Tað er ein smakksak, um mann heldur, at tað er langt at fara til Gøtu til sjónleik. Men har var fult hús í kvøld. Eg haldi tað er fyrstu ferð, eg eri til sjónleik har. Leikurin, sum eg og Turið systir sóu, er ein klassisk farsa. Nógv ferð og nógvar misskiljingar, sum verða greiddar í endanum, tá ið tey, sum skula koma saman, koma saman. Vit eru ofta til sjónleik í Havn, vit síggja tey á Tjóðpallinum/TVAZZ spæla teir seriøsu ofta syrgiligu leikirnar, onkuntíð døpur samfelagslig debattstykki byggjandi á veruligan sorgarleik. Tað var vælgerandi, at síggja allar hesar væluppløgdu, lívligu nýggju spælarar. Og alt var so nýtt fyri okkum havnarfólkum, pallur og búnar, og ikki at forgloyma hárið, alt var so væl frágingið-. Sanniliga var har nakað fyri eygað, sum vit kanska onkuntíð sakna í Havn. Ria Tórgarð er leikstjóri, og hon hevur gjørt eitt fínt arbeiði.
Frú Klinke er heilt vist inspirerað av Hyacinth í sjónvarpsrøðini, operaambitiónin hóskar fínt til Elsu Mariu M.OLsen, og medferðin og ráðisligheitin líkist eisini. Keipukendur látur og grátur fær allan salin at sita í skellilátri, og tann góðborgaraliga familjan skelvur í grundvøllinum, til allur moralurin er komin aftur á beint. Einasta normala menniskja í familjuni er - á besta Horbergs vís – arbeiðskonan, sum eisini fær drong til endan.
Størstu íspeglarnir vóru Wimmer (Rúni Martinsson Joensen) og Henrik Meisel (John Andersen), tað vóru øgiligar keipur og hábrøgd, sum fylgdu teimum. Og Wimmer hevði ein so ótrúliga stuttligan látur, eg hugsi um leikmyndina, tá ið teir halda, at nú eru teir 4 um boði at vera pápi at barninum hjá sponsku flugu, so teir fáa mannað eitt sjavsborð. Tær báðar giftingarføru døturnar – Noomi Reinert og Maj-Britt W. H. Jacobsen spældu sín leiklut sera væl, sum óroyndar, forliptar eitt sindur spiltar gentur. Tað var stuttligt at síggja Jógvan Salamon aftur einaferð.
No comments:
Post a Comment