Í gjár vóru eg og Herbert á listaframsýning á Louisiana. Eg hevði heilt gloymt, hvussu fantastiska flott Louisiana er. Kinesarin, listamaðurin og systemkritikarin Mai Weiwei var har at síggja, vit sóu súkklupyramidu, sum Herbert fegin vildi "súkkla á", men tær flestu høvdu ongan saðil. So sóu vit risatrøini hjá honum og Ljósspringvatnið. Tað stóð uttanfyri. Men nógv onnur listafólk vóru at sjá, Asger Jorn, m.a. Vald arnarinnar, sum júst er í stílasettinum, sum eg hevði við mær í feriu, og Klee og Giacometti (er tað so hann eitur?).
Uttanfyri var serliga hugnaligt, Herbert var glaður at sleppa út í luftina, og serstakliga spentur, tá ið hann sá "sjónin". Omman helt sjálvandi , at hann sá listarligar sjónir og skuldi beint fara eftir pappíri og leiri og saksi, men hann meinti jú sjógvin, brúkti bara tann deiliga hvørjumfalsformin. Og sanniliga, tað var ein sjón, hav og ljósini í Svøríki, og so Ljósspringvatnið hjá Weiwei. Herbert var serliga fangaður av liggjandi fólkum, "omma les, hvat stendur" segði hann, "og hvat stendur her"...og so royndu vit at finna armar og bein og rumpu á "reclining figure in three sections".
Men Louisiana hevði eisini eitt barnahús, nú ið skúlarnir høvdu frí, og har vóru mong verkstøð, Herbert bakaði m.a. eina siropskaku, teknaði og royndi at gera eina leirkrokodillu. òtrúliga stuttligt og deiligt at vera á listasavnið við einum 3 1/2 ára gomlum.
Í gjárkvøldið sóu eg og Bergur ein film, hansara val, hann hevði ikki sæð hann enn, segði hann. Filmurin var Wall Street. Kenna tit hann? Also eg mæli ikki við honum, uttan so at tú ert serstakliga áhugað í partabrævahandli og børsarbeiði, ella kanska um tú ert Michael Douglas fan. Men tað síðstnevnda var eg - eitt sindur, ella eg elskaði Kirk Douglas pápa hansara fyri 45-50 árum síðani, og tað hevur hann arvað - eitt sindur - men tað eri ikki longur. Teir tveittu runt við milliónum og milliardum, eitt lítið sindur av romantikki og eitt barn á veg....teir avhøvdaðu feløg og gjørdu innanhandlar og hevndu seg við at seta leysasøgur í gongd...og endin ? Ja, tað gitir tú sjálv....men kanska er tað bara eg, sum ikki havi skil fyri slíkum. Hevði eg verið heima, so hevði eg kanska sløkt, nei ivaleyst sløkt. men tað var hugnaligt at sita saman við mínum elsta ommubarni og royna at fáa hann at greiða mær frá ymsum, men hann er nokk heldur ikki so nógv inni í Wall Street dealings"...enn.
Fái ikki lagt myndir inn av myndatólinum, leidningurin er í kuffertinum (vónandi).
Handan niðara myndin minnir um Tatlin Tower! Feitt .... elski listasøvn.
ReplyDelete