Jul 30, 2019

Ólavsøka

Vit sóu kabarettina í gjár. So herligt, so fult av orku og lívi. Nokso grov í støðum, eg meini, Tórður útvarpsmaður bleiv skotin og doyði, tí at at hannrann aftaná prinsessuni Mary. Fleiri fínar sketsjir.
Hetta var ein minnilig ólavsøka, fyrst og fremst fyri veðrið ólavsøkuaftan, sum var heilt órealistiskt. Av tí sama var so ógemeina nógv fólk í býnum.



Minniligt er eisini kvøldið í Leivsgøtu, ar Turið og Leyvoy bjóðaðu allari familjuni nátturða. Stuttligt at síggja allar útisetarnar í familjuni.
Urtagarðurin fevndi okkum so grønliga.  Tey gomlu, tey nýgiftu, tey ungu og tey smáu.


Takk Turið og Leyvoy og Alain fyri eitt frálíkt kvøld.



Jul 23, 2019

Eimur í øsku




Permumyndina hevur Sjúrður Joensen, pápabeiggi, gjørt heilt ungur.


Ungu Føroyar hava givið bókina Eimur í øsku eftir Sigurð Joensen og onnur út. Í bókini eru forkunnugir tekstir, ungdómsyrkingar, skjaldur og munnligar frásagnir skrivaðar upp eftir gjáarfólki.
Torbjørn Jacobsen las upp
Vit gjørdu eina hugnaløtu í samkomuhúsinum við Gjógv seinasta leygardag. Har var upplestur, felagssangur og pannukakur. Undirtøkan var góð, hóast, tíverri,  hetta haldið fall saman við várgongu við Gjógv.
Jóan Pauli professari greiddi frá siðsøgu



Sølvi Sjúrðarson las upp



Heitið Eimur í øsku sipar til, at hesir tekstir  og henda mentan eru glóðin, tann eldur sum kann kykna í øskuni. Tey gomlu lótu ikki eldin slókna á grúgvuni, tey hirdu um kvøldið, so klárt var at kyka um morgunin. "Ger mær ikki eldsløkking" sigur gamla í Brókartátti, tað var umráðandi at hava eldin livandi. So er eisini við okkara mentan og máli, lat okkum dyrka og taða og ikki minst kyka á grúgvuni.

Jul 7, 2019

Mykines - dansiferð

Vit fóru til Mykinesar við Tøkum lætt, har var stevna ella "Túnatónar".
Túrurin fekk eina fína byrjan, tá ið vit vitjaðu Fiskastykkið í Sandavági. Tað er ikki bara í Havn, at caféirnar rísa. Og hendan er serstakliga kreativt og nossliga gjørd. Museumlutir prýða hølini, gólvið og veggir eru upprunalig, brúkt og slitin, køksøkið er spildurnýtt og nossligt. Frágreiðandi plakatir upphongdar, og fiskastykkið sjálvandi gjørt í stand. Har var fitt av fólki, nú ið summarið rættiliga er komið. Flott.

Fiskastykkið


Súlan, lívæðrin hjá ferðafólkum, var pakkað við fólki, mest føroyingr. Ungt fólk við stórum ljóðførum og forsterkarum. Men tá ið vit komu á gjónna í Mykinesi var ein løgin sjón, og tú skilti beinanveg betur, hvat øll hesi atfinningarsomu tosa um. Nú var tíð hjá dagsturistunum at fara innaftur.
Wait for permission to board.
Vit vóru 17 í tali, og summi okkara fingu innivist hjá Reðini Leonson og dóttrini Diddu.
Mykinesbygd er so serstakliga vøkur, húsini eru so væl hildin. Ótrúligt at bara 8 fólk búgva har. Tá ið vit høvdu etið ein góðan nátturða, fóru vit út at hyggja at bygdini.



Fyrst á skránni var fólkafundur, talurnar snúðu seg um umhvørvið, ferðafólk og list, temað tóktist vera, at pengar eru ikki alt, og menniskjað livir ikki av breyði eina. Mær dámdi so serliga væl taluna hjá mykinesmanninum um list, um hvussu tónleikur ríkar okkum lívið.


Gamlar myndir vórðu vístar á stórskíggja í dansistovuni, myndaframsýning einastaðni, og so vóru stovukonsertir og túnatónar.
Føroyskur dansur var á skránni kl. 01. Dansistovan er nýumvæld og sera innbjóðandi. Vit høvdu tann heiður at vera tey fyrstu sum fóru upp á gólv har. Dansurin gekk væl, nógv umg komu uppí, vit dansaðu til uml 03.

Vit fingu lekran morgunmat, og so kom Reðin ein túr við okkum um bygdina. Hann víst okkum, hvar mykinesmálarin plagdi at mála og húsini hjá mykinesmálaranum. Vit høvdu sæð hesar gróttoftirnar mitt í bygdini og hildið tað vóru hjallar, goymsluhús, men Reðin fortaldi, at hetta vóru køstar. So flottir køstar, tað vísir bara, at tey gomlu sóu tøðini, sum virðismikið tilfeingi.



Og nú ið vit skuldu fara innaftur, kom Súlan við síni last av dagsturistum, tey flestu við myndatólum í gildi sum kuffert, við linsum so feitum sum kloakkrør.






Mykinesfólk eru blíð og týð.