Prátið ferðast víða eitt kvøld í Bókastevi, bókin í kvøld var “Elleve år” eftir Sigrid Undset. Eg hevði ikki lisið bókina, tí hon var ikki løtt at fáa hendur á. Tær greiddu frá smágentuni, sum veksur upp við sterkum vilja, sum ikki tímir at ganga í skúla og sum missir pápan 11 ára gomul. Tær hildu ikki, at bókin var spennandi ella innbjóðandi, meiri sum skyldulestur enn sum stuttleikalestur. Marjun hevði eitt kjakevni við, sum var spurningurin um at rósa børnum, er tað gott at rósa børnum ella er tað at geva teimum karakter, so at tey føla seg at verða vigað og mett altíð? Marjun helt, at tú átti í staðin ‘at síggja’ barnið , eisini tá ið tað einki avrikar, men bara ER. Sjálv helt eg at hetta var rættiliga mótakent og hipp og sjálvsagt, eg havi altíð róst børnum, tí eg haldi tað eggjar teimum at gera nakað gott, ella gera tað væl.
Bergljót M. hevði verið á skeiði hjá Gyldenkærne og var sera upptikin av, at øll menniskju kunna býtast sundur eftir, hvør týpa tey eru, leiðari, hjálpari ella ígongdsetari. Synergiskeið viðvíkjandi sjálvsmenning eru sera trendy beint nú, men Gunnvør helt, at tað var ikki nakað nýtt í øllum hesum, bara nýggj nøvn.
Ásvør hevur verið til kirkjufilm í Kvívík, og tað førdi við sær, at vit lesa Babettes gæstebud til næstu ferð.
Sólrun hevði lisið ein William tekst um eitt fyl, sum skal doypast, og um maskuballið í fabrikkini aftaná.
No comments:
Post a Comment