Jul 31, 2017

Ólavsøkan 2017

Fyri ólavsøku vóru vit í føðingardag hjá Ranju, sum fylti eitt.

IMG_20170727_142307

IMG_20170727_171443

Og vit vóru í Pride gonguni.


Veðrið var fínt ólavsøkuaftan, ólavsøkudag var eitt sindur av regni. Tá ið skrúðgongan kom úr kirkju, regnaði nokso illa, síðani var turt meginpartin av degnum og regn aftur um kvøldið.

Eg var inni í býnum okkurt sum hálvan tíma áðrenn skrúðgongan skuldi vera. Tá vóru fólk ikki komin í býin, bara útlendingar. Tey vóru í góðari tíð, høvdu síni myndatól klár, tað eru altíð nógvir útlendingar í Havn á ólavsøku, í ár fleiri enn nakrantíð. Eg hugsaði, onkra ólavsøku verða kanska fleiri útlendingar enn føroyingar ? Tað hevði verið pussigt.

IMG_20170728_133532IMG_20170728_133745IMG_20170728_133811


Vit sótu eina góða løtu á Kongabrúnni og hugdu at fólki, tað besta er at eygleiða børnini.

IMG_20170728_155302

Sólrun og Lars fóru til kappróðurin, og vit gingu niðan aftur í býin. Klokkan fimm var sjónleikur á skránni. Pallurin til Findus leikin er heilt fantastiskur. Leikurin var ok, nokso seinur, næstan sum at lurta eftir søgu. Ikki nógv drama, men børnini hugdu øll eisini Kristina.

IMG_20170728_154132

Nú var at fara til grillveitslu hjá Annu Mariu og Evu , og TAD var eitt hæddarpunkt. Angus búffar, gott salat og epli og sós. Og deiligt at síggja alla familjuna.

Í mínum huga er ólavsøkan farin at líkjast jólum so nógv, sjálvt heilsanin “góða ólavsøku” er til tað nýggj. Øll siga tað, alla tíðina. Gleðilig jól. Jóladagar um summarið, tað er so deiligt.

Kvøldið endaði í sjónleikarhúsinum. Ormurin langi, Kópakvæði, Flóvin Bænadiktson. Stuttligt at síggja Lisu kvøða við.

Jul 25, 2017

Summar 2017

Summarskúlin vardi sum vanligt fimm dagar, og hann eydnaðist væl. Seinasta dagin høvdu børnini postarenning. Tey vóru í fýra bólkum, og hvør bólkur hevði eitt vaksið fólk. Hvør bólkur hevði sín lit og sítt herróp. Niðanfyri síggja vit tann reyða og tann grøna bólkin.


Mynd hjá Summarskúlin

Seinnapartin fingu foreldrini drekkamunn í Grasagarði, áðrenn vit søgdu takk fyri í ár.

Mynd hjá Summarskúlin

Og nú er familjusamvera fyri allar pengarnar. Vit eru øll her uttan Louis og Michel, sum eru farnir heim. Bara njóta lívið. Hesar myndirnar eru tiknar í góðveðrinum í gár, tá ið vit hittust til familjubindiklubb hjá Lisu (Turið og Halli).

IMG_20170724_120842IMG_20170724_152610IMG_20170724_152738IMG_20170724_152837IMG_20170724_153019IMG_20170724_153048IMG_20170724_153155


Sama dag sum summarskúlin var av, fóru FS og eg við børnum ein túr til Klaksvíkar. Tilelvingin var ein fólkafundur úti í grøv. Um kvøldið gistu vit í Kunoy, og har sóu vit sólina fara um Nestindar. Dagin eftir nýtti eg høvi at heilsa upp á systkinabarnið í Klax.

IMG_20170722_140606

IMG_20170721_225027


Eitt kvøldið vóru eg og Lisa á KOKS, tað var ein uppliving, men sum onkur segði, mann verður nokk ikki stammgestur har.

IMG_20170722_203442

Jul 19, 2017

Summarskúlin 2017, mikudagur

Í dag er 3. summarskúladagur, aftur í dag er so fínt veður. Vit hava verið í Grasagarði í fríkorterinum, og so ótu vit matpakka úti eisini.

Børnini fylgja tímatalvuni niðanfyri, og í slíkum veðri er stuttligt at ganga túr. Í sjósavninum í gjár sóu tey, tá ið fiskarnir fingu at eta. Og stuttligt var at leypa stein av steini í Sandagerði. Tey yngru vóru í svimjihylinum, og tað er altíð deiligt.

. Frukt í fríkorterinumDSC00332

DSC00333DSC00337DSC00338




Mynd hjá Summarskúlin

Jul 17, 2017

Summarskúlin 2017

Summarskúlin fyllir 10 ár í ár, fyrsta summarskúlavikan var í 2007. Í fleiri ár vóru vit á Háskúlanum, hetta er annað árið, vit eru í skúlanum í Kongagøtu. Á myndini niðanfyri síggja vit Fridu, sum er stigtakarin og hjálparfólkini Rebekku og Lenu.
DSC00325
Í dag var so farið í gongd. Tveir flokkar, ein eldri og ein yngri. Lærari í tí yngra flokkinum er Ann, og hjá teimum eldru er tað Sanna.
DSC00327
Hvønn dag er undirvísing fyrrapart og annað virksemi seinnapart. Í dag gjørdu tey yngry sjónleik saman við Sóleyð og Nancy, og tey eldru vóru túr í býnum og á Skansanum við Lenu og Rebekku.
Í fríkorterinum spæla børnini í Grasagarði, og veðrið var gott í dag.

Jul 16, 2017

Summarferia


Nú í  mong ár hevur summarferian verið fyrst og fremst familja. Genturnar koma heim við manni og børnum. Nú eru summi av barnabørnunum vaksin.
DSC00316
Summarskúlin hjá Fridu S. hevur verið á skránni í 8 ár nú, og eg gleði meg hvørt ár – bæði til hann byrjar og til hann er liðugur.
Í ár havi eg ta stóru gleði , at Turið v. familju er flutt aftur til Føroya eftir eitt ár í Danmark. Ikki fyrr enn nú eg havi tey hjá mær aftur og hoyri tey hinumegin bróstið, fati eg, hvussu nógv eg havi saknað tey.
DSC00274DSC00270
Í ár havi eg eisini ta stóru gleði, at Lisa er í Føroyum eitt longri tíðarskeið, hon arbeiðir á Hafnia og býr hjá mær, tað er so hugnaligt at hava hana.
Vit hava havt góðar traditionellar túrar á skránni, Gjógv og Sumba.
DSC00321DSC00324DSC00289DSC00294DSC00295

Jul 8, 2017

Hervegurin (5) Viborg

Vit vóru í Viborg 15-19 juni, vit gistu á Danhostel, sum var fínt, men nakað langt frá sentrum. Tó var leiðin inn hagar vøkur fram við vatninum.  Tað er løgið, at einki herbergi er í Viborg, eitt var afturlatið, og eitt var ikki upplatið enn, men tað verður gott, tá ið tað kemur.
Fyrsta stoppið í Viborg var Søndermarkskirkjan, har hongur hervegsteppið, eitt stórt broderað veggjateppi við motivum av hervegnum. Kirkjan er rund, altarprýðið er ein jarnskulpturur av klótuni.


Vit vóru í Viborg kunsthal, framsýningin var við Sergei Sviatchenko og Andreas Emenius.
Vit vóru á bókasavninum, Skovgaard museum, til gudstænastu í Svartbrøðrakirkjuni og til gospelkonsert í dómkirkjuni. Vit spákaðu í digterparken og sigldu ein túr við Margethu I á vatninum. Síðstu náttina gistu vit á BandB í Mogensgade. Vit sótu á eini gongubreytarcafé 15. juni, og sóu skrúðgongu.




 Valdemarsdagur og stevnan Snapsetinget 2017 í Viborg.
Tað vóru ellivu kór við til konserina úr: Esbjerg,Tirstrup-Varde,Lemvig, Vildbjerg,Kolding, Klitmøller, Silkeborg (3), Ikast, Haderup. Kórleiðarin var Lydiah Wairimu.


Stórt spell, at bilar sleppa at parkera so nær við dómkirkjuna, tað oyðileggur útsýnið eitt sindur.
 Joakim Skovgaard


 Eitt pop up mentanarhús var í Viborg, í gomlum býráðshúsi. Har var livandi installatión, ein modell stóð við byrðu, fleiri sótu og teknaðu hana.
 Kristina Thomsen var niðri við tjørnina í Viborg, har var eitt stórt tiltak fyri børn, hon var við í einari jarnaldarbygd.
 Seinasta kvøldið, seinastu gestir á Pavarotti, hann var móður og vildi sleppa til hús.
Túrurin av, hvør flýgur í sína ætt: Keflavík, Vágar, Zaventem







Hervegurin (4)

12. juni gingu vit bara einar 14-16 kilometrar. Inga Rósa bjóðaði morgunbreyð. Henda dagin gingu vit á vegjaðaranum allan dagin, t.e. súkklurutuni á hervegnum. Vit gistu í Thorning, sum á mangan hátt var eitt tað mest spennandi staðið. Herbergið er í gomlum skúla, nógv rúm en suite.


 Uttan fyri bygdarsavnið í Thorning stendur Jyden, hann sær bæði stórur og seigur út.
Altartalvan í Thorning kirkju er eftir Sven Havsten Mikkelsen.

Turið fekk jólaljós í eyguni, tá ið hon sá eina ta fyrstu týsku barnabókina á savninum., Deutsche Kinderfreund, Berlin 1858. Í hesum øki vóru nógvir týskir arbeiðarar, kolonisterne.
Á vegnum sóu vit Grathe kirke og Grathe sten, sum er til minnis um ein dyst millum danskar kongar, sum Valdemar stóri vann.

Í Thorning var Sten Steensen Blicher prestur í 7 ár, ein bringumynd av honum stendur við fornminnissavnið, Blicheregnens museum.




13. juni gistu vit í Skelhøje foramlingshus, og 14. juni høvdu vit eina stutta dagsleið, so vit gjørdu ein avstingara til Dollerup kirke, og ein til Hald ruin, eitt gamalt bispafort. Um trúbótarleitið varð bispur tikin og fongslaður í sínum egna torni. Frálíka vakurt at gnaga í Dollerup bakker og fram við Hald sø. 



Longu klokkan 15.45 vóru vit við Hald hovedgård, eitt fínt herbergi við øllum tí neyðuga. Og her sóu vit fyri eina ferð skyld aðrar vallarar. Sól var henda seinnapart. so vit sótu uttanfyri og nutu tað. Hald hovedgård hevur eina framsýning i einum stórum fjósi um økið har - søguliga og geologiskt. Har er ein sokallaður natúrskúli.