Mar 30, 2012

Kirkjudagurin stori. Paris 8.

I dag var kirkjudagur. Av ti at dagurin i gjar gjordist so langur, lotu vit ein part av degnum i dag vera valfrian. Notre Dame var fyrst a skranni; og har skuldu oll vid. Vit foru heimanifra kl. 10.30 og voru i Notre Dame uml. 11, longu 11.40 voru tey burtur sum, dogg fyri sol, hovdu sad 'alt', sum tey siga. Bara - surprise, surprise - 2 namingar komu vid restina av turinum. Vit sou St. Sulpice og Pantheon, har Foucaults pendul er til framsyning. So spakadu vit igjognum, Jardin de Luxembourg eisini. Eg og Rakul fingu okkum eina matpannukaku i parkini. I kvold hava vit oll verid uti og eti av felagskassanum.

Mar 29, 2012

Paris 7. dagur







Quelle grandeur! Versailles er eitt stort flott slott. Teir hava verid nakrir verri kanuttar, hasir kongarnir. Kamarid hja kongi var so storsligid og fint, ikki ein cm. var eftir at pryda vid gulli opg malningum oh standmyndum. Loftini eru oll skrydd vid myndum, serliga av kongi sjalvum, so at hann kann liggja og njota syndid av sini egnu deiligheit, ei dâni i at folkid fekk nokk. Vit gingu eisini til slottid hja Mariu Antoinettu, su, hevdi heilt adra uppfatan av hvat var vakurt og gott.
Tey leigadu batar og rodu sar ein tur a grande canal.
Langur dagur, yvir 10 timar; stuttur dagur i morgin afturfyri.
Men henda gamla er mod nu, absalutt klart ze nu at hetta er min seinasta namsferd vid namingum; hetta er arbeidi fyri ungt folk.

Mar 28, 2012

Paris - 10 d - 6. dagur




I dag hava vit verid a Montmartre. Ein gonguturur fram vid plassum og barrum, sum teir storu kendu listamenninir bruktu fyri 100 arum, sidani. Vit sou eisini olmussukirkjuna Sacre Coeur og vitjadu eina Dali framsyning. Vit endadu turin uttan fyri tad navnframa Moulin Rouge. I dag hava vit ein stuttan dag, tey hava fri seinnapartin, onkur teirra atlar sar at svimja, onkur annar at vitja Pere Lachaise kirkjugardin.

Mar 27, 2012

Namsferd - 10d - 5. dagur





I morgunvoru vit eitt sindur fyrr avstad. Afturfyri sluppu vit at uppliva metroina sprenfulla av parisarum a veg til arbeidis. Vit eru blivin ordiliga grov nu at bruka metro, um tu skalt inn i ein fullan vogn, so bakkar tu inn, so at tu ikki renir andlitid i nakad fremmandafolk, stillar teg so vid nosini nastan inni i hurdini. Vit skiftu tvar ferdir undir jord og kumu upp i ljosid aftur tatt vid Tour Eiffel. Sum sast a myndunu,, voru vit als ikki tey fyrstu, men vit stilladu okkum so fitt at bida. Tey flestu foru i bidirod til trappurnar, onkur til lift. Undirritada, sum eisini er aldursforseti, helt seg a jordini (kannadi matvanir o.t., medan tey voru burturi). Tey sogdu, at hatta var einki fyri, sera larr og skjott, gott utsyni i 300 metra hadd. Nu var at eta baquette avec jambon et fromage ou poulet og drekka vatn afturvid. Sidani var gingid og gingid og gingid til vit komu a Champs elysé, og eftir breidu reypigotuni til triumfbogan hja Napoleon, byrjadur i 1806, lidugur i 1836. Deiligur dagur, sama goda vedrid.

Mar 26, 2012

Namsferd 10 d - 4. dagur







I dag var stori listadagurin, fantastiskt at skoda renessancumalningarnar i Louvre og teir moderadu i Centre Pompidou, dagurin endadi vid einu, turi a Seine. Namingarnir skikkadu sar eksemplariskt.

Mar 25, 2012

Namsferd 10d- 3. dagur




Av onkrari grund voru nastan allir namingarnir sera modir i morgun, ta id vit foru ur Danmark. Tad var eisini sera tidliga vit skuldu mota. A myndini siggjast nokur teirra uttan fyri Gare de Nord, ta id vit voru komin nastan upp a plass. Hotellid er gott, litid, gamalt heimligt, fittir ungir menn i mottokuni. Ta id vit hovdu fingid vidforid i komrini, foru nokur okkara a solumarknadin i Le Ouen, I morgin er tad Louvre :) Tad er rattiliga torfort at bruka hesa telduna, eingir bokstavir eru, har teir eiga, og nogvir mangla.

Mar 24, 2012

Námsferðin hjá 10ð - 2. dagur





Í dag hittust vit øll á Nørreport kl. 13, vit høvdu eina avtalu á arbeiðaramuseuminum kl. 14. Bergljót segði Nørreport og meinti S-tokstøð, tey hugsa Nørreport M-støð, aja Metro var ikki í Kbh. , tá ið Bergljót var ung.
So fóru vit øll á Arbejdermuseum, vit fingu eitt 'lyd og lysshow' upp á
15 minuttir. Frásøgn og myndir vóru um, hvussu Louis Pio var ein, sum byrjaði arbeiðararørsluna í Danmark, vit hoyrdu um 'slaget på fælleden' í 1872. Fyrilesturin hóskaði sera væl til pensummið hjá flokkinum, sum hevur lisið um fronsku kollveltingina. Eftir fyrilesturin var tað so sjálvt savnið, sum vísir korini hjá arbeiðarum á verksmiðjum og øðrum arbeiðsplássum. Eisini eru íbúðir, sum vísa hvussu tey búðu og livdu uttan fyri arbeiðstíð.
Tað næsta á skránni var so Christiania, frístaðurin sum hevur sín egna puls mitt innan í Keypmannahavn. Í morgin er tann stóri ferðadagurin.

Gódi gamli Kjøbinhavn

Herligt at koma til Keypmannahavnar í gjár. Túrurin gekk væl, ádrenn vit skiltust í Kastrup, tryggjadu vit okkum, at øll vistu, hvar tey skuldu fara og hvussu, øll hava mítt telefonnummar. í dag er Arbeidaramuseum á skránni. Danska fakfelagsrørslan eigur og rekur savnid, sum liggur í Rømersgade.
Her dugi eg ikki at leggja myndir!
Till later :)

Mar 22, 2012

Magna er farin at pynta seg

Bíða nú, hvat skal eg fara í ?

002014

 

Hvussu við hesum, hvat heldur tú Herbert?

005

006

 

Mær dámar øgiliga væl reytt, hetta riggar Smiley

 

007

Nei, gott er, lat meg bara vera eitt sindur konservariva í kvøld, eg hugsi ewg fari í tað køksternuta turriklæði. Hygg soleiðis, um herðarnar!

011012

Mar 21, 2012

Sigrid Undset, barnauppaling og sjálvsmenning við sirklinum hjá Gyldenkærne

Prátið ferðast víða eitt kvøld í Bókastevi, bókin í kvøld var “Elleve år” eftir Sigrid Undset. Eg hevði ikki lisið bókina, tí hon var ikki løtt at fáa hendur á. Tær greiddu frá smágentuni, sum veksur upp við sterkum vilja, sum ikki tímir at ganga í skúla og sum missir pápan 11 ára gomul. Tær hildu ikki, at bókin var spennandi ella innbjóðandi, meiri sum skyldulestur enn sum stuttleikalestur. Marjun hevði eitt kjakevni við, sum var spurningurin um at rósa børnum, er tað gott at rósa børnum ella er tað at geva teimum karakter, so at tey føla seg at verða vigað og mett altíð? Marjun helt, at tú átti í staðin ‘at síggja’ barnið , eisini tá ið tað einki avrikar, men bara ER. Sjálv helt eg at hetta var rættiliga mótakent og hipp og sjálvsagt, eg havi altíð róst børnum, tí eg haldi tað eggjar teimum at gera nakað gott, ella gera tað væl.
Bergljót M. hevði verið á skeiði hjá Gyldenkærne og var sera upptikin av, at øll menniskju kunna býtast sundur eftir, hvør týpa tey eru, leiðari, hjálpari ella ígongdsetari. Synergiskeið viðvíkjandi sjálvsmenning eru sera trendy beint nú, men Gunnvør helt, at tað var ikki nakað nýtt í øllum hesum, bara nýggj nøvn.
Ásvør hevur verið til kirkjufilm í Kvívík, og tað førdi við sær, at vit lesa Babettes gæstebud til næstu ferð.
Sólrun hevði lisið ein William tekst um eitt fyl, sum skal doypast, og um maskuballið í fabrikkini aftaná.

Mar 19, 2012

Sjarmuátak í Hoydølum

Á hvørjum ári eru danskir skúlar í Føroyum og royna at úrvega næmingar. Í dag var ítróttarháskúlin í Ikast og vitjaði okkum. Føroyskir næmingar vóru við einum donskum lærara og kunnaðu um skúlan. Dreingirnir vóru í bláum vestum og høvdu T-blusur sum eygnariv.

074

077

Spurningurin er, um okkara næmingar høvdu farið á ein ítróttarháskúla, um hann var í Føroyum. Í Hvalba ella á Sandi? Ella tey mest av øllum vilja burtur úr Føroyum at royna seg ?

----

Og sí, tað virkar, tí dagin eftir – í dag – sá eg ein av ítróttarlærarum í okkara skúla í eini IKAST blusu. Sig so tað!

Mar 17, 2012

Góður leygardagur

Fóru fyrst niðan í Hoydalar at vita, um skreiðilíkindi vóru. Har var fínt at skreiða, mest sum ov, tá ið bremsi- og reaktiónsevnini bara eru 3 ár. So fóru vit á rennibreytina at ganga og klatra. Síðani var tað Á á skránni, so heim og í Eiriksgøtu bar eisini til at skreiða. Seinni var so høvi at taka eina siðbundna mynd í baðstovuni. Onkran dagin skuldi mann gjørt ein blogg við 30 ára myndum í hasum baðikarinum :)


í kava og sól 003 í kava og sól 010 í kava og sól 012 í kava og sól 013 í kava og sól 016 í kava og sól 018 í kava og sól 023 í kava og sól 025 í kava og sól 028 í kava og sól 034 í kava og sól 002

Mar 16, 2012

Frits Johannesen í Galerie Focus

2012.02.23 052

Mær dámar so væl myndirnar hjá Frits Johannesen, tær eru so litfagrar og livandi og fullar av hugflogi. Høgguslokkar og fiskar, sum halda veitslu og tónleikur saman við krokodillu og vespu.

2012.02.23 054

Eg spurdi Herbert, hvørjar myndir vóru bestar, hann helt at tann við einum spæli í Mykinesi. Hon var eisini flott í deiliga heitum litum. Tær klassisku Frits myndirnar við tónleikarum vóru eisini og ein mynd við nøkrum Michael Jackson variatiónum.

2012.02.23 056 2012.02.23 055

Ein sera stuttlig og festlig framsýning.