Sep 12, 2014

LUDO eftir Katrin Ottarsdóttur

Sera áhugaverd samrøða í útvarpinum í morgun. Spennandi at hoyra leikararnar greiða frá arbeiðinum at gera filmin. Hjálmar hevði áhugaverdar hugleiðingar um at leikarin hevur ikki ávirkan á vinklar ella zoom og hevur ikki sama yvirlit yvir tað lidna verkið, sum leikstjórin hevur. Munurin millum sjónleik og film er altíð ein áhugaverdur spurningur, eins og munurin millum bók og film ella bók og sjónleik. Sera positivt, at Lea hevur gingið í sjónleikaraskúla og nú roynir seg í filmi – ivaleyst ein komandi stjørna.

safe_image

Filmurin er eitt psykologiskt drama, ein trillari fullur av súmbolum og dreymakendum sekvensum. Endin er dramatiskur og rættiliga opin. Vit vita ikki, hvat heni í húsinum áðrenn endasenuna.

Kinna hevur valt sær eina yndissenu, sum hon nevnir á Listaportalinum, Ludosenan er eisini fantastisk, gentan og pápin púra læst í óhugna og vónloysi, og ternningarnir, sum verða kastaðir og fara hoppandi og smildrandi avstað. Ein  languløta.

No comments:

Post a Comment