Ein telda, sum eitur Rúna, og ein maður í Mykinesi, sum kallar seg Arnoska Faindrung eru høvuðspersónar í bókini. Bókin er spennandi, tú ert spent at vita, um Arnoska finnur út av nøkrum og eisini , um hann klárar ta síðstu uppgávuna umborð á rúmdastøðini Vassori. Annfinnur fer víða í teldutøkni, uttanríkispolitikki, menniskjans æviga sjálvsøkni, Annfinnsa breiða vitan í søgu og politikki og máli og øllum møguligum kemur til sín rætt. Bókin er eisini modernað í sínum evnisvali við kynspolitikki, dálking og tøkni. Festlig lýsing av viðurskiftunum millum Føroya og Danmarkar, nú íð maðurin úr Mykinesi fekk so stóran uttanríkispolitiskan leiklut. Sumt helt eg vera nokso langrøkjut, teir mongu fundirnir í hernaðar-, trygdar- ella øðrum nevndum og ráðum t.d. Men stuttlig lýsing av kvinnuligum forseta í USA og forsetamanninum. Og nógv stuttligt er í bókini, mær dámdi væl partin um, hvussu Rúna hevði funnið útav, hvør Arnoska var. Arnoska er hetjan, og tá ið hann hevur bjargað mannaættini, vil hann syrgja fyri, at øll heimsins lond liva saman í friði og semjast um at nýta vitan og upplýsingar frá Rúnu til felags gagn. Smáutopiskt, men happy end…og ja ein lítil romantisk og erotisk søga er eisini við.
No comments:
Post a Comment