Høvundurin er ungur , bara 23 ár, og persónarnir , hann skrivar um, eru ungir. Vit hitta parið Vár og Bjarta, tey eru av Sandoynni. Vit fáa innlit í skúlagongd, heimalív, frítíðarlív, kærleikslív og síðst men ikki minst tær lívskreppur, sum hesi ungu koma í.
Hanus skrivar um sítt egna ættarlið og umhvørvi, sum hann kennir til, og tað er sjáldsamt hjá okkum tilkomnu at sleppa at kaga inn hagar. Eg beit serliga merki í ballarí og drukk, tað var heilt ótrúligt, sum øll ballaðust og drukku í hasi bókini. Bæði á Sandi, í Havn, á G festivali og í Keypmannahavn. Síðani er eisini nógvur harðskapur í bókini, og hann hevur samband við drekkarí. Eitt annað evni, eg sum lærari havi áhuga fyri, er lýsingin av studentaskúlanum í Hoydølum. Lærararnir fáa ikki nógv rós, men tíðin, tey eru har, verður kortini søgd at vera ein góð tíð – mest vegna allar teir nýggju vinirnar.
Vit fylgjast við Bjarta og Vár í nøkur á, eini 8-10 ár, men tað tykist ikki, sum tey mennast nakað serligt alla hesa tíð. Persónslýsingin er ikki so væleydnað, at lesarin følir, at hann kennir tey. Tey tosa nógv um kenslur, eru ill og gerast blíð og elskast....men tað er nakað tvingað yvir lýsingini, nakað statiskt. Vár er sera illsint og vill, hon bannar sum ein turkur, og tað er rættiliga sjáldsamt, at ein ung føroysk genta, sum er í Danmark til læknakanning, svarar læknanum aftur við eiðum og illbønum. Men sum mynd av hennara vónleysu støðu eru kanska illbønir málandi.
Stóra kreppan í bókini er sjúkan hjá Vár. Vár hevur vøddasvinn, og tað ávirkar hennara og hansara lív sera nógv. Bardagi hennara fyri at fáa ein so vanligan gerandisdag sum møguligt, at passa skúla, sjeik og vinir er hjartanemandi, og lesarin ímyndar sær – saman við foreldrum hennara – at hon fer skjótt at sita hjálparleys í einum koyristóli. Men høvundurin hevur aðra loysn í huga. Endin á bókini er sera dramatiskur.
Eg haldi ikki, at eg havi lisið um eutanasi í nakrari aðrari føroyskari skaldsøgu, so her er Hanus nýskapandi. Evnið hevur ikki verið nógv umrøtt í Føroyum, og bókin ger heldur ikki nakra beinleiðis umrøðu við øllum møguligum grudgevingum fyri og ímóti. Men Bjarti - tí tað er ikki Vár, sum krevur eutanasi men Bjarti - og læknin tala saman um evnið, og læknin sigur, at tað ber ikki til at ganga ynskinum á møti. Men kjakið verður ógreitt, kanska tí at Bjarti er í slíkari støðu, at hann hugsar ikki klárt, kanska tí at høvundurin er sera ungur at skriva um slík lagnutung evni.
Summar myndir eru margháttligar, t.d. “ eyguni vóru stór sum steinar”, onkur forvitnislig orð eru eisini, á ríkissjúkrahúsinum eru ikki nýføðingar men “deyðsføðingar og illkynjað krabbameinsvættir”, og eitt orð sum ‘tankatægr’, og Guð skuldi geva teimum ‘pínugrið’. Heitið á søguni er ikki serliga poetiskt, ljóðar eitt sindur sum ein prædikutekstur, ella ein uppskrift upp á eitt parlag - eitt orð sum verður nógv brúkt í bókini.
Góð fyrsta roynd.
No comments:
Post a Comment