Sep 28, 2014

Den gamle by I Aarhus

Eitt livandi museum. Bergljót og eg fóru ein túr í Den gamle by og vóru har nakrar tímar. Vit sóu Møntmestergården og vit sóu nógvar handverkaraverstaðir og sethús hjá høgum og lágum.
114
Gentan situr og buntar svávulpinnar, meän pápin liggur og rýtur, vit hoyrdu andadráttin og roturnar.
116
Eitt tað sermerktasta er, at tey eisini hava nýtt gamalt, t.d. hava tey 3 íbúðir frá 1973 og handlar frá teirri tíðini. Hetta sakni eg í Føroyum, har alt á fornminnissavninum skal vera minst 100 ár – eg veit at tey hava okkurt annað, okkurt gamalt útvarp og ymiskt.
132155156
Men, tað er umráðandi at savna alla tíðina, tí tað sum er modernað í dag. er søga í morgin. Savna t.d. fartelefonir, tannm gamla nokiatelefonin fær nostalgi upp í einum og hvørjum ella dustsúgvarar, sum ikki duga at fara runt í húsunum sjálvir.
137138
Men Den gamle bý er í øllum førum eitt fínt museum. Um summarið¨hava tey fólk, sum spæla, at tey búgva og liva í hesum gomlu húsunum. VIt sóu eina arbeiðskonu og ein húskall, ella mann og konu. Tað hoyrdist, tá ið hon talaði á hann, at hon spældi ein leiklut: Nú må han se at hente vand (hon segði ikki “du”)





.122124126129

Sep 25, 2014

Kjarnuhúski í Skødstrup

Skødstrup er ein forstaður norðanfyri Aarhus, har eru raðhús typisk fyri slík kvarter.
P1040110P1040111
Men tað er einki týpiskt við húsunum hjá Bergljót og Lars. Stovan við heimagjørdari dupultsong undir loftinum beint uppi yvir tí stóra vevinum vísir persónligheit og ans fyri hugna og tí ektaða tilfarinum. Sjálvandi hava tey ikki træbaljur og træsúpiskeiðir, men plast og akrýl er ikki teirra yndis.

180

Á loftinum hava børnini hvør sítt kamar, sum tey hava innrættað hvør á sín hátt. Anna Mira hevur prýtt øll bróst við útklippum úr dagbløðum – sera originalt.

181204205207

At familjan er hálv føroysk sæst bæði á tí, sum hongur á bróstunum og á lyklabrettinum, sum Lars hevur gjørrt, sum er ein lítil hjallur.

183

Blíðskapurin var stórur, eg varð partur av familjuni í tríggjar dagar, og Bergljót tók sær stundir at fara í býin við síni gomlu mostur (eg var so heppin, at hon hevði frí 2 dagar). Tey búgva tætt hjá foreldrunum hjá Lars og bæði mostir og pápabeiggi komu inn á gólvið, meðan eg var har. Nei, tey eru ikki typisk, tú sært nakrar gamlar dygdir, sum vit ofta sakna í gerandisdegnum.

109214

216

Góða Bergljót og góði Lars, hjartans takk fyri blíðskapin!

Sep 12, 2014

LUDO eftir Katrin Ottarsdóttur

Sera áhugaverd samrøða í útvarpinum í morgun. Spennandi at hoyra leikararnar greiða frá arbeiðinum at gera filmin. Hjálmar hevði áhugaverdar hugleiðingar um at leikarin hevur ikki ávirkan á vinklar ella zoom og hevur ikki sama yvirlit yvir tað lidna verkið, sum leikstjórin hevur. Munurin millum sjónleik og film er altíð ein áhugaverdur spurningur, eins og munurin millum bók og film ella bók og sjónleik. Sera positivt, at Lea hevur gingið í sjónleikaraskúla og nú roynir seg í filmi – ivaleyst ein komandi stjørna.

safe_image

Filmurin er eitt psykologiskt drama, ein trillari fullur av súmbolum og dreymakendum sekvensum. Endin er dramatiskur og rættiliga opin. Vit vita ikki, hvat heni í húsinum áðrenn endasenuna.

Kinna hevur valt sær eina yndissenu, sum hon nevnir á Listaportalinum, Ludosenan er eisini fantastisk, gentan og pápin púra læst í óhugna og vónloysi, og ternningarnir, sum verða kastaðir og fara hoppandi og smildrandi avstað. Ein  languløta.

Sep 4, 2014

Tabuevni tvingað fram á pall, og mytur punkteraðar!

 

Tær tríggjar Gunnvá Zachariassen, Beinta Clothier og Jensina Olsen spæla  leikin ORSAKA eftir Kamillu Wargo Brekling á tjóðpallinum Tær spæla einar 25 smáar leikir, skiftast um at vera fremst og vera backup. Marita Dalsgaard hevur verið leikstjóri. Jensina hevur sín debut fyri vaksnum áskoðarum í hesum leiki. Vit kenna hana úr barnasendingum, sum børnini elska. Tað er sjálvsagt ein stór avbjóðing hjá Jensinu at spæla saman við tveimum meiri royndum leikarum, men hon kláraði seg væl, hon var høvuðsleikari í kanska færri av leikunum enn hinar báðar, m.a. tí sera skemtiliga (og syrgiliga) partinum um, hvørja skipan foreldrini brúka, so at børnini hava bæði foreldrini, eitt sera væl rakt prik til tey egoistisku foreldur, sum ikki lata børnini fáa frið at vaksa upp, tí at foreldranna tørvur og statusjagstran kemur fram um alt.

P1030746

Tað er ferð yvir teimum, og tær fáa rættiliga víst sín kropsliga førleika og fysiska form. Tær tríggjar eru hvør sín týpa, og spælið vísir eisini ymiskar kvinnutýpur. Tann einsamalla, frælsa, sum vil vera einsamøll (ella vil hon tað)? Tann kiksaða, sum heldur vil vera onkur onnur, arbeiðsnarkomanurin  og hin ekstremt egoistiska.

P1030745

Temu. Leikurin er ein kvinnuleikur, sjónarhornið er kvinnusjónarhorn, og høvuðsyvirskrift kundi verið gerandislív við teimum undirtemum, sum nú eru í slíkum føri: barnafamiljur, narcissisma, sex, hjúnaskilnaður, børn, sum búgva í tveimum húsum, sex, vinkonur, sex. Tann gerandisligi dámurin , umboðaður av karribollum og rísi, verður settur í perspektiv í innganginum, men hann hava vit kanska longu gloymt.

P1030747

Pallurin er sera einfaldur, og tú hugsar, tá ið tú kemur inn, hvat skula tær gera við eitt stillads her inni. Men hann riggar væl, multifunktionellur. Í tí fínu prentaðu skránni sæst nakað um, hvørjar tankar leikstjórin hevur gjørt sær um pallin, sera áhugavert.

P1030743

Persónsgerð er ein av snildunum, sum høvundurin brúkar á rættiliga sjáldsaman hátt. T.d. verða  heilin og kroppurin individualiseraðir, og mótsetnigurin, sum vit vanliga kalla “sense and sensibility” ella “tað góða, sum eg vil, geri eg ikki osfr.” verður lýstur kropsliga. Gunnvá vísir okkum, hvussu heili og kroppur mótarbeiða hvørjum øðrum, og enntá eru lungu og bein eisini lýst, sum havandi sítt egna lív. Serstakliga sjáldsamt og leiklutur, sum krevur serligt fimi. Onnur úrtøkilig evni, sum vórðu viðgjørd sum persónar ell ítøkiligir lutir vóru “kærleikin” og “sjálvsálit”. Serstakliga sorgarskemtiligt er tað, tá ið “arbeiðið” verður lýst, sum tann nýggi hjúnafelagin og pápin í eini familju, henda leikin spælir Beinta á sín sermerkta tølandi hátt.

P1030737

 

Tabuevni verða umrødd og mytur verða punkteraðar.

Til dømis: børn eru totalt yvirvurderað, tey eru ikki so fitt, sum fólk siga. Tey larma alla tíðina og skula alla tíðina vísa seg, oyðileggja hvørt selskap.

Til dømis: mammurollan, tað er ikki so synd í mammum, sum tær halda sjálvar.

Til dømis: Tað er eitt væl vart loyndarmál, at vit øll kukka.

Til dømis: Kvinnur hava eisini pornografiskar dreymar (sera grafiskt lýst, gleðið tykkum Smile

Kvinnufrígerð og hvat so?

Leikurin er ein av trimum pørtum í eini trilogi hjá donsku Kamillu Wargo Brekling, og hann er frá 2005, orsaka, men tað er ov gamalt…ella kanska skuldi eg sagt ov nýtt. Tí vit hava sæð Fat Woman’s Joke eftir Fay Weldon og Shirley Valentine eftir Russel, og tey eru gomul leikrit, men vóru so fantastisk – tá. Eg hugsi:  Evnini eru ikki aktuell nú, sum tey vóru í 70unum ella 80unum…ella bíða… kanska tað er bara eg, sum eri flutt úr hasum trupulleikunum av miskunsomun rennandi árum. O ræðuleiki, tit ungu! er tað soleiðis enn? Kanska 2005 í Danmark er netupp 2014 í Føroyum….

Ná, nú gjørdist eg heilt ørkymlað…men farið og hyggið sjálv! Er hetta problematikkur, sum tit kenna aftur? Ella er tað avoldað? Leikurin er stuttligur, men tað svíður eitt sindur.

(um onkur vil skriva ein gestablogg um leikin, so ger so væl ,send mær bara bloggin á bergljot.av.skardi{kurla]gmail.com)