Var inni hjá Fridu í dag. HOn býr í Leivsgøtu, hon er yvir 90 ár og býr einsamøll. Hon var í ferð við at baka jødakakur. Og tær vóru leskiligar, tær lógu so ljósabrúnar har á borðinum. Í kvøld, meðan eg sat her í einingi, nú kemur onkur í dyr, og hvør skuldi tað anar vera enn Alvilda, grannkonan. Og hon hevði kleynur við, hon er yvir 80. Tá ið eg spurdi, um hon hevði kókað kleynur segði hon, nei, Jakku hevur kókað tær. Og hann er yvir 90. Bara peran er í ordan segði Alvilda, so gongur tað nokk. Og hon hevur sanniliga peruna skrúvaða rættan veg. Vit prátaðu eina løtu, so fór hon út aftur, í inniskóm við opnari tá, í kava og hálku. Eg mátti orna henni at halda sær í.
No comments:
Post a Comment