Fjúrtan framførslur – wau. Teir mær dámdi best eru: Last Song eftir Katrin Ottarsdóttur – eg hugsaði tað var Búi Dam, sum hevði instruerað filmin, tí at BUDAM kom á skíggjan, men tað er also Katrin. Herligur filmur við órealistiskum løgnum myndum. Tann síðsti sangurin verður skrivaður upp á eina maskinu/teldu/ein blokk úti í haganum. Hann roynir eisini at ringja til onkran ella onkra – hon stendur í tjørnini, upp til miðju í vatni. Hann tveitir stól, teldu og alt útí og fer so sjálvur aftaná.
Hatta við vatni og at leypa útí, drukna ella reinsast ella endurføðast er í fleiri filmum. Bæði Heiðrikur á Heygum og Anton Petersen brúka vatnmyndir í sínum filmum, Alda reyð og Skýming. ‘Skýming’ er ein stuttsøgufilmur við hendingagongd. Tað episka elementið var ikki tað, sum var sjónskast í Norðurlandahúsinum í kvøld. Men ‘Skýming’ hjá Anton Petersen hevur eina søgu um tvey, sum liva saman, men sum hava trupulleikar í parlagnum. Sálarfrøðiliga er Hjalmar ikki væl fyri, hann hevur óloystar spurningar í síni fortíð, vit síggja hann sum barn, og vit síggja eisini Almu sum barn. Og vatnið er alla tíðina við, sum eitt niðurlag ella ein loysn. Hann roynir eisini at hoppa í havið, og at skola tregan burtur við ølið og øðrum. Fínur filmur. Episkur er eisini ‘Mens verden venter’ um mammudreingin Torbjørn, útpenslaður metaforikkur við gás, hønum og pinnabrenni, sum hópar seg upp, tí tað er hansara terapi, tá ið hann er illur.
‘Alda reyð’ er eisini ein sera spennandi originalur filmur, serstakliga dámdi mær væl klettin, sum var livandi meniskajakroppar.
Eg hevði glett meg at síggja Dennis Agerblad gera Tórodd, tíverri var ljóðgøðskan ikki í topp, so øll orðini komu ikki klárt fram. Men hasin Dennis er fínur, litfagurt og myndaríkt, yvirdrivið; nokso dapurt við fjøtraðum høvuðspersóni í endanum. Eisini ‘Vón’ var originalur, teknað landslag, teknaðir tunlar at koyra ígjøgnum.
Og ákoðarafjøldin var so ung, tað var eisini stuttligt. Ofta tá ið tú ert til sjónleik – uttan so tú hevur noytt næmingar við - er meðalaldurin 55 ár, men í kvøld var meðalaldurin kanska 30.
No comments:
Post a Comment