Tað yvirskipaða evnið í bókini er, vil eg siga, tað at siga søgur, hvussu søgan kann brúkast, hvussu hugflogið fær flutt teg til eitt betri stað. Endurnýtsla av tekstum er altíð aktuelt, góðir tekstir eldast ikki, og teir brenna ikki, hóast bøkur og fløgur kunna fara upp í royk. Í hesum sambandi komi eg í tankar um kvæðini og sagnir og ævintýr, at duga uttanat er eitt varandi virði, sum vit gáa alt ov lítið um í okkara tíð. Ein sangur, tú hevur lært sum barn, kann ikki fara upp í royk. Hann er í eldvardari boks.
Høvundurin Lloyd Jones (f. 1955) er úr New Zealandi, og hendingar fara fram á Kyrrahavsoynni Bougainville. Ikki visti eg, at fyrrverandi Norðursolomonoyggjar førdu frælsiskríggj í nítiárunum og gjørdust sjálvstøðugar 1997 undir navninum Bougainville við hesum flaggi.
Júst frælsiskrígggið í nítiárunum er baktjaldið í hesi søgu, stjórnarhermenn koma til bygdina at oyðileggja og týna, og uppreistrarmenninir, sum eru teirra egnu dreingir, koma rivnir og skræddir úr frumskóginum. Oyggin verður fyri blokadu, og tey mega hjálpast við, ja ongum.
Í fyrstani hava tey tvær bøkur, Dickensa Great Expectations og Bíbliuna, seinni hava stjórnarhermenninir brent alt, men søgurnar liva framvegis.
Frásøgufólkið er Mathilda, hon er trettan ár, tá ið søgan byrjar og fimtan við søgulok. Mathilda fær eitt heilt serligt samband við Pip og við læraran hjá sær Mr. Watts. Pip – høvuðspersónurin í Great Expectations – er hennara einasti vinur, og Watts er hann, sum letur henni henda vin og henda undurfulla heim. Søgan hjá Dickens er einasta skúlabók tey hava, og øll børnini duga hana uttanat. Tá ið bókin er horvin, endurskapa tey hana í felag, og Mr. Watts lærir tey at finna “sína egnu rødd”.
Mr. Pip/Watts kemur í andsøgn við bíbliutrúnna hjá mammu Mathildu. Hon er ein strong sterk kona, uppvaksin við missionerum og trýr fult og fast upp á helviti, mr. Watts er sera diplomatiskur og fær at enda við hjálp frá Dickens eisini virðing frá henni.
Mr. Watts er einasti hvíti persónur í bygdini, og rasuproblematikkurin er allatíðina ein tráður í søguni. Vit hoyra nakað um forsøguna hjá mr. Watts og nakað um familjuviðurskiftini hjá Mathildu, men bókin er sera einfalt skrivað, ikki fløktar hendingagongdir og nógvar persónssøgur.
Tað serliga við bókini er eisini frásøguhátturin, Mathilda er herlig. Hon og mamma hava eitt trupult, tætt samband, men tónin í bókini er framligur og skemtiligur og frekur. Mathilda er vaksin og farin av oynni, tá ið bókin endar, men Pip er enn hjá henni sum ein trúfastur vinur.
Serstakliga áhugaverd bók úr hinum endanum av verðini, men fast plantað í okkara mentan – saman við Cj´harles Dickens. Ivaleyst er høvundurin uppvaksin við vesturlendskari mentan á Wellington universiteti…..so ja okey postkolonialisma….eingilskmenn í New Zealandi , romantisk ung svørt genta, hvussu relevant er tað hjá henni at samanbera seg við gentleman Pip……. og hvat veit hann um at búgva á Bourgainville í krígstíð, havi ikki kannað alt hatta…so don’t even go there!
No comments:
Post a Comment