillum blómur. Turið S. var við ein part av túrinum, og hana sóu vit aftur um kvøldið, tá ið vit tríggjar fóru til AI konser í Norðurlandahúsinum. Stuttligt at uppliva, eg helt ikki, at tað var so stór ella hugfangandi list, má eg siga, men deiligt at síggja hesi ungu syngja og spæla. Petur Pólsson var góður, Eyðun Nolsøe sang sum hann plagar, einki nýtt har; men tá ið Eydna Skaale, sum var frásøgufólk, spurdi hann um AI arbeiði og støðuna í heiminum, tá krympaðust nokk tær flestu tær í NLH, hann luftaði sínar ringastu fordómar um muslimska mentan og tosaði um slíkt, sum hann ikki hevåi lisið uppá heimanífrá, hevði lært seg máliskuna ‘tað arabiska várið’, men annars einki. Unn Patursson hevur sín egna stíl, og roynir í minni mun enn hinar, sum har vóru, at kopiera Eivør. Ná, vónandi fekk AI eitt sindur av pengum og undirskriftum inn!

So var temunnur á skránni og bindiuppskriftir.

005

007

008

009

013

015

Dec 9, 2011

Pílagrímar hittast–og pílagrímar in spe

Eg vil ikki siga at tað var fitt av fólki samankomið, men eg VIL nú siga, at tað var fitt av fólki at koma til myndaframløguna. Vit fingu eisini kaffi og smákakur. Onkur, sum var og lurtaði hevur gingið Jákupsvegin, og fleiri, sum vóru har, ætla sær avgjørt at fara, hava longu verið á fyrireikandi skeiði í Danmark. Á slíkum skeiði  vóru vit ikki, men tað er fínt at vera fyrireikað. Bókin Jákupsvegurin er at fáa í Bókabúðunum fyri 198 kr.

 

001

Vit høvdu ein lítla framsýning av pílagrímsútgerð, vekir góð minni. Ryggsekkurin, sum á útvegnum var fullur av vónum og spenningi er nú fullur av bóklingum við øllum minnunum.

005

Dec 8, 2011

Framløgudagur–jubiii!

Í morgin 9. des. verður Jákupsvegurin – ferðafrágreiðingin um vallaraferð okkara í Norðurspania løgd fram. Tað verður úti á Landsbókasavninum kl. 5 seinnapartin. Ti, sum lesa bloggin hjá mær, vita longu nógv um ferðina, men kom út á Landsbókasavnið ein túr kortini. Eg vísi myndir frá túrinum.

MYND 10 a

7. juni a Fisterre

9. juni b

10. juniSantiago

15a baskiskt

Dec 7, 2011

Breakfast for 18

Forsvav meg í morgun, tó ikki so, at eg fekk ikki stundir at fara  út at sópa kavan av bilinum og koyra út á Landavegin eftir breyði til mítt hástigshold í enskum. Í gjárkvøldið gjørdi eg pannukakudeiggj(amerikanskar) og legði toast saman og setti plátuna í borðið. So í morgun var bara at fáa alt á borðið og baka pannukakurnar og tósta tóstin Smiley  Onkur teirra kemur heilt úr Vágum og onkur av Argjum, tað vóru so sera ring koyrilíkindi, so tað var væl, at øll møttu upp uttan ein. Fleiri gingu og leitaðu eftir húsunum, og tá ið tey komu í dyr, vóru tey sum kavamenn á at líta. Eg má viðganga, at eg havi ikki biðið um loyvi at leggja myndirnar út. Tað er ikki heilt kosher, men eg spyrji tey í morgin, og so taki eg myndirnar av aftur, um tað er ein trupulleiki.

002

003

004

006

007