Feb 16, 2014

Tóm rúm eftir Marjun Syderbø Kjelnæs


ORSAKA





Tóm rúm í húsinum og tómrúm í sálini. Leikurin er eitt eksistensialistiskt drama, sum tekur ákoðaran við inn í sálarrúm menniskjans. Tvey menniskju, eitt par, sum hevur mist eitt barn. Tey búgva í sama húsi og tala saman, men oftast tosa tey fram við hvørjum øðrum; tey eru ikki í senn á sama stað. Sostatt eru tey sera einsamøll í síni sorg, tey hava somu song, men sova ikki saman, tí at hann arbeiðir um náttina. “Orsaka” siga tey, hann sigur tað, hon sigur tað, og pápi hennara sigur tað, tey kenna seg sek.
12862_ccc_225_122
Leikurin er á tremur við symbolum, bæði samrøða, yrkingar og pallur. Vit varnast beinanvegin fongsulsdámin í kamarinum, lykilin á lofti í heilum og fuglur og flogfar undir loftinum, og fuglurin í búrinum er flogin. Vindeygað er so høgt uppi, at eingin kjansur er at rýma tann vegin. Hon og hann eru fangað í síni sorg.
Hon – Annika Johannesen - hevur tann størra leiklutin, og tað er eitt fantastiskt sannførandi avrik, hon vísir. Hennara minni og tankar, sum verða søgd við eina bamsu ella við foreldur, sum vála sum dreygar á pallinum geva okkum eina ábending um barndóm og uppvøkstur, sum eru fortreytin fyri lívinum.

VITNI
Hon var vitni, sigur hon, og sjálvandi: børn eru vitni til tað, foreldrini gera og siga ella ikki gera og ikki siga, og foreldur eru vitni til barnsins lív. Men so er tað tað, um tú ert vitni til eitthvørt rangvørgt ella ræðuligt, hevur tú so ikki skyldu til at gera okkurt og ikki bara lata astronautarnar fara singlandi gjøgnum rúmdina í sínum draktum og kvalast spakuliga.
Hann – Annfinnur Heinesen – tykist vera meiri jarðbundin og kanska eitt sindur fávitskutur, og hann verður eisini tuflaður eitt sindur og sigur ‘orsaka’ ræðuliga ofta. Tey hava hvør sína sorg, menniskjans óbøtiliga einsemi verður lýst gjøgnum frustratiónir og meinigsleysa tilveru.
Ein dapur leikur – serstakliga fyrri partur. Seinni partur byrjar við, at nú hevur hon tikið seg saman og er farin at rudda. Ein dansur við flytikassum, sum verða skúgvaðir eftir pallinum og sendir gjøgnum luftina til dunandi tónleik, gevur ein lætta í tí dapra, og nú er rúmið næstan tómt.
12868_ccc_225_122
HESUMEGIN FORHANGIÐ
Í síni desperatión er hon til reiðar at lata alt fyri at sleppa at síggja loynirúmið, men tað ber bara ikki til, vit sleppa ikki inn um forhangið, tað sum er hinumegin er dult fyri okkum. Og hon letur absalutt alt, men fær einki afturfyri, hon er komin á botn, og har hittir hon mannin og endiliga fáa tey uggað hvørt annað.
Men leikurin er ikki realisma ella sosialrealisma ella nakað slíkt, Hann er ein margmiðlaeksplosión á fleiri fláum, og áskoðarin skal vera vakin og arbeiða við.
Vit vóru átta saman til leikin, øllum dámdi væl, onkur helt, at leikurin var í so uppgearaður alla tíðina, og at pallmyndin við hinum versta var óneyðug.
Sjálv haldi eg, at tjóðpallurin hevur enn einaferð sligið sítt egna met.
P1000410

1 comment:

  1. Margmiðlaeksplosión. Gott orð. Og takk fyri hini orðini eisini :-) Vit í Námi far at hyggja í annaðkvøld.

    ReplyDelete