Fólkanøvn ella sernøvn bendast eins og onnur navnorð ella felagsnøvn .
Lat meg hugleiða nakað um nøvn, áðrenn vit tosa um bendingar: eitt navn er sera persónligt, tin persónligheit er knýtt at navninum. Tað eru nógvar gamlar sagnir og trúgv knýtt at navni. Navnið hevði eina serliga makt ella var ein verja onkusvegna. Vit minnast Høgnanavnið, sum Heðin Brú skrivar um í Lognbrá og Fastatøkum, mamma Høgna helt, at navnið bar deyðsvanda við sær. Summi eru kallað upp eftir abba ella ommu og skula liva upp til eitt navn. Í gamlari tíð vórðu nøvn sum Ørn ella Úlvur givin til tess at útvega barninum góðar eginleikar. Tað er kanska hetta, sum ger, at fólk halda sítt navn vera omanfyri vanligar reglur, akkurát sum um tey eiga navnið og rættin til at siga hvussu tað skal stavast, bendast, úttalast. Havi havt næmingar, sum ikki vilja finna seg í at tú bendir teirra navn, um tú sigur t. d. – og so spyrja vit Teit, kann Teitur finna uppá at siga – eg eiti ikki Teit, og hetta er væl at merkja sami drongur sum ikki hevði funnið uppá at sagt, “so spyrja vit ein drongur” ella: “nú síggja vit báturin”.....eisini t.d. nøvn sum Sigmundur, Finnur vera stundum søgd ...eg eiti Sigmund...ella eg eiti Finn....og so hugsar tú, okey kanska foreldrini eru donsk..men eitt navn er ikki sum einar buksur, sunm tú kanst klippa brøkurnar av, um tú vilt hava knæbuksur ella seyma eyka lummar á, um tú manglar lummar. Eitt navn er eitt orð, sum hoyrir til málið, og málið eiga vit øll við tess reglum og bendingum.
Viðvíkjandi bendingum so hevur orðabókin og www.fmn.fo eina rúgvu av fólkanøvnum, har tú kanst sláa upp bending, staving osfr. Og tað er akkurát líka natúrligt at sláa eitt sernavn upp sum onnur orð.
Vit síggja eitt individualistiskt rák, við nøvnum eins og við øðrum. Sjónvarpið hevði eina samrøðu við ein pápa, sum segði, at tey høvdu viljað givið børnunum nøvn, sum vóru serstøk og minnilig, og tvey av hansara børnum itu Malaki og Sadie Sigurrós, einki varð sagt í sendingini um, hvussu tey bendast.
No comments:
Post a Comment