Herbert og omma eru heima í dag, seinni fara vit til Gjáar ein túr, men fyrst mega vit keypa eitt køliskáp til Hoygarðin.
Vit hava spælt gamaldags spøl og lagt eitt gamaldags putlispæl, myndin á putlispælinum er av Louis og Emil, so lesa vit pixibøkur og byggja hús av bókum.Men úti er vátaslettingur, tað er nú ikki so óvavligt í mars. Tað sum grør í mars, tekur príl í sín ars, sigur eitt gamalt orð. Men nei nei, nú ið líður á dagin havi eg mist mótið. landsverk sigur, at hálka er væntandi á Gjáarskarði. Vit skreiða í Havn og byggja ein ísbjarnagarð.
No comments:
Post a Comment