Mar 8, 2012

8 Memory Lane, 1979 Havn

Tað var 5 ella 6 mars 1979, at Marner Simonsen gynekologur á Landssjúkrahúsinum, kom skundiga inn á stovu 4 á føðigongini. Hann spurdi meg, um eg hevði nakran serligan dato eg fegin vildi opererast, nú íð keisaraskurðurin var ein avtalað og ikki akutt viðgerð. Eg segði so 8. mars, ná segði hann er tað onkur abbi, sum fyllir tá, kanska á Skarði? Nei, segði eg, tá er kvinnudagur. Asssj, ríð og renn við tykkara møsni og kvinnudegi! segði Marner, snaraði á tí góða beininum, og burtur var hann. Tað var so 8. mars, at Frida Sofía kom í verðina, og vit vóru glað! Hans Marius fór niðan í Hoydalar, har hildu tey kvinnudag í samkomuhøllini. Og so fortaldi hann øllum vinfólkunum, at hann var blivin pápi. Tað mundi vera einastu ferð, at Hans Marius hátíðarhelt kvinnudagin, gerandisdagar mundi hann vera meiri samdur við Marneri. Hon fekk navnið Frida Sofía eftir ommuni í Dali, ofta bleiv hon bara rópt FS, og Turið gjørdi henni sítt egna navn Bía, sum var praktiskt, tí so virkaði tað eisini sum bíða! Tá ið FS var fødd, vóru vit akkurát flutt ínn í Eiriksgøtu, ovurfegin at hava fingið hús.

Góða Bía, vit ynskja tær tillukku og alt tað besta. Tú býrt nokso langt burturi, men tú ert í Evropa hóast alt. Myndirnar eru av geymanum, sum Sólrun gav mær í jólagávu:

PICT0710

PICT0129

29

PICT0814

PICT0711

No comments:

Post a Comment